Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 25 - 6. februar 2004 Nr. 25 - 6. februar 2004 11 Samgonguskjalið er áhugavert og nýskapandi á mangan hátt, og vit eru ikki samd við teimum, sum bara síggja samgonguna sum eitt sambandsfyri- brigdi. Hetta síðsta halda vit er ikki sørt órættvíst móti nýggju samgonguni og hennara samstarvs- grundarlag. Støðan er jú tann, at tað gamla og reina sambandið ikki er til longur. Sambandsflokkurin hevur flutt seg eitt langt strekki og er ikki til at kenna aftur í sjálvstýrismálinum. Frá at vera ein flokkur, sum hevði eitt næstan fundamentalistiskt støði í sjálvstýrisspurninginum, er Sambands- flokkurin vorðin ein nútímans og pragmatiskur flokkur um enn nakað trekur sjálvstýrisflokkur. Tað eru sostatt eingin veruligur sambandsflokkur eftir í førosykum politikki. Hetta er áhugavert. Tað er hetta søguliga høvið, sum teir tríggir sam- gonguflokkarnar hava nýtt til tess at finna fram til eina tjóðskaparliga semju um framtíðarstøðu Føroya sum sjálvstýrandi tjóð. Hesin leistur gongur í stuttum út uppá at røkka so langt á sjálvstýrisleið sum møguligt fram til suvernenitetin. Tá komið er hagar til í stigum, so hvørt fíggjarliga støðið er til tess, verður fólkið at taka støðu til, hvussu endaliga støða okkara skal verða við atliti at danska kongs- ríkinum. Tað er alt, sum bendir á, at tað er hesin leistur, sum ein breiður meiriluti av Føroya fólki ynskir. Um teir tríggir samgonguflokkarnir og Sjálvstýrisflokkurin, sum nú styðjar samgonguna, raka beint við hesi tjóðskaparpolitisku kósini, fáa vit ikki at vita, fyrr enn eftir næsta val, tá fólkið hevur felt sín dóm yvir hesa samgonguna. Tað kemst ikki uttan um, at tað í stóran mun er Fólkafloksins sjálvstýrispolitikkur, sum hevur vunnið á hesum øki, og tað er ivaleyst diplomatisku evnum fráfarna løgmans fyri at takka, at hetta gjørdist úrslitið. Uttan at Tvøroyrarskjalið verður nevnt við einum orði, má ásannast, at orðingarnar og tulkingin av samgonguskjalinum liggja sera nær við andan í Tvøroyrarskjalinum. Tvøroyrarskjalið hin- vegin minnir í innihaldi og í anda nógv um tann sjálvstýrispolitikk, sum Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin meira ella minni greitt hava signalerað serstakliga í val- stríðnum. Sostatt bendir alt á, at tjóðskaparpolitiska semjan verður skapað við støði í hesum politikki. Semjan hevur tí møguleika fyri at fáa eitt sera breitt og haldgott støði, um skilagott verður borið at. Henda gongd er sjálvsagt eitt stórt vónbrot hjá Tjóðveldisflokkinum, hvørs politiska aðalmál nú liggur í skeljum. Hví tað gekk, sum tað gekk, fara vit at koma inn á seinni. Tjóðveldisflokkurin kann tó ugga seg við, at tað var hann, sum byrjaði hesa nýggju sjálvstýristilgongdina, og at tað hóast alt gongur støðugt móti størri sjálvstýri. Men kenna vit flokkin rætt, er hann ikki nøgdur við hendan ugga, og skal samgongan tí vænta sær harða andstøðu. DAGSINS MEINING Sosialurin Tjóðskaparliga semjan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ó.H Biskopstø Ikki kann man lata verða at viðmerkja sambandsmann- in Bárð Nielsen í sambandi við grein í Sosialinum um tann sokallaða skattalættan. Nú eftir valið vísa sam- bandsmenn, hvat teir veru- liga standa fyri tá tað