Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 Sosialurin Uppskotið hjá John Jo­ hannessen er eitt djarvt og skilagott stig rætta vegin. Í politikki er tungt at koma við nýhugsan og vit síggja eisini, at fleiri politikkarar nú ikki megna at bera heiti landspolitikkari, men við stemmum í huga verja sín stemmukova. Tordu fleiri at hugsa um alt landið, kundu vit framt eina enn størri og rættari broyting. At útbyggja og viðlíka­ halda samferðslu­kervið við skatta­inntøkum hevði verið tað besta fyri samfelagið. Men føroyski lønmótakarin klárar ikki at rinda meiri í skatti, enn hann ger í verandi støðu, og tá landið skal berja seg úr einum bygnaðarligum halli, sær tað tíverri út til, at okkara skattakrónur ikki megna at lyfta tað kostnaðarmikla samferðslukervið. Síðstu árini hava meir enn nakað prógvað, at stóru og kostnaðarmiklu sam­ ferðsluíløgurnar verða valdar frá, tá ið fíggjarlógin skal gerast. Tí mugu vit taka til tað næstbesta. Eina av­gjalds­ skipan, sum hvílir á so mong­ um herðum sum møgu­ligt, og sum er snikkað soleiðis saman, at til ber at brúka sam­ ferðslu­kervið uttan at gjalda tað stóru upphæddina. Vit mugu leggja okkum eftir, at tey mongu, sum hava eitt dagført vegakervið, koma at gjalda eins nógv og tey, sum liva undir ótíðarhóskandi viðurskiftum. Einki forðar fyri at flætta fleiri inngjaldshættir í skip­ anina. Eitt grønt avgjald á brennievni kundi fíggjað ókeyp­is busssamband. Á tann hátt vóru fólk eggjað til at velja bilin frá og minka um CO2 útlátið, samstundis sum tey peningaliga innan ferða­flutn­ing blivu javnt­ stillaði við onnur í landinum. Ansast má eftir at gjaldið á brennievni ikki verður ov dýrt, tí pendlararnir, ið eru noyddir at brúka bil og sum royna at tamba og fjálga um bú­stað­ar­ mynstri í Føroyum, eiga ikki at bera ov tunga byrðu. Vektgjald og vegskattur kundi eisini kvinkast upp­ eftir, men aftur her má farast fram hóvliga, tí illa gongdi pen­­sjonist­urin og einliga mamman, sum eru tengd at bili­num, mugu megna at bera gjaldið. Uppskotið hjá John Jo­ hannessen er eitt djarvt og skilagott stig rætta vegin. Í politikki er tungt at koma við nýhugsan og vit síggja eisini, at fleiri politikkarar nú ikki megna at bera heitið landspolitikkari, men við stemmum í huga verja sín stemmukova. Tordu fleiri at hugsa um alt landið, kundu vit framt eina enn størri og rættari broyting. Koll­fjarða­ tunnilin, Norð­skála­tunnul­ in, Sandoyar­leiðin og Suður­ oyar­leiðin áttu eisini at verið knýtt í somu skipan. Á tann hátt koma fleiri at bera sama kostn­að og somuleiðis fingu vit betri javnvág mill­ um fólk og vinnulív í øllum landinum. Tørvur á samhalds­ fastari skipan Tað, sum er týdningarmikið fyri norðoyingin, sandoy­ ingin, vágamannin, ja føroy­ ingin sum heild er, at hann ikki kennir seg verri stillaðan enn onnur í hesum lítla landi. Tí eigur eisini ein skipan setast í verk, har tú einans verður skrásettur einaferð hvønn dagin, soleiðis at tú bert kemur at gjalda eitt gjald dagliga. Føroyar er lítið og vit eiga at seta skipanir í verk, sum samhaldsfast geva øllum føroyingum eins kor. Áður havi eg verið noyddur at greitt frá, at peningaliga ber hetta væl til. Hesum sleppi eg undan nú, tí fleiri eru tey, sum síggja, at eitt lágt gjald á fleiri herðum í slíkari skipan, fer at geva eina upphædd langt upp um hundrað miliónir og kann verða ein trygd fyri at okkara samferðslukervi verður dagført og útbygt. Vónandi fær Javnaðar­ flokkurin framt hesa broyting og um høvið býðst, gjørt hana enn betri. Slíkt er lands­politikkur Jónleif Johannesen Tóra við Keldu lærari Summarfrítíðin er at enda komin, og skjótt verða fólka­ skúlarnir aftur fyltir við leiki og læru. Aftur í ár koma gent­ ur og dreingir á fyrsta sinni inn um skúlagátt, javn­gomul - hóast tað kann vera hálvt annað ár ímillum summi