fríggjadagur 12. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
14
Sosialurin
Í gjár, hósdagin 11. august,
fylti
Robert
Vilhelmsen
í Havn seksti ár. Føðing
ardagin helt hann í Dan
mark saman við familjuni.
Robert Vilhelmsen er
eitt kent navn innan frælsa
ítrótt í Føroyum. Hann
var formaður í Bragdinum
árini 2002-08 og gjørdi eitt
megnararbeiði. Sum dømi
kann nevnast, at hann er
høvuðsmaðurin
handan
Tórshavn
Maraton,
sum
fór av bakkastokki í 2003,
og sum síðani hevur verið
runnið hvørt ár, og hann
gekk eisini á odda at skipa
fyri
ungdómsarbeiði
og
venjing í Bragdinum.
Sjálvur er Robert garv
aður maratonrennari, hevur
luttikið í eini ørgrynnu av
kappingum kring heimin.
Nevnast kann sum dømi,
at hann hevur runnið á
kinerska múrinum, á dekk
inum á stórum marglætis
skipi í Karibiska Havinum, í
Berlin, London, og seinasta
heyst runnu hann og kona
hansara klassiska teinin í
Grikkalandi. Í 2010 vóru 2500
ár liðin, síðani Pheidippides
rann teinin úr Marathon til
Athen at boða frá, at grikkar
høvdu sigrað á persum.
Sítt fyrsta maraton rann
Robert í Keypmannahavn
við tíðini 3 t. 20 m, og hóast
hann hevur verið smá
skaddur seinastu tíðina,
so vónar hann at vera við
til Tórshavn Maraton nú
sunnudagin 4. september.
Ikki færri enn 30 ár hevur
Robert arbeitt á Elektron
í Havn. Eftir tað var hann
rakstrarleiðari nøkur ár á
Alm. Brand í Lyngby, og sein
astu fimm árini hevur hann
verið verkætlanarleiðari í
BankNordik í Føroyum og í
Danmark. Seinastu út
búgving sína: MBA í altjóða
strategiskari
leiðslu
tók
hann í Aalborg í 2007.
Robert Vilhelmsen og
kona hansara Maria, ættað
úr Vági, búgva við Brøttu
brekku í Havn. Tey eiga
trý børn og fýra ommu- og
abbabørn.
Vit í Bragdinum ynskja
Roberti hjartaliga til lukku
við runda degnum og takka
honum fyri samvitskufult
og slóðbrótandi arbeiði tey
árini, hann var formaður
okkara.
Óli
19. juli fingu Marina Popovic
og Júst Johannesen, Tvør
oyri, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4200 gr.
20. juli fingu Hjørdis Jans
dóttir, Tórshavn, og Johan
Petur Sumberg, Norðskála,
eina dóttur. Hon var 43 cm
long og vigaði 1785 gr.
20. juli fingu Annbritt Peter
sen og Anfinn Danielsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vigaði 3550
gr.
22. juli fingu Jacoba og Leif
Sjúrður Petersen, Leynar,
eina dóttur. Hon vigaði 3400
gr og var 51 cm long.
25. juli fingu Kristrunn Nico
demussen og Janus Petersen,
Húsavík, ein son. Hann var 54
cm langur og vigaði 4150 gr.
30. juli fingu Katrin á Neysta
bø og Heini í Skorini, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 50
cm long og vigaði 2910 gr.
31. juli fingu Eva K. Árting
og Martin Mørk, Argjum,
eina dóttur. Hon var 51 cm og
vigaði 3345 gr.
31. juli fingu Anna Mohr Holm
og Bjørn Holm, Tórshavn, ein
son. Hann vigaði 3955 gr og
var 56 cm langur.
7. august fingu Marita Sivert
sen og Hallur Sumberg, Við
areiði, ein son. Hann var 52
cm langur og vigaði 3700 gr.
31. juli fingu Brynja Erlendsdóttir Dam og Fróði
Vestergaard Dam eina dóttur. Hon eitur Klára Vón
Fróðadóttir. Hon var 52 cm long og vigaði 3890 gr.
27. juli fingu Guðrun í Líðini og Tor í Trøðini, Vágur,
eina dóttur. Hon var 53cm long og vigaði 3850g.
31. juli fingu Anna Margretha Otthamar & Tórmund
Hansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og
vigaði 2770 gr.
Føðingar
Nøvn
Maratonrennari
seksti
Robert og Maria Vilhelmsen
Prógv
Jeannet
Ryggshamar
Bech, Vágur, hevur 29.
juni 2011, lokið prògv sum
bachelor í Sosialráðgeving,
á
Professionshøjskolen
Metropol ì Keypmanna
havn.
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru
hjartaliga
vælkomin!
www.ebenezer.fo