Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 25 - 6. februar 2004 Nr. 25 - 6. februar 2004 9 TÓNELIKUR Jan Rúni Poulsen jan_runi@hotmail.com Mánadagin í síðstu viku, kom nýtt føroykst tilfar út á gøtuna. Talan er um fløguna »Totally love songs«. Hetta er nýggja fløgan hjá punkbólinum Zink. Fløgan, sum bleiv upptikin í august mánaði í 2003, er ein so kallað »low budget-fløga«. Hans Edward, Edmund, Heini og Heðin hava sjálvir gjørt alt arbeiðið, ið skuldi til fyri at gera hesa fløgu við stórari hjálp frá vinfólki. – Hetta er ein bílig góð framløga við góðari hjálp frá vinfólki, greið- ir Edmund frá. – Tað var ætlanin bara at gera eina demofløgu, ið man bert kundi senda runt til plátufeløg, men so bleiv tað allíkavæl til eina veruliga útgávu. Edmund greiddi frá, at man hoyrir væl á fløg- uni, at hon ikki er tikin upp í nøkrum flottum studio. Tí um man lurtar rættuliga væl eftir í støðum, so hoyrir ein ella annan ganga og tosa uppi á loftinum. Fløgan var jú tikin upp í kjall- aranum hjá Hans Ed- wardi, stovuni hjá Ed- mundi og kamarinum hjá Heina. Fløgan bleiv tikin upp við harddisk- recordara, eitt so kallað heimastudio, ið Hans Edward eigur. Tutl hevur givið fløg- una út. Teir í Zink søgdu, at teir ætlaðu at bara geva hana út sjálvir í fyrstani, men fingu eitt gott tilboð frá Tutl og tóku síðani av. Teir fingu eisini góðan stuðul frá m. a. Mentanargrunn- inum. Á fløguni »Totally love songs« eru heili 13 sangir. Hesir eru allir punksangir. Summir hardcorepunk, aðrir meiri poppunk. Edmund segði, at teir spæla og syngja iron- iskar kærleikssangir, og mest sum allir tekstirnir í sangunum eru sannir. Ein góð fløga við nógvum spennandi til- fari. Frálíkt! Næstsíðsta mánadag kom fløgan hjá Zink á gøtuna Eykasýning av filmunum hjá Siggu og Ingun FILMUR Filmirnir "Móðirkensla/ Maternal Instinct" hjá Siggu Vang og "Spegil í minni mínum" hjá Ingun Olsen í Skrivarastoru vóru frumframførdir í gjár fyri fullsettum Norðurlandahúsi, og vóru tað nógv fólk, sum fóru avstað aftur í gjár, tí tey útselt var. Tí at áhugin hevur verið so stórur, verður ein eykasýning sunnudagin tann 08. februar 2004 kl. 16.00. Atgongumerki eru at fáa í húsinum og kosta kr. 30,00, verður sagt úr Norðurlandahúsinum. Starvsfólk eru væl- komin at starvast hjá Føroya Tele, t. d. kona og maður. Men tey kunnu ikki verða leiðari hvør hjá øðrum. Um so er, skal annað teirra flyta starv STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Tað er heilt náttúrligt, at skyldfólk arbeiða í somu fyritøku í Føroyum. Føroya Tele er ein av størstu fyritøkunum í landinum, og tí kemur hetta oftani fyri her. Hetta er als eingin trupulleiki. Men tað er ein sann- roynd, at tað kann skapa trupulleikar millum skyld- fólkini sjálvi og starvs- felagar, um hesi arbeiða á somu deild og ikki minst um hesi vísa til hvønn- annan, tvs. at annar er deildarleiðari og hin starvs- fólk á deildini. Føroya Tele sær tað verðandi sum sína skyldu at hava eina greiða støðu til hesi viðurskifti. Hetta vil hjálpa skyldfólkunum sjálvum og eisini starvsfe- løgum teirra. Tí hevur leiðslan á Før- oya Tele avgjørt, at staðesta hugburðin hjá Føroya Tele til hesi viðurskifti. Í niðan- fyristandandi reglum verða skyldfólk definerað sum kona/maður, foreldur/børn og syskin. Føroya Tele fer framyvir so vítt gjørligt, at halda seg til hesar reglur, tá fólk verða sett í starv: Á FT kunnu skyldfólk ikki vísa til hvønnannan. Dømi: KK og MM eru kona og maður. KK kann sambært hesari reglu ikki verða deildarleiðari hjá MM Um ein deildarleiðari verður settur í starv, har skyldfólk arbeiða, er neyð- ugt at flyta skyldfólki. Skyldfólk kunnu ikki missa starvið hjá sær, sum avleiðing av hesari reglu- gerð, men mugu tola at verða flutt í annað starv við somu tign og við lógligari freist. Um frávik skulu verða gjørd hesum viðv. skal hetta leggjast fyri starvs- fólkadeildina og leiðsluna. Føroya Tele gjørt reglur um skyldfólkapolitikk Zink - Totally love songs Maður og kona kunnu ikki vera leiðarar hvør hjá øðrum hjá Føroya Tele Savnsmynd FarIce samskiftis- kaðalin millum Ís- land, Føroyar og Skotland er lagdur og royndarkoyrdur. Hann verður vænt- andi tikin alment í nýtslu fyrst í næsta mánað SAMSKIFTI Edvard Joensen Um ein mánað ella so fáa føroyingar munandi betri møguleikar til samskifti við umheimin. Tá verður nýggi samskiftiskaðalin, FarIce, alment tikin í nýtslu. Kaðalin er lagdur og royndarkoyrdur tekniskt, sigur Páll Vesturbúð, tekn- iskur stjóri á Føroya Tele, sum er føroyski parturin í