fríggjadagur 6. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 25 - 6. februar 2004
Nr. 25 - 6. februar 2004
5
Jørgen Niclasen
heldur at tað er løgið,
at fráboðaði skatta-
lættin longu skal elva
til stríð innanhýsis í
samgonguni
SKATTALÆTTIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað var nú tíðliga, at
Hans Pauli Strøm byrjaði!
Jørgen Niclasen, for-
maður fyri fólkaflokkin, er
alt annað enn fegin um, at
ein partur av samgonguni
nú er farin at mótmæla
politikkin hjá samgonguni,
longu nú, hon ikki hevur
sitið í meiri enn nakrar fáar
dagar.
Tað er sjálvsagt fráboð-
aði skattalættin, sum vit
tosa um!
Fakfeløgini hava funnist
hvassliga
at
fráboðaða
skattalættanum og nú tekur
landsstýrismaður javnaðar-
floksins undir við teimum
og krevur broytingar.
Eftir tí, sum Jørgen
Niclasen sigur, kann hetta
ikki uppfatast sum annað
enn, at eitt tekin um, at
javnaðarflokkurin í sam-
gonguni longu er linkaðu í
kongunum.
Jørgen Niclasen sigur at
fráboðaði skattalættin er
ein avtala í samgonguni.
Men hann heldur eisini,
at hetta er ein máti hjá Hans
Paula Strøm at gera vart við
seg politiskt og tað dámar
honum einki.
– Meinar Hans Pauli
Strøm veruliga nakað við
sítt mótmæli ímóti skatta-
lættanum, skuldi hann havt
tikið tað til viðgerðar inn-
anhýsis í samgonguni.
– Men vil hann vissa sær
at fáa so lítið burturúr sum
gjørligt, so skal hann júst
gera, sum hann hevur gjør
og tað er at profilera seg í
fjølmiðlunum.
Men Jørgen Niclasen
heldur, at tað var nú tíðliga,
at Hans Pauli Strøm byrjaði
at leggja seg út í málsøki
hjá
øðrum
landsstýris-
mann. Hann mátti annars
havt úr at gjørt við at
umsita sítt egna málsøki,
sum er tað mest umfatandi
málsøki av øllum.
Var ikki við
Formaður fólkafloksins á
tingi staðfestir, at Hans
Pauli Strøm var ikki við í
samráðingunum um nýggja
samgongu.
– Tí hevur hann ikki
ánilsi av, hvat er farið fram
við samráðingarborðið.
Men sjálvur var tingmað-
urin úr Vágum við.
Og hann heldur ikki, at
nøkur avtala er brotin og at
fráboðaði skattalættin ikki
er tað, sum avtalað er
frammanundan,
soleiðis
sum hans Pauli Strøm vil
vera við.
Jørgen Niclasen vísir á,
at í samráðingunum er
spurningurin um skatta-
lætta og samhaldsfasti eftir-
lønargrunnurin
eru
samantvinnað.
–
Javnaðarflokkurin
kravdi at fáa samhaldsfasta
uppí fyri at hann kundi
betala meiri út til eftirløn.
– Úrslitið er skrivað
niður í eitt skjal, sum eisini
javnaðarflokkurin
hevur
undirskrivað.
– Men ætlar javnaðar-
flokkurin at siga avtaluna
upp, so er ein nýggj støða
og so mugu vit samráðast
um skattalættan og sam-
haldsfasta av nýggjum,
sigur formaður fólkaflok-
sins á tingi.
Og hann leggur dent á, at
orsøkin til, at tær lægru
inntøkurnar merkja so lítið
til skattalættan er júst tann,
at allir løntakarar skulu
betala meir í samhaldsfasta
hereftir.
– Men tað var eftir kravið
frá
javnaðarflokkinum
sjálvum. Og hóast inn-
gjaldið til samhaldsfasta
skal hækka, er kortini talan
um ein skattalætta til lágar
inntøkur.
Arbeiðaravinarligur
skattastigi
Jørgen Niclasen sigur, at
tað, sum var til umrøðu í
samráðingunum til nýggja
samgongu, var at finna ein
leist fyri, hvussu ein ar-
beiðaravinarligur skatta-
stigi sá út, tí tað er skatta-
stigin ikki.
– Í løtuni renna sjálvt
inntøkur upp á 170.000 seg
uppundir skattaloftið. Tað
hava vit nú broytt, so at tað
markið verður flutt upp til
300.000 krónur. Samstund-
is skal botnfrádrátturin
hækka.
