Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 25 - 6. februar 2004 Nr. 25 - 6. februar 2004 7 Fyrsta framsýningin í Galerie Focus í ár er við Heðin Kambsdal, og letur hon upp í dag, fríggjadagin kl 16 LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Heðin Kambsdal er úr Fuglafirði, útbúgvin lærari og undirvísir m. a. í tón- leiki. Hann hevur málað í nógv ár og m.a. sýnt fram í Føroyum á Varmakeldu, í Ribarhus og í Listaskálan- um og í Danmark í Galleri Flintholm og Galleri Ar- leth. Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrk- ur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar?. Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeyg- unum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt. Sum myndlistamaður er Heðin Kambsdal sjálvlærd- ur. Hann sýnist at vera in- spireraður av amerikanska listamálaranum Edward Hopper (1882 - 1967) sum ofta málaði stórbýarmynd- ir, hús og fólkatómar gøtur, bara onkuntíð eru fólk við í myndunum, helst sitandi, uttan at røra seg ella tosa saman, heldur innanhokin - og dámurin kennist rættu- liga mystiskur og melan- kolskur. Á framsýningini í Galer- ie Focus, Gríms Kambans- gøtu 20 í Havn, hevur Heðin Kambsdal 16 olju- málningar. Framsýningin verður frá 6. til 20. februar, týsdag - fríggjadag kl. 14 - 18, leygardag kl. 16 - 18. Framsýningarskráin hjá Galerie Focus fyri 2004 sær spennandi út. Eftir Heðin Kambsdal, 27. januar til 12. februar hevur Arnhold Vegghamar av Viðareiði framsýning við sínum eyð- kendu surrealistisku náttúrulýsingum, eisini hann er sjálvlærdur og royndur listamaður. Um páskirnar, 2. - 16. apríl, verður tað Tróndur Patursson úr Kirkjubø sum sýnir fram, Tróndur ar- beiðir m.a. við stand-mynd- um, glaslist og málningi, nógv í bláum og grønum litum. Hansara lýsingingar- háttur er sera spontanur av náttúruni og tí kosmiska rúminum. Vit kunnu gleða okkum, at síggja Hansinu Iversen og Vígdis Petersen í Galerie Focus 28. mai til 11. juni, tvær sera spennandi lista- kvinnur, báðar búsitandi í Keypmannahavn, Hansina Iversen málar abstrakt, stórar litflatir við pensil- strokum so rørðsla er í málninginum. Vigdis Peter- sen arbeiðir mest við leiri og glasi, hon arbeiðir tilvita við rúmi, formi og tí ein- falda. Eyðun av Reyni, Zacha- rias Heinesen og Jóna Rasmussen sýna fram í ávikavist september, oktob- er og november og enda soleiðis framsýningarárið 2004. Føroyingar fáa møgu- leikan at ringja inn og atkvøða fyri Petsi Tvørfoss ella hinum luttakarunum í Melodi Grand Prix leygarkvøldið. Í Danmark rokna tey við, at tær føroyskar atkvøðurnar verða avgerandi GRAND PRIX Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Århus: Leygarkvøldið klokkan 19., føroyska tíð, byrjar Dansk Melodi Grand Prix 2004. Teimum flestu kunnugt verður Petsi Tvør- foss úr Gøtu við í kapp- ingini leygarkvøldið. Hon syngur sangin Mest når det er regn. Og føroyingar fáa møgu- leikan at stuðla henni ella einum av hinum níggju, ið dystast leygarkvøldið. Nina Larsen, fjølmiðla- ovasti á Danmarks Radio, upplýsir, at føroyingar fáa møguleikan eftir somu treytum sum danir at