samstarvinum. Páll Vesturbúð sigur, at kaðalin tekniskt virkar væl, men at enn er nakað eftir at fáa upp á pláss, áðrenn sigast kann, at kaðalin alment kann takast í nýtslu. Onkrar samráðingar eru í gognd við veitarar, sum skulu knýtast upp í kaðalin. Hetta verður væntandi klárt einaferð fyrst í mars mán- að, sigur hann. Eisini er okkurt eftir at gera við leiðina niður gjøg- num Skotland. Motorvegin gjøgnum Skotland, sum tekniski stjórin á Føroya Tele nevnir tað. Hetta hevur einki við sjálvan FarIce kaðalin at gera, men er partur av samlaðu farleiðini millum Ísland og London, har serv- arar við ymiskum veitarum eru at finna og skulu knýt- ast í kaðalin. Alt hetta verður væntandi liðugt um somu tíð, og tá fer Føroya Tele so alment at boða frá, at FarIce sam- skiftiskaðalin er tikin í nýtslu, sigur Páll Vestur- búð. Tá kaðalin er tikin í nýtslu, verða samskiftis- viðurskiftini millum Før- oyar og umheimin rættiliga nógv betri, enn tey longu eru, sigur tekniski stjórin á Føroya Tele. Kapasiteturin verður fleirfaldaður, sigur hann, uttan annars at gera nakra neyvari samanbering. FarIce kaðalin ligur millu Ísland og Skotlan. Norðan- vert Føroyar er ein teymur knýttur í kaðalin. Hesin teymur kemur á land í Funningsfirði, og gjøgnum hendan eru Føroyar so knýttar í kaðalin. Maurin, sum leitað hevur verið eftir seinastu dagarnar, var framvegis saknaður, tá blaðið fór til prentingar LEITING Edvard Joensen Leitað varð í gjár við tyrlu eftir manninum, sum hevur verið eftirlýst- ur av løgregluni seinastu dagarnar. Av politistøðini í Havn varð sagt í gjár, at farið varð at leita við tyrlu í gjáramorgunin. Leitað varð í Eysturoy og Streymoy fram við veg- num, har roknast kann við, at ikki er sjónskt frá sjálvari vegbreytini. Politistar vóru við tyrluni hjá Atlantsflogi, sum nýtt varð til leiting- ina. Maðurin, um búði einsamallur í íbúð í Havn, var ættaður úr Leirvík. Hann er seinast sæddur í Leirvík á páls- messu og fór tá haðani til Havnar. Av tí, at hann ikki, sum hann annars var vanur, læt hoyra frá sær í nakrar dagar, varð farið at leita eftir honum. Men enn er einki spor av nøkrum slagi funnið, sigur løgreglan í Havn. Heitt verður framvegis á fólk um at hava eiguni eftir hvíta Mazda 323 bilinum við nummarin- um F 79.104 FarIce kaðalin lagdur Maðurin fram- vegis saknaður Atlantsflog fer vænt- andi at flúgva longri enn av fyrstan tíð ætlað fyri Austrian Airlines FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Samstarvsavtalan millum Austrian Airlines og At- lantsflog verður væntandi longd við eini viku, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Atlantsflog hevur eina tíð latið flogfar og manning til eysturríkska flogfelagið Austrian Airlines. Hendan avtalan verður væntandi longd við eini viku, sigur Magni Arge. Avtalan kom í lag gjøg- num eitt týskt flogfelag, WDL, sum Atlantsflog áður hevur samstarvað við, tá talan var um øvugt fortekin. Har Atlantsflog stóð og manglaði flogfar, og týskararnir í eini knapp- ari vend hjálptu til. Nú var tað so, greiðir Magni Arge frá, at týska felagið hevði gjørt avtalu við Austrian Airleine um at flúgva fyri eysturríkarar. Men týskararnir manglaðu manning og heittu tí á At- lantsflog, sum teir jú kendu frá fyrr, um at lata flog- ternur til hesa flúgvingina. Tað gjørdi Atlantsflog so. Og samstundis kom upp, at Austrian Airlines eisini manglaði flogfar, sum At- lantsflog kundi lata. Við manning. – So hetta gjørdist eitt rættiliga gott íkast hjá okkum í eini heldur soltnari tíð, fegnast Magni Arge um. Atlantsflog fer tann 28. mars undir summarferða- ætlanina. Hon líkist nógv henni frá í fjør, sigur Magni Arge. Nógv meira verður flogið til Danmarkar. Bæði Keymannahavn og Billund. Eitt nú verður flogið tvær ferðir um vikuna til Billund nú beinanveg. Fríggja- morgun og sunnukvøld. Seinni í summar verða túrarnir til Billund fýra ferðir um vikuna. Eisini verður flogið til Íslands og Grønlands. Til Noregs, Skotlands og til London. Magni Arge væntar eisini at sleppa at flúgva millum Keypmannahavn og Italia í summar. Tann avtalan er ikki í pottinum enn, men so gott sum, sigur hann. Tað manglar bara undirskriftin. Meira út í heim Leitað verður við tyrlu eftir saknaða manninum Avtalan millum Austrian Airlines og Atlantsflog verður væntandi longd við eini viku, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi FarIce samskiftiskaðalin, sum gevur føroyingum rættiliga nógv betri samskiftismøguleikar við umheimin, enn vit hava í dag, kemur á land í Funningsfirði C M Y K 9 8