teirra. Eingin vissar seg um menn­­ingar­­­støði teirra, ella um næm­ingarnir eru skúla­bún­ir. Nei, tað er meir ella minni ald­ ur­in, sum avger: “Tá børn fylla sjey ár, fara tey í skúla!” Fleiri enn tvey kyn? Grundleggjandi munur er á gentu og drongi. At býta næmingar í tvey kyn er lættast, tó skal havast í huga, at her verður málað rættiliga svart/hvítt. Tí ikki eru bara tvey sløg av næmingum – allir næm­ingar eru ymisk­ ir. T.d. hevur Susanne V. Knud­sen, granskari, grund­ að á eygleiðingar í móður­ máls­­undir­vísing, býtt næm­ ingar í seks kyn: viltkyn, stilt­kyn, dreingjagentukyn, gentudreingjakyn, spælikyn og samstarvskyn. Hesi kyn ganga tvørtur um tey bæði vanligu kynini. Uttan at gera stórvegis greiningar av hesum, vísir hetta bara, hvussu fjølbroytt myndin í veruleikanum er. Fólkaskúlin “Skúlaklárir” kalla vit teir næmingar, sum byrja í 1. flokki. Hóast bæði gentur og dreingir fáa hetta heitið, áðrenn tey koma í skúla, vita vit av royndum, hvussu ymisk tey eru. Hóast hesa vitan verða øll meir ella minni undirvíst eins, og eingi almenn krøv eru um tilgongd, hvat kyni viðvíkur. Skúlagongd er kravd. Kjakið um týdningin av kyni, serliga um gentu og drong, er áhugavert, og tað er avgjørt tørvur at seta orð á, hvat skapir ein góðan skúla­ dag fyri allar næmingar. Javnstøða Tá tosað verður um gentur og dreingir, hugsi eg, at trupulleikin í fólkaskúlanum sæst aftur í kynsbýtinum í samfelagnum. Vit spyrja, hvat skal gerast, so kvinnur verður eins sjónligar í samfelagnum og menn? Mong leggja tíð og orku í at loysa trupulleikan, so bæði kyn kunnu virka á jøvnum føti og hava somu møguleikar. Hugsandi er, at um javn­ støðan skal gerast veruleiki, eigur at verða byrjað við børn­ unum. Javnstøðan tryggj­ar nevniliga, at øll eru líka fyri lógini. Hon tryggjar, at øll hava somu rættindi at menn­ ast - í ymiskum umhvørvi. Tí øll eru ymisk. Ann-E. Knudsen, sum hevur verið ráðgevi í inn­skúl­ ingini, har hon hevur hjálpt lærarum at greina mill­um børn við neurolog­isk­um trupul­­leikum og børnum við van­­lig­um atferðar­trupul­ leik­um sigur m.a.: ”Tá ið ein lærari hyggur út yvir ein 1. flokk við 26 næmingum, gerst hann glaður, tí bara helvtin av næmingunum hava “atferðar­trupulleikar”. Gentur­nar verða nýttar sum “sosialt lím”. Tað er eingin læru­grein við skotsmáli, sum eitur: “dugir væl at bíða eftir tørni” 8, “fitt og røkin” 9, “dugir ómetaliga væl at sita millum tveir dreingir, sum annars berjast” 10.” Loysnin sigur hon er, at gentur og dreingir nakrar tímar um vikuna verða undir­ víst hvør sær. Hjá dreingj­ unum verður fokus sett á tørv teirra: tosað verður í stuttum setningum, løturnar við konsentratión eru styttri og fleiri støðgir eru við møguleika at røra seg. Hjá gentunum skulu hesir tímar møguliga ikki hava fokus á tað fakliga, men heldur nýtast til at menna hana, tí hon er: bundin av øðrum, hevur trongd til at kenna seg væl umtókta og annars arbeiða við sjálvsvirði og sjálvsmynd hennara. Tær skulu læra at merkja, hvat tær sjálvar vilja, óbundnar av, hvat tær stýrandi genturnar í flokkinum siga, og læra at velja fyri seg sjálvar og síggja, at tær hava virði, sjálvt um tær standa einsamallar. Áhugaverdu spurning­ar­ nir eru: Hvør skal tryggja javn­ rættindi í fólka­skúla­n­um? Og hvussu skal hetta gerast? Genta og drongur Kanska eiga vit at hugsa um ráðini frá Ann-E. Knudsen: “Áðrenn vit taka støðu til læruhættir, differentiering og um, hvussu rúmligur skúlin ella lærarin skal vera, mugu vit fáa lív í kjakið um, hvønn týdning munurin á kynunum hevur fyri læru. Bæði gentur og dreingir gjalda sín prís fyri verandi skúla­skipan, serliga tá ið hugt verður at menningini frá tí tey eru børn til tey eru vaksin.” Hóast tey eru javn­ gomul, er stórur munur á. Javngomul - men hvuss u verða javnrættindi í fólkaskúlanum tryggjað?