ringja inn og atkvøða. Tað merkir, at føroyskir telefonfelagar kunnu ringja inn og atkvøða. Men tað eru ikki øll, sum fáa møgu- leikan. Tað er skipað so- leiðis, at tvær atkvøðu- greiðslur verða leygar- kvøldið. Tann fyrra tá allir tíggju sangirnir í kapping- ini eru spældir; síðani koma fimm sangir víðari og verða spældir umaftur - og tá verður aftur atkvøtt. Men tað eru bert felagar við ávísum endatølum í telefonnummarinum hjá sær, sum sleppa at greiða atkvøðu. Tvey tilvildarlig tøl verða drigin. Eitt nú kann tað henda seg, at fólk við 4 og 7 sum endatali sleppa at atkvøða fyrru ferð; og tvey onnur endatøl aðru ferð. Danir hava harumframt møguleikan at atkvøða um- vegis SMS, men hendan møguleikan fáa føroyskir telefonfelagar ikki. Avgerandi atkvøður Í danska blaðnum B.T. verður mett, at føroysku stuðlarnir hjá Petsi Tvør- foss kunnu fáa stóran týdn- ing fyri úrslitið av kapp- ingini. Hetta verður serliga sagt eftir at Guðrun Sólja Jacobsen vann Stjerne for en Aften við - við góðum stuðuli úr Føroyum. Mett verður, at føroyskar atkvøð- urnar kunnu avgera, men tað verður kortini ikki mett at vera nóg mikið. Ymisk fólk við kunnleika á økinum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg flest øll illa duga at meta um møguleikarnar hjá Petsi. Eingin annar enn luttakararnir sjálvir og fyriskiparnir hava hoyrt sangirnar, og teir eru nú einaferð rættiliga avgerandi fyri úrslitið - og ikki bert føroyingar. Sjálv hevur Petsi ikki stórvegis viðmerkingar til tíðindini um, at føroysku atkvøðurnar skulu fara at gera hana til vinnara. Hon sigur seg sjálvandi rokna við eitt sindur av stuðuli úr Føroyum, men allir luttak- ararnir hava mestur sínar stuðlar, metir hon. Stórur áhugi Áhugin fyri Melodi Grand Prix og føroyska luttakaranum, Petsi Tvørfoss, er rættiliga stórur í Danmark. Fyri tveimum árum síðani gekk tað rættiliga av skriðuni hjá dønum í altjóða finaluna, so danir eru ikki eins spentir sum onguntíð áður, men áhugin er kortini avgjørt tilstaðar. Petsi hevur verið noydd at smíla fyri nógvum myndamonnum, og hon hevur prátað við nógv tíðindafólk. Millum annað valdi TV2-Østjylland at fylgja henni tað mesta av mikudegnum og gera eitt innslag til sama kvøld. Føroyskar atkvøður avgerandi Tvørfoss hevur væntandi nógvar føroyskar stuðlar leygarkvøldið. Danir meta stuðulin úr Føroyum møguliga fara at gerast avgerandi fyri úrslitið. Mynd: DR Sosialurin fer sjálvandi at fylgja væl føroysku luttøkuni í Melodi Grand Prix. Vit eru á staðnum, tá kappingin byrjar í Atletion í Århus leygar- kvøldið, og í Sosialinum týsdagin verður stór frásøgn frá sangkappingini. Í sjálvum leygardagsblaðnum verður ein stór samrøða við Petsi Tvørfoss at lesa í Viku- skiftinum. Heðin Kambsdal sýnir fram í Galerie Focus Listarverk hjá Heðini Kambsdal úr Fuglafirði, sum letur upp framsýning í Gallerie Focus í dag kl 16 Maersk Air broytt skipanir uttanlands Paris fyri 495 kr og Mallorca 425 kr einvegis. Maersk Air herðir um kappingina uttanlands við 11 nýggjum rutum Kim Simonsen Kappingin millum flogfel- øgini uttanlands hevur nú fingið Maersk Air at broytt