fríggjadagur 12. august 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
Sosialurin
Birgir Þorgilsson, fyrrverandi
ferðavinnustjóri í Íslandi, er
deyður 84 ára gamal.
Birgir Þorgilsson var við
til at seta gongd á flúgvingina
í Føroyum í sekstiárunum og
var íðin forsprákari fyri at
menna samstarvið og sam
bandið millum Føroyar og
Ísland í nítiárunum.
Hann
varð
føddur
á
Hvanneyri 10. júlí 1927. Birg
ir flutti við foreldrum sínum
í Reykholt í 1931 og vaks
upp har. Hann leyk prógv á
Handilsskúlanum í Reykja
vík og arbeiddi har í eitt ár,
áðrenn hann fór til Ollerup
í Danmark. Har tók hann
prógv sum ítróttalærari í
1948.
Birgir tók tó ongantíð
upp starv sum ítróttalærari,
tí hann fór í starv hjá Flug
felag Íslands í Danmark eftir
uppihaldið í Ollerup. Hann
røkti mong álitisstørv fyri
Flugfelag Íslands. Eitt nú
stjórnaði hann skrivstovuni
hjá felagnum í Danmark,
stovnaði seinni skrivstov
una hjá Flugfelag Íslands í
Týsklandi, har hann var í trý
ár, og stóð næstu seks árini
fyri allari sølu og markn
aðarføring í Norðurlondum
við støð í Keypmannahavn.
Í 1964 kom hann aftur til
Íslands og tók við ábyrgdini
av allari millumtjóðaferðslu
hjá Flugfelag Íslands, sum
tá hevði lagt saman við Loft
leiðum.
Birgir Þorgilsson var ofta
í Føroyum og saman við før
oyingum, tá íslendska felagið
fór undir at flúgva upp á Før
oyar í sekstiárunum.
Í nýggjari tíð kenna føroy
ingar best Birgir Þorgilsson
frá ferðavinnuni, tí frá 1981
var hann marknaðarstjóri í
íslendska ferðaráðnum, í 1985
tók hann við stjórastarvinum,
og frá 1993 var hann formaður
í ferðaráðnum.
Birgir var eisini í fleiri um
førum formaður í Vestnorden
Tourist Board og stigtakari
til føroyska-íslendska ferða
vinnusamstarvið FITUR í
1995. Hann menti á hendan
hátt sambandið við Føroyar
nógv og fekk góða undirtøku
fyri síni stevnu bæði í Føroy
um og Íslandi.
Birgir Þorgilsson hevði
eisini stóran áhuga fyri
ítrótti og serliga hondbólti.
Tríggjar ferðir var hann ís
landsmeistari í hondbólti
við Fram og var við á fyrsta
íslenpdska handbóltslands
liðnum. Hann var eisini
hestamaður og spældi seinnu
árini nógv golf. Birgir verður
jarðaður í Reykjavík hósdag
in 11. august.
Vit, ið kendu hann, minn
ast Birgir Þorgilsson við
virðing og takksemi og hava
samkenslu við teimum, ið
eftir sita. Føroyar hava mist
ein hollan vin og Ísland ein
sjáldsama dugnaligan slóð
brótara.
Magni Arge
Birgir Þorgilsson
– ein slóðbrótari
í ferðavinnu er farin
TØKK
Komandi legur í Zarepta
Lega fyri 18 ár og eldri
Vikuskiftið 19.-21. august 2011
verður lega fyri 18 ár og eldri.
Evni: »Hví trýrt tú tað, sum tú trýrt?«
Mansstevna
Vikuskiftið 9.-11. september 2011
verður mansstevna.
Kvinnustevna
Vikuskiftið 16.-18. september 2011
verður kvinnustevna.
Evni: »Tú hevur virði stórt ... tú vita skalt«.
Hjartaliga vælkomin.
Tekning fer fram á www.zarepta.fo
Eisini ber til at ringja til Zarepta, tlf. 332140,
at tekna seg, ella um spurningar eru.
Zarepta
Vilmund Jacobsen
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur
keypt eitt nýtt skip. Felagið
hevur keypt grønlendska
rækjutrolaran, Sermalik II,
ið áður hevur havt heimstað
í Nuuk.
Skipið, sum fyribils fer
at hava sama navn, er nú
skrásett í Hósvík.
– Men skipið fer at fáa
nýtt navn. Tað sigur Hans
Andrias Joensen, reiðari, við
heimasíðuna skipini.fo
Hann sigur eisini, at Ser
malik II nú verður riggaður
til at fara til Grønlands,
har skipið skal gera ymsikt
kanningararbeiði.
Sermalik II kemur í flotan
uppá loyvið hjá Kappanum,
sum áður var heimahoyrandi
á Oyri og hoyrdi til sama
felag sum Norðheim, ið Thor
eisini eigur.
– Thor í Hósvík eigur nú
22 skip og er Føroya størsta
reiðarí,
skriva
skipini.fo,
sum eisini eiga myndina,
vit prenta saman við hesum
greinastubba.
Thor eitt skip aftrat
– Thor í Hósvík eigur nú 22 skip og er Føroya
størsta reiðarí, skriva skipini.fo
Sermalik II er rækjubátur, sum hevur
havt heimstað í Nuuk. Nú hevur
Thor í Hósvík keypt skipið