Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 25 - 6. februar 2004 Nr. 25 - 6. februar 2004 3 Kappingin um flestu ársverkini í okkara fiskiskipaflota, stend- ur millum línuskipini og partrolararnar. Á triðja plássi koma rækjuskipini, men umborð á hesum skipum vóru 50 mans færri í 2002 enn í 2001, vísir roknskap- argreiningin hjá Rasmussen & Weihe ÁRSVERK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í greineiningini av fiski- skipaflotanum, sum grann- skoðarafyritøkan, Rasmus- sen & Weihe, hevur gjørt, er eitt yvirlit, sum lýsir, hvussu nógv ársverk eru í fiskivinnuni á sjógvi. Fyritøkan hevur áður gjørt greiningar av fiski- flotanum, men hetta er fyrstu ferð, at ársverkini eru tikin við. Greiningarnar av flotanum sum heild snúgva seg um 5 ár, nevniliga árini 1998-2002, men felagið hevur bert tikið ársverkini við seinastu tvey árini, í 2001 og 2002. Stavn um stavn Talvan vísir, at samlaðu ársverkini í fiskiskipaflot- anum vóru tilsamans 1.498 í 2001 og 1.443 í 2002. Vert er at leggja til merk- is, at tað serliga er línu- flotin og partrolaraflotin, sum hava tey flestu árs- verkini. Í 2002 liggur línuflotin fremstur við 328 ársverkum og partrolaraflotin á øðrum plássi við 307 ársverkum. Í 2001 er øvugt; tá liggur liggur partrolaraflotin fremstur við 316 ársverkum og línuflotin á øðrum plássi við 310 ársverkum. Rækjuflotin Taka vit rækjuflotan, sum nógv hevur verið frammi seinastu tíðina, eru árs- verkini í 2001 225 í tali. Sostatt liggur rækjuflotin á einum triðja plássi, bæði í 2001 og í 2002. Í 2002 eru ársverkini í hesum parti av flotanum 175 ella 50 færri enn árið fyri. Tølini fyri 2003 eru ikki við í uppgerðini, og tískil sæst ikki, hvussu mong árs- verk nú eru eftir í rækju- flotanum. Bæði í 2001 og 2002 koma verksmiðjutrolararnir á einum fjórða plássi við ávikavist 172 og 167 árs- verkum. 1443 fiskimenn Vit plagdu at siga, at Føroyar hava einar 2.500- 3.000 fiskimenn. Hvussu rætt hetta tal er í dag, er ivasamt. Í roknskapargreiningini hjá Rasmussen & Weihe er samlaða talið av ársverkum í fiskiflotanum í 2002 1.443. Men her skulu vit tó hava í huga, at nøkur skip eru ikki við í greiningini, tí teirra feløg hava ikki skyldu at lata inn almennan roknskap. Tað er í fyrsta lagi almennu tølini, ið greiningin byggir á. Aftrat hesum sigla føroyskir fiski- menn eisini við útlendskum skipum, og hesi ársverk eru heldur ikki tikin við. Samanumtikið eru tó flestu skipini í okkara fiskiskipaflota við í grein- ingini, og tí gevur hon eina rættiliga góða mynd av støðuni. Flestu ársverkini eru í línuflotanum Uppgerðin vísir, at tilsamans 1.443 ársverk vóru í føroyska fiskiskipaflotanum í 2002. Línuflotin og partrolaraflotin kappast stavn um stavn um at hava flestu ársverkini Hetta er uppgerðin, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt yvir ársverk í føroyska fiskiskipaflotanum árini 2001 og 2002. Nøkur fá skip eru ikki við í uppteljingini Felagið Synergi við teimum báðum Ásu Andreasen og Anniku Andreasen sá dagsins ljós í november í fjør. Talan er um eitt felag, sum samskipar og skipar fyri tiltøkum – serliga fakligum. Í februar og mars eru trý spennandi tiltøk á skránni SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Synergi er eitt felag, sum í fyrstu atløgu samskipar og skipar fyri fakligum tiltøk- um. Men seinni er ætlanin at tað eisini skal verða breiðari. Hetta sigur Ann- ika Andreasen, sum er ein av stigtakarunum til hetta felagið. Hon og starvsfelagi hennara, Ása Andreasen, hava báðar nógvar og drúgvar royndir innan fyri- skipan og leiðslu í teirra fyrrverandi størvum. Í mong ár hava tær tosað um at byrja okkurt sjálvstøð- ugt, og í fjør var nóg mikið tosað. Tær gjørdu av, at nú skal tað verða, tí tað nyttar onki at blíva við at útseta. Úrslitið var sum sagt Synergi, har tær bjóða fak- lig tiltøk til ymsar málbólk- ar í samfelagnum, sum tær fyriskipa í neyvum sam- starvi við fakfólkini. – Vit eru ikki serfrøðing- ar í teimum ymsu fakunum, og tí seta vit okkum í sam- band við fakfólk, fyri at fáa at vita, hvat hevði verið áhugavert at tikið fram. So seta vit tað saman og bjóða fólki eina skrá, sum vón- andi er áhugaverd og fær góða undirtøku, sigur Ann- ika Andreasen. Tørvur Hon heldur so avgjørt, at tað er tørvur á einum tílík- um felagi í Føroyum og vís- ir á, at føroyingar fara so ofta av landinum til skeiðir og víðariútbúgvingar av ymsum slagi. Og hon hel- dur, at tað eigur at vera ein líknandi møguleiki at fara til skeið av ymsum slagi her í Føroyum. – Vit vilja fegnar kunna bjóða fólki tílík skeið her við góðsku, sigur Annika. Fyri framman liggja sum sagt trý