fríggjadagur 12. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
Sosialurin
Tíðargrein
Andrias Reinert
Einaferð royndi eg!
Tað var umborð á »Miðvingi« á
sinni, tá vit fyrstu ferð royndu at
telja hval í Norðurhøvum.
Fuglafólk vóru við, og ein dagin,
vit høvdu lagt stilt í dýrdarveðri,
kom ein ungur sildreki at forvitnast,
hvat hetta var fyri eitt løgið skepilsi,
sum lá so friðsælt her á hansara
leið.
Vit um borð stóu somuleiðis
hugtikin fram við lúnningini og
eygleiddu hetta stóra, vakra djór,
sum fer eftir ferð kavaði undir
bátin, og kom upp at blása, skiftivís
í bagborð og í stýriborð, og eg sigi
við síðumannin: (á enskum) »á teir
leskiligu búffar, ið har svimja«.
Fest varð í krút! – hetta var
bretskur fuglafrøðingur, sum var
við »hvalabátinum« at kanna fugla
lívið við sama høvið, og eg fekk
av at vita um okkara vælsignaða
grindadráp.
Nú royndi eg at greiða honum,
at vit, her á klettaoyggjum í miðjum
Atlantshavi, gjøgnum øldir, høvdu
megnað
at
lívbjargað
okkum
av tí, sum havið gav, meðan teir
– sunnanfyri – meira kundu dúa á
tað, ið fekst av landjørðini, og tí helt
eg at okkara veiða av grindahvali
kundi metast við veiðu av »red
deer« (ella krúnhjørti) hjá teimum!
Bæði hesi veiðidjór eru jú stór, vill
súgdjór við heitum blóði, annað á
landi og hitt í havi.
Tað sum eg helt vera størsta
munin, tá hesi djórasløg vórðu
veidd, var at almenningurin einki
sá til sjálva veiðuna ella blóðið úr
teimum 50-70.000 »Red deer« sum
skotar skjóta um árið, tí – sum
danir taka til: »Hvad øjet ikke ser,
det hjertet ikke rør«.
Tá
hjørtirnir
verða
skotnir
og skornir á háls, seyrar blóðið
stillisliga niður í skógarbotnin ella
lyngheiðarnar.
»Men høvdu tit rikið 100-200
hjørtir oman í fjørðuna og skorið
teir á háls har, sum vit gera við
grind, so hevði mangur fjørður í
Skotlandi verið líka reyður á liti
sum føroysk hvalvág«.
Nú fekk eg sera kontant at vita:
at Red Deer stovnurin hjá temum
sanniliga var »Managed«.
Enn verri helt hann vera, at
umframt grindahval, drupu vit
eisini springarar!
Eg helt afturímóti, at teir alt
ov fáu springara-búffarnar, sum
vit fingu, vóru lítið at meta ímóti
teimum 10.000-tals rá-djórum, ið
teir veiddu árliga, og sum vit hildu
vera sera yndisligir skapningar.
Sama skilið – sum at sletta vatn
á gás, og einki mætari, tá eg fortaldi
honum, hvussu væl fyltur lundi
smakkaði, og hvussu vit gleddu
okkum til eitt kók av vetrarlomviga
fyri ikki at tala um, tá lírin var
íligin.
Hesa fuglaveiðu hjá okkum bar
eg so saman við teirra veiðu av
rýpu, fasanum, mongum sløgum
av heiðafugli, entum og villgásum.
Eftir gomlum siði fær parlamentið
jú frí á »The Glorious Twelfth« (12.
august) so tingfólk kunnu sleppa
við at skjóta rýpur »fyrsta dag«.
Fuglamaðurin
risti
við
høvdinum, nei hatta bar als ikki
til at samanbera, tí rýpurnar í
Bretlandi vóru »managed«, og tað
átti bert at verið loyvt at veiða
djór og fugl, sum vóru »managed«,
og sjófuglur skuldi sanniliga hava
frið!!
Hesa vónleysu samrøðu minnist
eg aftur á, nú eg á www.highnorth.
no kom fram á grein, ið ber saman
veiðuna av Red Deer í Skotlandi
við norsku sildrekaveiðina. Greinin
varð løgd fram á ársfundi í the
International Whaling Comission
í 1995.
Greinina haldi eg vera áhuga
verda, og fari her at endurgeva
nøkur brot leysliga umsett:
Hava tit roynt at »sletta vatn á gás«
Gloymdi bretska stjórnin við vilja
veiðuna av hjørti í Skotlandi, tá hon
orðaði sína støðu til, hvussu hvalur
skal avlívast? Ella vónaði hon bert
at eingin gav sær far um, at veiðan
av hjørti sanniliga er vinnulig?
Bretar krevja, at veiðan av
sildreka í Noregi má liva upp til
reglugerðirnar fyri avlíving av
húsdjórum á bretskum sláturhús
um, og tó hava teir sjálvir als ongar
reglugerðir, ið á nakran hátt hava
líknandi umsorgan fyri villa hjørti
num, ella nøkrum øðrum av teirra
mongu veiðidjórum og fuglum.
80% av teimum o.u 1.500 tonsu
num av hjørtakjøti, sum veiðan
í Scotlandi gav í fjør (1994) vórðu
útflutt til Týsklands og Hollands.