– Men orsøkin til, at heilt
lágar inntøkur merkja so
lítið til skattalættan er, at
tær betala so lítið í lands-
skatti. Lágar inntøkur be-
tala næstan bara kommunu-
skatt og tað kann landið
onki gera við.
Úrslitið verður, at lág og
miðalinntøkur koma ikki at
betala meiri enn 40% í
skatti og tey renna seg ikki
í skattaloftið, fyrrenn inn-
tøkan er komin upp á
300.000 krónur.
– Stóra fjøldin av skatt-
gjaldarum forvinna ímill-
um 170.000 - og 300.000
krónur um árið og ti hevur
tað týdning at gera ein
skattastiga, sum ikki tekur
hugin frá hesum bólkinum
at arbeiða.
Tó ásannar Jørgen Nicla-
sen, at samgon gan fór ikki
heilt í dýpdina, men vit
hava avtalað leistin og tað
hevur
javnaðarflokkurin
undirskrivað.
Hans Pauli Strøm vil
ikki góðtaka skatta-
lættan, sum samgong-
an hevur stungið út í
kortið. Hann skal
broytast tí hann er
ein háðan ímóti
fakfeløgunum, sigur
hann
SKATTALÆTTIN
áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skattalættin hjá sam-
gonguni skal broytast.
Tað sigur Hans Pauli
Strøm,
landsstýrismaður
fyri javnaðarflokkin.
Sostatt má staðfestast, at
samgongan helt ikki meir
enn eina lítla viku, áðrenn
hon fekk sín fyrsta innan-
hýsis trupulleika at dragast
við.
Skattalættin, sum sam-
gongan hevur fráboðað,
hevur verið fyri øgiligum
atfinninginum frá fakfeløg-
unum. Tað kemst av, at eftir
ætlanini, verða tað tær
høgu inntøkurnar, sum fáa
tann størsta skattalættan,
samstundis sum láginntøk-
urnar fáa lítið og onki í
skattalætta.
Men nú eru tað ikki bara
fakfelagsfólk, sum kross-
festa skattalættan, tí nú eru
tað eisini limir í sjálvari
samgonguni, sum tala at.
Góðtekur ikki
útspælið
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum, sigur, at hann
kann ikki góðtaka, at
skattalættin hjá samgong-
uni verður latin, soleiðis,
sum hann er fráboðaður.
Hann sigur, at tískil skal
skattalættin broytast, so at
hann lág- og miðalinn-
tøkurnar fáa størri gagn av
honum.
Hann sigur, at hann var
ikki við til sjálvar samráð-
ingarnar til samgonguna.
– Men tað var ein greið
avtala ímillum flokkarnar,
at skattalættin skuldi koma
lág- og miðalinntøkunum
til góðar.
– Tí er fýlist hann á, at
skattalættin er fráboðaður
soleiðis, sum hann er, og
hann skilir fullvæl tað stóru
ónøgdina hjá fakfeløgun-
um.
Kortini vísir hann á, at
talan er enn bara um eitt
uppskot hjá samgonguni.
Fyrsti parturin av skatta-
lættanum verður ikki settur
í verk, fyrrenn 1. januar, so
samgongan hevur hampi-
liga góða tíð til at viðgera
hann nærri, áðrenn eitt
endaligt uppskot skal leggj-
ast fyri løgtingið.
– Og eg ivist ikki í, at tá
ið samgongan hevur við-
gjørt skattalættan í smálut-
ir, verður úrslitið eisini tað,
at tey fáa skattalættan, sum
hava mest tørv á honum.
– Tað, sum samgongan
hevur fráboðað, er ein
vánalig byrjan uppá skatta-
politikkin, leggur hann
afturat.
Landsstýrismaðurin
heldur, at tað er ógvuliga
umráðandi, at fakfeløgini
vilja taka undir skattalætt-
anum hjá samgonguni.
– Tað er neyðugt fyri at
samstarv við feløgini við
onnur viðurskifti eisini.