tiltøk, og Annika sigur, at fleiri tilmeldingar eru komnar longu, uttan at tær hava gjørt tað stóra fyri at marknaðarføra tey. Hetta heldur hon, er eitt tekin um, at tørvurin er tilstaðar. – Vit hava slettis ikki gjørt vart við okkum enn, og kortini hava fólk teknað seg til, so tað er áhugi fyri teimum tiltøkunum, sum nú liggja fyri framman, stað- festir Annika. Hon leggur tó dent á, at um undirtøkan ikki verður nóg góð, so av- lýsa tær heldur tiltakið enn at halda tað, tá skeiðslut- tøkan ikki er nóg breið. – Tað verður ikki grun- darlag fyri einum breiðum fakligum kjaki, um tað bert eru eini 10 ella 15 luttak- arar, sigur hon. Fjølmiðlafestivalur Tað fyrsta, sum stendur á skránni, er ein fakfestivalur fyri fjølmiðlaheimin. Hetta er ein heilur dagur, har ljós verður varpað á ymiskt, sum hevur við fjølmiðlar at gera. Uppleggshaldararnir eru allir menn. Hetta eru tær báðar sera harmar um, tí tær høvdu fegnar viljað havt kvinnur við eisini. – Kvinnur eru líka væl- egnaðar, men vit vóru kom- nar ov langt í fyrireikingun- um, áðrenn vit góvu okkum far um, at onki konufólk var millum uppleggshaldar- arnar, sigur Annika, sum tó fegnast um, at Bjørt Samu- elsen stýrir degnum. Sigast skal tó, at teir uppleggs- haldararnir, sum eru á skránni, eru allir vælegnað- ir. – Eitt av grundhugskot- unum fyri felagnum var at gera fakfestivalar fyri ymiskar fakbólkar. Og valdu vit fjølmiðlar sum tað fyrsta evnið, tí at nettupp fjølmiðlar hava verið so nógv frammi í seinastuni við bæði álitinum, alment innlit og ikki minst Skjót journalistin, greiðir Annika frá. Tær báðar vita, at ynski er um, at slík tiltøk verða fyriskipað, men ongin hev- ur tíð ella orku til tað. Og tað er her, at tær báðar koma inn. Tær tosa við fak- fólkini um innihaldið og seta eitt tiltak upp við eini spennandi skrá. Eisini hava tær hugsað sær, at fakfestivalarnir verða eitt árligt afturvend- andi tiltak, um undirtøka er fyri tí. – Á tann hátt verða fleiri fakfestivalar um árið við ymiskum evnum, sum ein so kann venda aftur til árið eftir, sigur Annika. Útlendskt krydd Hini bæði tiltøkini eru skeið í ávíkavist einum strategiskum stýriamboði, sum kallast Balanced Scorecard og eitt skeið í børn og sorg. Til bæði skeiðini verða skeiðshald- ararnir útlendskir. Til Ba- lanced Scorecard kemur Freddy Agerskov frá Tek- nologisk Institut og til børn og sorg hava tær báðar fingið ein sera áhugaverdan og spennandi persón at halda skeiðið. Nevniliga tann so kenda norska barnasálarfrøðingin og rit- høvundan Atle Dyregrov. Men tað verður ikki bara Freddy Agerskov, sum kemur at hava orðið til skeiðið um Balanced Scorecard. Føroya Tele og Føroya Sparikassi brúka amboðið og koma umboð frá báðum at greiða frá teirra royndum. Málbólkur- in til hetta skeiðið eru ser- liga fólk innan leiðslu og strategi. Skeiðið um børn og sorg verður við Atle Dyregrov. Hann hevur drúgvar roynd- ir innan hetta økið og er kendur fyri sítt virksemi, tá tað kemur til børn og sorg ella børn og traumatiskar hendingar. Eitt nú hevur hann verið við til at orða eina sokall- aða tilbúgvingarskipan, sum nógvir skúlar í bæði Danmark og Noregi nýta, tá børn koma út fyri einum ella øðrum, sum kann órógva teirra gerandisdag. Tað kann eitt nú vera sjúka, deyði ella at foreldrini skiljast. Og til hetta skeiðið kann málbólkurin sigast at vera sera breiður, tí tað er fyri øll, sum á ein ella ann- an hátt arbeiða dagliga við børnum – Atle Dyregrov sigur, at børn koma ikki so ofta út fyri stórum vanlukkum í teirra lívi, men heldur er tað talan um krisur í tí dag- liga hjá barninum, greiðir Annika Andreasen frá. Vóna tað besta Annika Andreasen ger ann- ars vart við, at um fólk hava hugskot um onkran persón, sum tey halda hevði verið áhugaverdur at hoyrt, so mugu tey endiliga boða teimum frá. So kunnu tær gera fyrireikingararbeiði so sum at kanna, um málbólk- urin er nóg stórur og so framvegis. – So um fólk brenna inni við hugskotum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fáa gjørt nakað við tað sjálvi, so er bara at seta seg í sam- band við okkum, sigur Annika. Nú er hetta felagið so nýtt, og onki tiltak hevur verið. Men tær báðar vóna tað besta fyri felagnum, og at undirtøkan verður góð. – Onki ber seg uttan undirtøku, men vit eru bjartskygdar, sigur Annika Andreasen. Meiri fæst at vita um til- tøkini við at fara inn á heimasíðuna hjá Synergi, sum er www.synergi.fo Synergistovnarar: Tørvur er á fakligum tiltøkum Annika Andreasen og Ása Andreasen hava stovnað felagið Synergi, sum hevur til endamáls at skipa fyri og samskipa faklig tiltøk Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2