Umframt lata »trophy hunters«
so mikið fyri veiðiloyvi, at hetta
tilsamans gevur eini 6 milliónir
pund av sær um árið, og so kemur alt
tað sum veiðimennirnir á ymiskan
hátt leggja eftir seg í Scotlandi.
Veiðan hevur stóran fíggjarligan
týdning fyri »the Highlands«.
Í 1992/93 vórðu 33.000 hindir
og út við 20.000 kálvar skotnir, og
hesum taka teir professionellu
»gamekeepers« sær av, meðan
»Trophy hunters« gjalda fyri at
sleppa at skjóta kalldýrini við stási
liga høvuðprýðinum. 20.000 slíkar
hjørtir fingu teir hetta árið.
Hesir trophy hunters eru als
ikki allir vanir veiðimenn, og tí eru
teir ofta í fylgi við meira royndum
monnum, sum so skjóta upp aftur
um djórið bert verður sært.
Skotar hava eingi tøl fyri, hvussu
»human« veiðan av hjørti er har,
men í Noregi eru kanningar gjørd
ar, sum siga at í miðal tók tað 190
sekund at avliva ein sildreka í 1994,
meðan tað í meðal árini 1975-95
gingu 12 minuttir áðren elgur og
reinsdjór doyðu, tá tey vórðu skotin
í Noregi. Hagtøl um veiðu av hjørti
í USA vísa at 24% av hjørtunum,
sum skotið verður eftur har, sleppa
lamskotnir til rýmingar.
• 1993/94 veiddu skotar 57.300 red
deer
• 1994 veiddu norðmenn 279
sildrekar – kvotan fyri 1995 var 232
sildrekar
- Hetta vóru nøkur brot og tøl
úr nevndu grein. – til sammetingar
kan nevnast at:
Í 1994 løgdu 1.201 hval beinini her
hjá okkum umframt 8 hvessingar
og 118 springarar.
Okkara egni »grindadjóralækni«
hevur verið við stoppuri í grind,
HYPERLINK
"http://whaling.fo"
http://whaling.fo, og gingu tað í
miðal 29,3 sekund frá tí, at høgt varð
í hvalin við vanlgum sóknarongluli,
til skorið varð á háls, og at skera
grindahval á háls tók síðan 36,1
sekund, ella íalt 65,4 sekund frá tí
høgt varð, til hvalurin var deyður.
Við nýggju útgerðini: blásturonguli
og mønustingara tók tað í miðal 29,2
sekund at avlíva hvalin.
Greinskrivarin finnst als ikki at
skotum, at teir veiða krúnhjørt, og
royna at fáa sum frægast burtur
úr hesum »náttúruríkidømi«. Allar
tjóðir royna sjálvandi sum frægast
at troyta tað tilfeingi tær hava at
ráða yvir.
Tað sum hann vísir á, er at
bretska stjórnin letur seg trýsta av
víðgongdum »animal welfare and -
rights« bólkum, tá talan er um veiðu
av hvali, meðan teir als ikki halda
vera neyðugt við nøkrum »animal
welfare regulations«, tá talan er um
teirra egnu veiðidjór, eitt nú hjørt.
Og somuleiðis at veiðan av hjørti
og øðrum veiðidjórum, tá saman
um kemur, er minst líka »vinnulig«
sum norska hvalaveiðan.
At stórur partur av manna
ættini sær út til at hava mist »jørð
forbindilsi«, tá talan er um náttúru
og avlíving av djórum, síggja vit
eisini í hesum døgum eitt syndarligt
dømi um her hjá okkum.
Tá ein fanatikari eftir fáum
døgum kann fáa sendandi »av
himli« fleiri milliónir pund at loysa
»sjórænaraskútuna« úr Hetlandi,
og síðan kann liggja og spæla sær
her við stórum filmsliði, tveimum
»marglætis-skipum« við tyrlu og
nógvari dýrari útgerð, summarið
á tamb, og tað bert fyri at darva
okkum í at gagnnýta ein part av tí
ríkidømi, sum vit nú einaferð hava
fingið tillutað? Ja tá er okkurt
veruliga farið av kós.
Skal »Sea Shepherd« liva upp
til vakra navnið, mugu teir venda
kanónunum, og heldur nýta krútið
til at royna at minka um dálking av
havi, landi og lofthavi. – Tá kundu
teir gjørt mun í royndunum at
bjarga lívi í havinum.
Í hesum »medietíðum« er grinda
dráp sjálvandi funnin fressur til
slíkt »medieflop«, sum »Sea Shep
heard« nú roynur at fáa í kassan.
Nókk av blóðugum myndum,
kryddaðar við heimagjørdum ræðu
søgum á sjónvarpsskíggum kring
heimin, fáa helst nógv fleiri milliónir
pund at dala niður í kassan, enn
nøkur herferð móti dálking.
Ikki ger tað tó felagsskapin til
nakran góðan »Hav-hirða« – og slík
beistagerð bjargar hvørki hvali ella
øðrum lívi í havinum.
Behind UK Whale Position Lurks Unregulated Commercial Deer Hunt
- Aftan støðuna hjá UK í hvalaveiði-málum lúrur óskipað vinnulig veiða av hjørti - nøkur brot -