Og skulu vit hava sam-
starv við fakfeløgini, nyttar
ikki at leggja til brots við
einum skattalætta, sum er
ein háðan ímóti teimum,
sigur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaður krevur
at skattalættin verður broyttur
– Fráboðaði skattalættin hjá
samgonguni er ein háðan
ímóti fakfeløgunum og tí skal
hann broytast, sigur Hans
Pauli Strøm,
landsstýrismaður
Hans Pauli Strøm byrjar tíðliga
– Samgongan hevur tengt skattalættan og samhaldsfasta
eftirlønargrunnin saman. Sigur javnaðarflokkurin avtaluna
upp, mugu vit samráðast um alt av nýggjum, sigur Jørgen
Niclasen, formaður fyri fólkaflokkinum á tingi
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum,
sigur, at fráboðaði
skattlættin fer at
geva stórari fjøld av
skattaborgarum ein
hampiliga stóran
skattalætta
SKATTALÆTTIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skattalættin, sum vit
hava fráboðað, fer at
geva eini stórari fjøld v
føroyingum ein hampi-
ligan trivaligan skatta-
lætta.
Tað sigur Bárður Niel-
sen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Men hann sigur kort-
ini, at hann dugir væl at
síggja trupuleikan, sum
fakfeløgini
hava
av
skattalættanum, tí tað eru
ikki tey lægst løntu, sum
fáa so stóran fyrimun.
Men hinvegin betala
tey við heilt lágari løn,
heldur ikki nógvan skatt
og
Bárður
Nielsen
heldur, at tað skal eisini
vera eitt minstamark fyri,
hvussu lítið skal betalast
í skatti.
Hann vísir á, at tað eru
12.000
skattgjaldarar
sum hava eina løn ímill-
um 170.000 og 300.000
krónur og hjá teimum ger
skattalttin góðan mun.
Sostatt fær ein triðing-
ur av skattaborgarunum
ein munagóðan skatta-
lætta.
Hinvegin
forvinna
5.700 skattgjaldarar yvir
300.000 krónur um árið.
Nakrir av teimum, fáa
eisini fyrimun, men tey
við teimum heilt høgu
lønunum, fáa onki burt-
urúr.
Men eitt, sum tekur
nakað av skattalættanum
er, at samstundis skulu
øll betala eitt sindur meir
til tann samhaldsfasta
eftirlønargrunnin.
Skal viðgerast nogv
meir
Hann vil annars ikki gera
viðmerkingar til tað, at
eisini limir í samgonguni
nú eru farnir at mótmæla
skattalættanum.Men
hann sigur kortini, at
hann dugir væl at síggja
trupuleikan, sum fakfe-
løgini hava av skatta-
lættanum, tí tað eru ikki
tær lægst løntu, sum fáa
so stóran fyrimun.
– Tað er rætt, at tey,
sum forvinna lítið fáa
eisini lítið í skattalætta.
Men hinvegin betala tey
heldur ikki so nógvan
skatt
Og Bárður Nielsen
heldur, at tað skal eisini
vera eitt minstamark fyri,
hvussu lítið skal betalast
í skatti.
Hann vil annars ikki
gera viðmerkingar til tað,
at eisini limir í samgong-
uni nú eru farnir at
mótmæla skattalættan-
um.
– Hetta er eitt uppskot
sum skal hava drúgva
viðgerð í samgonguni,
áðrenn tað verður sett í
verk, sigur hann.
Men hann sigur, at
uppskotið er snikkað
saman sum tað er, fyri at
eisini handverkarar, lær-
arar, sjúkrasystrar, peda-
gogar og onnur, sum ikki
kunnu sigast vera hálønt,
somuleiðis skulu fáa
nakað burturúr.
Og endamálið er, at
løntakarar
skulu
fáa
nakra
nyttu
burturúr
teimum lønarhækking-
um, tey fáa, tí tað faá tey
ikki sum er. Hvørja ferð,
tey fáa fimm krónur í
lønarhækking, betala tær
næstan tríggjar krónur í
skatti og tað kann ikki
vera rætt.
Skattalættin
viðgerast
víðari í
samgonguni
Bàrður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um er opin fyri at broyta
skattalættan hjá sam-
gonguni
Samstundis, sum
føroyingar eftir 1.
januar 2005 eisini
kunnu keypa og selja
eitt nú íslendskar og
norskar rækjur uttan
toll, veksur kappingin
um føroysku rækjur-
nar, tí tollfyrimun-
irnir koma ikki bert
føroyingum til góðar,
men eisini teimum
londum, vit kunnu
keypa rækjur frá
RÆKJUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein partur av avtaluni, sum
Føroyar og ES gjørdu stutt
fyri árslok, snýr seg um, at
føroysk virkir kunnu keypa
eitt nú íslendskar og norsk-
ar rækjur og selja tær á ES-
marknaðinum uttan toll.
Avtalan kemur í gildi, 1.
januar ár 2005 og snýr seg
um eitt samlað loft, sum er
3.000 tons av lidnum
rækjuvørum um árið.
