fríggjadagur 12. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
16
Sosialurin
Kjak
Alfred
Olsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Tá ásetta tíðarfreistin
hjá P/F Skálafjarðar
tunlinum var farin 1.
august, boðaði lands
stýrismaðurin,
John
Johannesen
frá,
at
Skálafjarðartunnilin nú
verður gjørdur, ikki av tí
privata felagnum, men
av tí almenna.
Eitt áralangt stríð
fyri at fáa Skálafjarðar
tunnilin
framdan,
er
komið at enda, og nógv
við mær fegnast tí um,
at
Skálafjarðatunnilin
gerst veruleiki.
Skálafjarðar
tunnilin
Tann samfelagsgagnligi
vinningurin
av
hesi
íløguni er millum 100
og 130 mió. kr. um árið,
í
spardari
ferðatíð,
minni sliti og viðlíka
haldi av vegum og ak
førum v.m.. Ja, tunnilin
kemur at binda vest
aru- og eystaru síðu á
Skálafjørðinum saman,
og at stytta fráleikin
úr Tórshavn til Skála
fjørðin, t.d. inn á Strend
ur, Runavík og Toftir, til
tann sama sum hann í
dag er til Kollafjarðar.
Skálafjarðartunnil
in verður ein kollvelt
ing innan okkara sam
ferðslukervi.
Tað privata
initiativið
Spírin til hetta koll
veltandi projektið spratt
inni á Skálafjørðinum,
og tað hava verið privat
fólk og privat felag, sum
hava verið drívmegin
aftan
fyri
projektið
higartil, og sum skilst
boðaði
felagið
eisini
landsstýrinum nú frá,
at hóast tey ikki kundu
gera nakran endaliga
sáttmála við landsstýrið
áðrenn 1. august, so
vildu tey verða við
framyvir, tí tey høvdu
áhugaðar íleggjarar, sum
ynsktu at gera nakrar
kanningar, áðrenn teir
vildu binda seg í eini
endaligari avtalu.
Eldsálirnar aftan fyri
Skálafjarðarprojektið
hava verið fantastiskar.
Ynski
Tað sum eg og mong
onnur nú ynskja er, at
farið verður undir at gera
Skálafjarðartunnilin,
so hann gerst veruleiki
ongantíð ov skjótt, og
við fráboðanini hjá John
Johannesen, sær út til, at
Skálafjarðartunnilin nú
gerst veruleiki.
Bjørn Kalsø skrivar á Vaga
portalinum og øðrum fjøl
miðlum undir undirskriftini
Ósannindi um niðurskurð í
fiskidøgum, at eg sum lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, føri fram, at eingin
í vinnuni fer at merkja stóra
niðurskurðin í fiskidøgum,
tí nógv luft er í skipanini
orsaka av óbrúktum døgum!
Hetta er ikki annað enn,
tá Bjørn Kalsø sjálvur segði
á løgtingsinsrøðarapalli hós
dagin, undir viðgerðini av
fiskidøgum, »at allar skerj
ingarnar
higartil
(síðani
1996/97) einki høvdu hjálp
upp á støðuna hjá høvuðs
fiskasløgunum«!
Ja hetta er fullkomiliga
rætt sum Bjørn sigur! Tað er
nevnliga so, at løgtingið øll
árini síðani 1996/96, tá skert
hevur verið fiskidøgunum,
so er hetta gjørt við at skera
í óbrúktum døgum ella »í
reina luft«! Og hetta er væl at
merkja gjørt í øll árini, sum
niðanfysistandandi graftur
vísir:
Sí talvu 1
Hesin grafur talar sítt greiða
mál og vísir týðliga, at løg
tingið hevur skorið »niður í
luft« – Tær skerjingar, sum
eru gjørdar, hevur onkur
sagt, eru gjørdar »upp á
kvams vís« – og størt sæð
uttan nakran virknað á veiði
trýstið! Fiskiskapurin undir
Føroyum hevur framhald
andi verið líka fríur ella líka
lítið skerdur!
Niðanfyri yvirlit vísir tillut
aðir dagar og brúktir dagar
fyri seinastu 3 árini.
Sí talvu 2
Eg havi í mínum uppskoti fyri
2011/12 skotið upp at skerja
tilsamans 15,9% (av luftini,
sum er mett framvegis at
vera umleið 39%) fyri at fáa
luftina úr systeminum.
Eg eri samdur við Bjørn
K., at okkurt má gerast fyri,
at dugnaligir og ágrýtnir
fiskimenninir, sum brúka
allar sínar fiskidagar, ikki
skulu
rakast
líka
hart,
sum teir, sum ikki brúka
dagarnar , og tí er uppskot á
veg í tingið um brúksskyldu.
Hendan skipan fer at gera
tað lagaligari fyri teir, sum
verulga reka vinnu.
Ein fiskidagur er
ein fiskidagur
Tað ber ikki til at siga, at
ein dagur, sum tað almenna
letur einum fiskimanni og
ein, sum hann sjálvur keypir,
ikki hava sama virði!
Báðir hava sama virði,
men tað kann vera sárt »at
síggja, at fiskidagar, ein sjálv
ur hevur keypt dýrt, hvørva,
samstundis, sum ein annar
fiskimaður missir fleiri dag
ar, sum hann hevur fingið
“ókeypis frá tí almenna” og
ikki hevur gjørt brúk av.
Tí fer at verða kravt, at
allir dagar skulu brúkast. Og
um hesir ikki verða brúktir
falla teir aftur til tað almenna,
soleiðis, at teir sum hava tørv
á fleiri fiskidøgum kunnu fáa
fatur í fleiri døgum.
At halda tað, at fiski
maðurin ikki altíð roynir at
fáa størst virði, hvønn einasta
dag (nøgd x prís), hann er
úti, og halda tað, at hann
fer at leggja seg eftir dýrari
fiskasløgum í framtíðini, enn
hann ger í dag (við færri ella
fleiri fiskidøgum) – orsakað
at eg siga tað – tað er reiðiliga
naivt!
Sjálvandi roynir fiskimað
urin altíð at fáa størst møgu
ligan fong og virði!
Bjørn
sigur
at
enda:
»Óbrúktir
dagar
avoyða
ongan fiskastovn, men teir
kunnu gerast ein hóttan, tá
fiskastovnarnir koma fyri
seg. Tí eigur politiska skip
anin, í fyrstu atløgu at leggja
seg eftir at lúka óbrúktar
dagar og loyvir burtur, heldur
enn áhaldandi at knokkroyta
tey fáu, sum framvegis eru í
vinnu.«
Hetta er júst tað vit eru
í ferð við at gera: Vit eru í
ferð við at taka »luftina úr
skipanini«, samstundis sum
ein brúksskylda fer at vera
sett inn í skipanina.
Bjørn vit betur enn
hann letur til og veit
vit eru á rættari leið
Eg rokni sjálvandi við, at
partamaðurin hjá mær, Bjørn
Kalsø, sum eg veit væl skilir
ætlanina við broytingunum
og sjálvur í sini tíð sum
landsstýrismaður vildi hava
brúksskylduna inn, uttan at
tað hepnaðist tá, fer at taka
undir við fiskidøgunum og
brúksskyldini!
Johan Dahl
landsstýrismaður
Ver við at fremja hesar Bjørn, heldur enn av blaka
grús í maskinuna, bert tí tað stundar til val!
Skála
fjarðar
tunnilin
gerst
veruleiki
Tillagingar og dagføringar
í fiskidagaskipanini skulu til
talva 1
talva 2