skipan, prísir og felagið er nú farið at flúgva til 11 nýggj støð í Europa. Før- oyarutan hjá Maersk Air er tó ikki undir broyting. Maersk Air bjóðaði til tíðindafund í Kastrup í gomlu flogvallarhúsunum. Donsku fjølmiðlanir hava sent tíðindi frá Maersk dag- in langan. Flogfelagið og nýggi stjórin Finn Øelund boðar stórar broytingar. Serligani eru prísirnir uttanlands ávegis niður, flogfelagið vil sum lág- prísfeløgini kring heimin leggja dent á at bjóða bí- ligar ferðaseðlar, serligani til tey sum bíleggja á inter- netinum. Flogferðamarknaðurin kring allan heimin er undir broyting. Globaliseringin merkir, at stór feløg sum Ryan Air, Virgin Airlines, Easy Jet og onnur eru nógv bíligari enn t. d. Lufthansa, British Airways, SAS og Maersk Air. Tey nationalu feløgini hava skjótt øll stórar trupulleikar at berjast við, men Maersk hevur ikki hugsað sær at gerast eitt av teim feløgum, ið skulu fara á heysin. Nú hevur Maersk 28 rutur til europeiskar býir og høvuðsstaðir. Øll feløg fara at broytast – Vit hava lágar prísir, og nú kunnu fólk sjálvi velja, hvussu nógv beinpláss tey vilja hava, sigur Finn Øe- lund stjórin í Maersk Air. Hann metir, at tað enn er ein stórur marknaður í Norðanlondum fyri lágprís- flogfeløg, Business-class marknaðurin minkar, með- an bæði prísir og lønsemi minka, tí lágprísflogfeløg hava pressað prísin. Hin vegin er marknaðurin av- marknaður, hetta uttan mun til, hvussu prísir annars mennast. Øelund var kon- tantur á tíðindafundinum, tað er ikki pláss fyri øllum flogfeløgunum í Norðan- londum í dag, og um 2-3 ár eru færri flogfeløg, sum verða sterkari og størri. Hann tosaði um fyrra ættar- liðið av lágprísflogfeløg- um, har prísurin er tað ein- asta, tey kunnu kappast við og um annað og triðja ætt- arliðið, har hesi koma at hava lágar prísir, men tó vilja kapppast upp á t. d. komfort. Hann metir tó, at í fram- tíðini koma øll feløg at líkj- ast, við lágum prísum og møguleikum fyri stórum frælsi fyri hin einstaka. Eg spurdi kunningar- stjóran, Per Brinch, um tað eru ætlanir um broytingar á føroyaleiðini hjá Maersk Air, hann staðfesti, at her eru fastlagdar reglur frá Trafikministeriet, ið gera at her er torført at gera nakað. Hesum greiddi hann eisini frá í Sosialinum í gjár. Men spurdur, hví Maersk ikki kann gera somu broytingar sum á øllum øðrum rutum, avvísti hann bert við at siga, at her fóru ongar broytingar at vera gjørdar enn. Maersk Air hevur ikki haft eitt gott ár Tað er ikki løgið, at Maersk einki kann gera á Føroya- rutuni, sjálvt um Atlantic hevur væl fleiri ferðandi. Tíðin er longu ein stór hótt- an fyri stór feløg sum Maersk Air, stjórin Finn Øelund avdúkaði, at felagið ikki hevði fingið nóg stórt lønsemi seinastu árini. Teir vilja nú blanda seg offen- sivt í bardagan við lágum prísum og ikki sum fyrr bert defensivt verja egnar rutur. Málið er at gerast størsta danska flogfelagið um 2-3 ár. Øelund er júst settur sum stjóri, hann hevur fyrr arbeitt fyri SAS og Air Greenland. Hann er kendur sum ein dugnaligur stjóri innan flogferðslu í Norðanlondum. Nýgg hugskot Eitt tiltak hjá Maersk, ið ikki