- Í dag er skipanin hon, at
vit
kunnu
ikki
keypa
útlendskar rækjur og selja
tær til ES uttan at gjalda ein
toll uppá 20%. Hetta ger, at
tað er ikki lønandi at keypa
aðrar rækjur enn tær, ið
føroysku
rækjuskipini
fiska.
Men loft er eisini á,
hvussu nógvar føroyskar
rækjur kunnu seljast toll-
frítt inn í ES, og her er
loftið júst tað sama, nevni-
liga 3.000 tons.
Møguleikar og
kapping
Hans Jóhannes á Brúgv,
stjóri hjá O.C. Joensen á
Oyri, sigur, at nýggja av-
talan gevur øktar møgu-
leikar, men hon skapar í
prinsippinum eisini kapp-
ing.
- Nú verður tað soleiðis,
at kappingin um føroysku
rækjurnar verður størri, tí
tollfyrimunirnir koma eis-
ini íslendsku og norsku
rækjuvirkjunum til góðar.
Samstundis, sum vit kunnu
keypa og selja eina ávísa
nøgd av útlendskum rækj-
um sum føroyskar, kunnu
virkini í hinum londunum
gera tað sama.
Stjórin á Rækjuvirkinum
dugir ikki at siga, hvat
broytingin kemur at merkja
í praksis, og enn gongur
eisini tað mesta av einum
ári, áðrenn avtalan verður
sett í verk.
- Sum nýggjur í starv-
inum á Oyri, eri eg ikki
heilt greiður yvir, um eitt
nú íslendingar og norð-
menn hava aðrar internar
forðingar, sum eg ikki veit
um í løtuni. Men hetta
kemur tíðin at vísa, sigur
Hans Jóhannes.
Balta-londini í ES
Eitt annað, sum eisini kann
koma at fáa týdning, nú
avtalan við ES er komin
uppá pláss, er, at baltisku
londini eisini koma uppí
ES.
- Hesi lond fiska eisini
eitt sindur av rækjum, og tí
er torført longu nú at siga,
hvat avtalan í longdini
kemur at merkja, sigur
Hans Jóhannes á Brúgv.
Á Rækjuvirkinum á Oyri
eru tey annars til arbeiðis
hvønn dag, og arbeitt
verður í tvey-skiftivakt.
Eini 60 fólk eru í rækjunum
og eini 20 í skeljunum.
Skeljatíðin verður liðug
síðst í hesum mánaðinum.
Kappingin um føroysku
rækjurnar verður størri
- Enn er torført at meta um, hvat nýggja avtalan við ES um
tollfríar íslendskar og norskar rækjur kemur at merkja í
praksis, sigur nýggi stjórin hjá O. C. Joensen á Oyri, Hans
Jóhannes á Brúgv
Fríggjadagin kl. 17.00
ber til at hitta klovnin
Pjerrot úr Cirkus
Arena á Torginum í
SMS
KLOVNUR
Tíðindaskriv
Í sambandi við fram-
førslurnar hjá Cirkus Arena
í Føroyum í vikuskiftinum,
er klovnurin Pjerrot komin
til Føroyar eitt sindur
áðrenn hini úr sirkusinum,
og hann fer at hita upp á
Torginum
í
SMS
fríggjadagin
kl.
17.00.
Hann fer at undirhalda á
pallinum við sangi, tónleiki
og gandakynstri.
Cirkus Arena fer at
ferðast kring landið frá
leygardegnum av, og fara
tey at hava íalt 5 fram-
førslur í Føroyum, umframt
tí í SMS. Á sirkus-ferðini
hesaferð, hevur Cirkus
Arena
m.a.
við
sær
slangumenniskju
úr
Marokku, sum m.a. kunnu
binda knút á seg sjálvi,
franska
BMX-
heimsmeistarin,
afri-
kanskan fimleik á heims-
støði og klovnarnar Mar-
tino og Co. og Pjerrot,
sjálvandi.
Framførslurnar
hjá
Cirkus Arena verða so-
leiðis, í Runavík leygar-
dagin kl. 16.00, í Havn
sunnudagin kl. 15.00 og
18.00, í Trongisvági mána-
dagin kl. 19.00 og í
Klaksvík
týsdagin
kl.
19.00. Allar framførslurnar
verða í ítróttarhallunum á
nevndu
støðum.
Atgongumerki
fáast
í
forsølu í Bónus, og við
dyrnar ein tíma undan
sýningunum.
Pjerrot á Torginum
í SMS
C
M
Y
K
5
4