snýr seg um tann vanliga verka- mannin, nú kemur tað virkuliga talið á borðið og sum veljari teirra hevur trúð uppá. Sambandsflokkurin fekk eina stóra framgongd í Norðoyggjum, har eru næstan bara verkamenn og kvinnur sum í fávisku hava givið sambandinum krossin í teirri trúgv at teir skuldi fáa skattalætta og sum fór at lætta um daglidagin hjá teimum. Blekkið er ikki blivið turt, longu venda teir veljaranum bakið og geva teimum 129 kr um mánan fyri stuðulin og sær sjálv- um 3000 kr um mánan fyri arbeiði hjá sær at heila- vaska veljaran, hettar er eisini orsøkin til at lættin varð hildin loyniligur til beint áðren vali so eingin hevði tí at rokna úrsliti áðren krossurin skuldi setast. Orðini hjá Bári siga hvat hann heldur um veljarar sínar. - Ein, sum forvinnur heilt lítið, betalir kanska bara 25-30% í skatti. Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at ein ein slík løn eigur at fáa skattalætta.- Hettar er ikki heilt rætt tali er 30-40%. Hesi orð vísa takksemi til tímalønt sum við stríð og strev hava fingið landi upp úr kreppuni. Hettar er tað sum sambandi stendur fyri "Tit skulu gjalda Vit skulu valda". Alt hettar vísir eisini at teir klóku heilarnir í flokk- inum vita hvar peningurin til teirra høgu lønir má koma frá tí halda teir so fast í blokkin. Hettar man Fólkaflokkurin eisini hava haft ilgruna til nú teir eisini eru vorðnir meira sam- bandssinnaðir. Áki Andreasen Eg vil fegin seta fram fyrispurning um hvat Før- oya Arbeiðarafelag og Ingeborg Vinter sigur til skattapolitikkin hjá nýggju samgonguni. Forkvinna felagsins var skjót frammi at gera við- merkingar til undanfarnu samgongu - hvar er hon nú??? Eg sakni at tit fjølmiðlar spyrja fakfeløgini um skattapolitikkin hjá sam- gonguni. Høgni Hoydal ABC-samgongan sigur seg vilja gera eina nýggja lóg um marknaðarføring og brúkaravernd. Tað er eitt tað frægasta í samgongu- skjalinum, og hetta fara vit í Tjóðveldisflokkinum at halda samgonguni fastari uppá. Tó vóna vit, at sam- gonguflokkarnir sjálvir vilja taka spurningin upp um politiska marknaðar- føring og vilja ganga undir krøv um reiðiliga markn- aðarføring til komandi val. Tað er keðiligt at fáa rætt í teimum ávaringum, sum vit royndu at seta fram í valstríðnum. Vit gjørdu vart við, at marknaðarføringin hjá Fólkaflokkinum, Javn- aðarflokkinum og Sam- bandsflokkinum, var skeiv vørulýsing. Gott hevði verið hjá veljaranum at fingið greið boð frá flokkunum sjálvum undan valinum um, at ein atkvøða fyri javnaðarflokk- inum var ein atkvøða fyri asosialum skattapolitikki og ongari javnstøðu. At Kristian Magnussen rapp- aði fyri ungdóminum til frama fyri fólkafloks- og sambandspolitikk. Tað hevði verið gott hjá veljaranum at vita undan valinum, at ein atkvøða fyri Fólkaflokkinum var ikki ein atkvøða fyri radikalum sjálvstýri og føroyskum fullveldi, men ein atkvøða fyri radikalum sambandi og danskari ríkiseind. Heldur ikki var tað ein atkvøða fyri einum frælsum vinnulívi og sjálvberandi búskapi, sum lýsingarnar søgdu, men fyri politiskari stýring og studn- ingsbúskapi. Men rætt skal vera rætt: Sambandsflokkurin segði greitt undan valinum, at hann fór at geva skattalætt- ar, støðga fullveldinum og at lima okkum inn í danska ríkið. At skattalættin fór at