fær týdning fyri før- oyarutina enn, men hetta fer helst at verða broytt og standardiserað er, at nú eru allir prísir einvegis. Maersk lýsir við prísum sum Mal- lorca, 425 kr., Lyon 595 kr., Bourdaux 595 kr., Malaga 425 kr., Toulouse 595 kr. Alicante 425 kr., Gran Canaria 795 kr., Madrid 595 kr., Paris 495 kr. o.s.fr. Fólk kunnu á rutunum velja, hvussu nógv pláss tey vilja hava. Maersk hevur broytt setrini umborð. nú fáast fýra sløg av setrum, small, medium, large og extra large. Small er 70 cm breitt og er tí bíligast. Med- ium er 80 cm og kostar 200 kr. meiri. Large er 90 cm og kostar 400 kr., meðan XL er bæði 90 cm. og stólurin er 50% breiðri og kostar heili 1400 kr. meiri. Maersk Air hevur eisini sum heild fingið nýggjar reglur fyri broytingar av ferðaseðlum, nú er gjørligt at broyta navnið á ferða- seðlum, tíðina ella at fáa peningin aftur heilt niður í tríggjar tímar áðrenn frá- ferð. Broytingar og avboð kosta 250 og 500 krónur, hetta er eitt stórt framstig í mun til at missa allan pen- ingin fyri ferðaseðilin. Men nýggja skipanin merkir eisini, sum hjá lágprísflog- feløgunum, at Maersk Air avtekur allar bonusskipanir. Nú skal kundin eisini velja, um hann vil hava nakað at eta umborð, her er gjørligt at velja millum fimm rættir á netinum, ella at spara pening og ikki eta nakað. Stór feløg berjast um marknaðin Bardagin innan ferða- mannamarknaðin er í dag stórur. Vit síggja risafeløg fara á heysin, tí lágprísfel- øg eru nógv bíligari, og tað er hóast alt tað, sum nógv tey flestu hava áhuga í, tá tey skulu flúgva. Maersk hevur eisini verið rakt av vánaligum lønsemi, aftur- gongd, og fólk eru koyrd. Nú vil felagið royna seg við nýggjari leiðslu, nýggjum prísum, rutum, einari nýggjari skipan fyri setrini og øktum fleksibiliteti fyri kundan, tá hann kann broyta ferðaseðlar, keypa teir bíligari á netinum og spara pening. Hin vegin eru ferðaseðlanar, ið ikki eru keyptir á netinum 150 kr. dýrari. Hetta er heilt van- ligt, t. d. leggur SAS 25 kr. omaná, Easy Jet 111 kr., British Airways 400 kr., Air France millum 250 og 650 kr - her kunnu vit tosa um reina diskriminering av teimum sum ikki hava internet. Við hesum tiltakið vil Maersk royna at nærkast einum lágprísmarknaði, men enn er hetta felag ikki kappingarført við t. d. Ryan Air og Virgin, ið hava prísir sum 200 kr. til London, 150 kr. til Frankfurt og 280 til Rom. Men ein stórur fyri- munur við Maersk rutunum er, at hesi bert flúgva til kendar flogvallir sum Kastrup, Charles de Gaulle, Heatrow og aðrar, meðan Ryan Air bert hevur sam- band við smáar flogvallir, ið mangan liggja 1-2 tímar uttan fyri kendar býir. At koyra hertil kostar mangan ikki heilt lítið. – Vit hava lágar prísir, og nú kunnu fólk sjálvi velja, hvussu nógv beinpláss tey vilja hava, sigur Finn Øelund stjórin í Maersk Air Maersk Air bjóðaði til tíðindafund í Kastrup í gomlu flogvallarhúsunum Bardagin innan ferðamannamarknaðin er í dag stórur. Vit síggja risafeløg fara á heysin, tí lág- prísfeløg eru nógv bíligari, og tað er hóast alt tað, sum nógv tey flestu hava áhuga í, tá tey skulu flúgva C M Y K 7 6