kosta omanfyri 320 milli- ónir og fór at gagna háinn- tøkunum, var tó orsøkin til, at sambandið duldi upp- skotið sum mansmorð. Tjóðveldisflokkurin segði sannleikan um uppskotið, so hóast alt var veljarin ávaraður. Men veljarin var ikki ávaraður um, at Fólka- flokkurin og Javnaðar- flokkurin seldu eina vøru, sum hóast ymsa innpakk- ing, var reinur sambands- politikkur. Kanska hevði tað reiði- ligasta til næsta val verið, at hesir tríggir sambands- flokkarnir bara fusioner- aðu? Venda veljarunum bakið Nýggj lóg um marknaðarføring neyðug Hvat sigur Ingeborg? VIÐMERKINGAR Heidi Petersen tingkvinna Tjóðveldis - floksins Vestmanna Skelkandi skattalætti Tað var ikki sørt at tað skelkaði, tá Útvarp Føroya bar tíðindini, um hvussu útrokningarnar uppá skatta- lættan, eftir undirskjalinum hjá nýggju samgonguni, fór at síggja út. Í Norðurstreymoy snúði nógv av valstríðnum seg um tann "hemmiliga" skattalættan hjá Sambands- flokkinum, við nýggja fíggjarmálaráðharra á odda. Tað var kanska ikki so løgið, tá hann segði seg hava verið við at útvikla skattalættauppskotið. Hann førdi fer eftir fer fram, at vit í Tjóðveldisflokkinum ikki høvdu fata skattalætta- uppskotið rætt, og at hansara uppskot eisini fór at geva lágu inntøkunum skattalætta. Vit í Tjóðveldisflokkin- um ávaraðu ímóti at skatta- lættin, við teimum fáa upp- lýsingunum sum sluppu út undir valstríðnum, bert kom at geva teimum væl- bjargaðu fyrimun, meðan verkamaðurin og flaka- kvinnan ongan lætta fóru at fáa, og at vit hildu tað vera sera ábyrgdarleyst at lova skattalætta í einum val- stríði, uttan at vísa á hvussu hesin skuldi fíggjast. Tað er tí við stórun harmi vit í dag ásanna at vit fingu so dyggiliga rætt. Eftir upp- skotinum í undirskjalinum hjá samgonguni fær verka- fólkið eftir 4 árum um 123,- kr. í skattalætta um mánaðin. Fólk við høgum árslønum, um 300.000,- kr., fáa umleið 1.7000,- kr.í skattalætta um mánaðin og stjórðin, sum bæði vinnur 500.000 og hevur trygga eftirløn, fær 2.800,- kr. um mánaðin í skattalætta. Hvar eru vallyftini um at skatta- lættin skuldi koma øllum samfelagsbólkum til góð- ar? Hetta vil eg kalla villeiðing av grovasta slag. Samhaldsfasta samfelagið ofra fyri persónligar ambitiónir. Veljarin kann við góðum grundum spyrja, hvar er Javnaðarflokkurin í hesum skattalætta roki? Veljarin kann eisini við røttum spyrja hvønn samfelags- bólk Javnaðarflokkurin umboðar. Eru tað bert tey fastløntu við almennum lønum og góðari eftirlønar- skipan, sum hava umboðan á tingið gjøgnum Javn- aðarflokkin? Ikki sambært tí flokkurin førdi fram í valstríðnum, nei, tá var hann bæði samhaldsfastur og tryggur, og tað var ikki eiti á sum bollarnir vóru góðir í suppuni, hon mest sum kókaði yvir av berum c vitaminum. Men gakk, tað reyk alt fyri borð tá hann tevjaði maktina og løg- mannssessin. Tá var verka- maðurin og flakakonan gloymd, tá vóru c vitamin- irnar til øll gloymdar, tí tá var bert pláss eftir til tað eina, og tað var teimum persónligu politisku ambi- tiónunum. Tjóðveldisflokkurin trygdin fyri samhaldsfesti Í løtuni er einasta trygd fyri einum samhaldsføstum samfelagið Tjóðveldis- flokkurin. Flokkurin sum var stovnaður av fiski- manna og verkafólki kring landið við endamálinum um eitt verðuligt fólkaræði í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Flokk- urin sum hevur til endamáls at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðug tjóð, har ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur hevur framí- hjárætt til vald og ognir landsins. Flokkurin sum hevur til stevnu at allir Før- oyingar hava somu sam- felagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur. Nýggi fíggjarmálaráðharrin villleiddi veljaran Edmund Joensen Seinastu árini hevur Dimmalætting flutt seg burtur frá Sambands- flokkinum. Tað er sjálv- sagt hennara egna søk. Men sum trúgvur lesari haldi eg sjálvur, at blaðið í sínum ídni eftir at flýggja burtur frá Sambandsflokkinum, ofta endar í hinari grøv- ini og í fleiri førum hev- ur skaðað Sambands- flokkin meira enn gott er. Tak sum dømi sein- astu Dimmalætting frá 4. februar, og serliga greinina »Sambandið er slitið«, sum er skrivað av Sonju Jógvansdóttir. Eftir at hava lisið hesa greinina spyr ein seg sjálvan, hvussu langt av allari leið eitt blað sum Dimmalætting kann loyva sær at fara? Kann eitt blað, sum er at sær komið, og tess blaðfólk, loyva sær at skriva, gita og illgita uttan at hald er í nøkrum sum helst? Hvussu valið av landsstýrismonnunum hjá Sambandsflokkinum fór fram, hava veljarafe- løgini og sambandsfólk sjálvandi rætt til at fáa at vita. Tí er tað heilt burt- ur við, at Dimmalætting kemur við gitingum og illgitingum á allar lægsta støði, enntá uttan at spyrja seg fyri. Valið av landsstýris- manning Sambandsflok- sins fór soleiðis fram: Tingmanningin við- gjørdi fyrst um lands- stýrisfólkini skuldu velj- ast innan fyri ella uttan fyri tingbólkin. Eftir umrøðuna var full semja um, at tey tvey lands- stýrisfólkini, sum Sam- bandsflokkinum var til- lutað í nýggja lands- stýrinum, skuldu koma úr tingbólkinum. Eftir rímuliga stuttari tíð var full semja um at seta Bárð Nilsen til landsstýrimann í fíggj- armálum. Eftir drúgva men siði- liga umrøðu, og í fullum opinleika, varð støða tikin til hin landsstýris- mannin. Úrslitið var, at 4 vildu hava Jóhann Dahl til landstýrismann í fiskivinnumálum, tvey vildu hava Kaj Leo Jo- hannesen og ein vildi hava Alfred Olsen. Søgan er ikki longri og meira torskilt enn so. Dimmalætting á serliga lágum støði Regin av Steinum Í sambandi við stjórnar- samráðingarnar, ið hava givið okkum nýtt lands- stýri, er sagt, at teir tríggir flokkarnir, ið manna nýggju sam- gonguna, eru samdir um at býta landsstýrissess- irnar soleiðis, at Javn- aðarflokkurin fær løg- mann og ein landsstýris- mann, Fólkaflokkurin fær tríggjar sessir, men Sambandsflokkurin fær tveir landsstýrismenn og tingformannin. Er hetta sambært stýrisskipanarlógini ella andanum í lógini? Eigur avgerðin um, hvør skal vera tingfor- maður at koma upp í sjálva telvingina at skipa nýtt landsstýri og vigast (ella gerast upp) í politiskari ávirkan, tá ið hann skal vera tingfor- maður fyri bæði sam- gongu og andstøðu, og meira at kalla skal vera uttanveltaður tingmað- ur? Vit minnast væl, hvussu hesin leikur fór fram í seinasta val- skeiði. Hvat siga teir kønu, t. d. teir, ið smíðaðu stýrisskipanarlógina? Ein hypotetiskur spurningur TÍÐINDASKRIV Hetta er aðru ferð, at Felagið Agape skipar fyri almennum vikuskiftiskeiði. Í nov. 2002 var evnið »Kristin í nútíðarsamfelag- num«, meðan evnið hesu- ferð er: »Sorg og kreppa«. Valið av hesum evni er ikki tilvildarligt. Felagið Agape hevur nú verið virkið í Føroyum í nøkur ár. Arbeiðið byrjaði við, at eitt árskeið var í sálarrøkt og familjuráðgeving í 1998- 1999, sum Agape í Dan- mark stendur fyri. Vit vóru 18 luttakarir. Á hesum skeiði kom hugsanin at stovna Felagið Agape í Føroyum, og varð ein nevnd vald at skipa fyri arbeiðinum. Samtalur: Eitt, sum vit sóu tørv á, var at kunna bjóða fólki regluliga sam- talu við sálarfrøðing, sum arbeiðir á einum kristum støði, og hava vit síðani 2000 annanhvønn mána havt vitjan av familju- og psykoterapeuti frá Agape í Danmark. Nógv hava brúkt hetta høvi og í stytri ella longri tíðarskeið gingið til samtalir. Undirvísing: Tá danski ráðgevin vitjar, hevur hann eisini undirvísing ymsa- staðni í landinum. Evni, sum hava verið frammi, eru t.d. "Samskifti í heimi og meinigheit" - "Tvístøður, hvussu loysa ella liva við teimum" - "Parforhold" - "Foreldur og tannáringar" - "Kenslu- og trúarlív". Øll evni, sum hava við lív, trúarlív og samskifti manna millum, kunnu verða tikin fram. Royndirnar hesa tíðina gera, at vit júst velja evnið: "Sorg og kreppa" fyri skeiðið 20.-21.februar, tí tað sýnist, sum so sera mong liva við kanska ókendari sorg, sum tyngir gerandisdagin. Sorg um torføran barndóm, torførar familjuumstøður, mistan førleika, sáraðar kenslur, svikið álit - ein kann sjálvur halda á. Og mong uppliva størri ella minni sálarliga kreppu, sum kann vera torfør at arbeiða við. Ein høvuðspurningur á skeiðnum er: Hvussu ar- beiða við egnari sorg/ kreppu? Og annar høvuðs- spurningur er "Hvussu stuðla øðrum, sum eru í sorg/kreppu". Undirvísarir eru hjúnini Connie og Mads Noer, bæði familju- og psykotera- peutar við drúgvum roynd- um við samtalu og ráð- geving. Skeiðið verður í Meinig- heitshúsinum í Havn og er kostnaðurin 450 kr. Skrá verður send til missiónshús og limir í Agape kring landið. Eisini ber til at fáa meira at vita um skeiðið og skrá hjá nevndarlimunum á Agape. Í nevndini eru: Sólbjørg Símunarson, Argir, for- maður, tlf. 310899, Anna Nesá, Norðagøta, næstformaður, tlf. 441440, Viggo Johannesen, Tórs- havn, kassameistari, tlf. 321175, Arndis Lindberg, Tórs- havn, tlf. 31374. Næstu ferð vit fáa vitjan niðrifrá er longu 5.-7. februar. Pláss er nú fyri fleiri til samtalu. Eisini er at nevna, at Mads Noer, sum er komin hendanveg í umleið eitt ár, niðri verður nógv brúktur sum ráðgevi og hjálpari til "konflikt- loysn" í bólkum og á ar- beiðsplássum. Um onkur tí er, sum ynskir samtalu - ella undirvísing í kristnum felagsskapi ella á arbeiðs- plássi, ella einans vil spyrja um hetta, so ber somuleiðis til at venda sær til ein nevndarlim. Ella send eitt e-mail til solbjorg@post.olivant.fo Av okkum, sum vóru á árs- skeiðnum í Agape, eru fleiri, sum eisini fegin vilja hava eitt kvøld sum t.d. viðvíkja parforholdi, sam- skifti, vitjunartænastu. Er áhugi fyri hesum, er bert at seta seg í samband við Felagið Agape! Felagið Agape: Vikuskiftisskeið í Havn 20.-21. februar Undirvísarir eru hjúnini Connie og Mads Noer, bæði familju- og psykoterapeutar við drúgvum royndum við samtalu og ráðgeving C M Y K 11 10