fríggjadagur 6. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 25 - 6. februar 2004
Nr. 25 - 6. februar 2004
13
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.
uk
Í vesturheiminum, har inn-
tøka og keypsorka oftani
avger tín samleika og har
eitt viðskiftafólk kann av-
markast til paria-status í
nútímaeygum við at vísa
einum starvsfólki hjá Tele-
búðini sína tvey ára gomlu
Nokia-fartelefon, er tað eitt
øgiligt trýst at píska seg til
deyðis bert fyri at halda
leikin gangandi. Nærum
hvønn dag eri eg vitni til
slíkt trýst; ov nógv ting, vit
hava "tørv á" til tess at lætta
um, gera lív fullfíggjað
ella, og mest tragiskt, verd
at liva... men ikki nóg
mikið av peningi at gjalda
kostnaðin. Eg kenni til fólk,
sum nýta hvørt høvi at
arbeiða eykatímar. Ikki tí at
tey hava tørv á peninginum,
men tí at hava hann kann
merkja eitt betri fartelefon-
modell, fleiri og dýrari
jólagávur, óneyðuga nógv
sólkort ella eini sethús, tey
allíkavæl ikki hava ráð til.
Altso, meira tað kostar,
meira "virði" hevur tú sum
persónur.
Hetta er yvirhøvur ein
viðurkenning av, at nógv
fólk arbeiða alt ov nógv;
ikki so nógv tí at tey eru
undrunarverdar arbeiðsrøt-
ur ella av teirra arbeiðsgev-
arum verða tvungin, men tí
at tey eru stýrd av stund-
anini eftir eini yrkistvíspor-
an. Men henda tvísporan,
tráanin eftir at klára seg væl
á arbeiðinum, er í alt ov
stóran mun skapt av markn-
aðinum.
Henda – tori eg at siga –
"amerikanska"
ovurar-
beiðs-mentanin bankar seg
inn í høvdið á okkum og
elur upp óhugnalig grev við
tí mikið harmiliga úrsliti, at
fólk ikki verða før fyri at
taka sær av børnunum.
Men við tí í hyggju at
slætta vegin mótvegis pro-
amerikanarum vildi tað
sømt seg at seta "borgara-
liga" í staðin fyri "ameri-
kanska" – eg dugi ikki heilt
at síggja, at tað skuldi
hjálpt, men nú er tað so
gjørt. Hvussu er og ikki og
hvussu nógv eg so royni,
skilji eg ikki allar hasar
moraliserandi borgaraligu
einstaklingarnar. Eftir tørni
sentimentalisera hesi fólka-
flokslíknandi fólk familju-
lívið fyri síðani at vera
ímóti hvørjum tí einasta
uppskoti (sum til dømis eitt
loft fyri arbeiðstímar um
vikuna), ið av sonnum vildi
gjørt tað møguligt hjá
familjuni at verið meira
saman. Men hesar borgara-
ligu, familjuvinarligu kreft-
ir støðga ikki so; nei, tær
velja enntá at brúka hvørja
løtu at tala fyri politiskum
tiltøkum
sosum
"lægri
skattatrýst" sum, sambært
teimum, skal fáa fólk at
arbeiða uppaftur meira.
Óføra familjuvinarligt, má
eg siga.
Løgið er, meðan føroysk-
ir og bretskir ráðharrar
ávikavist úti í Tinganesi og
Whitehall sita langt út á
kvøldið og skriva endaleys-
ar lovsangir til familjuna,
verða børnini ansað av
betaldum
fremmanda-
fólki... ella konuni – Før-
oyar og Bretland eru jú
saman um so tramansliga
nógv íhaldssinnað hug-
burðs-øki.
Onkursvegna
hevur tað eydnast arbeiðs-
gevarum við politiseraðum
pedagogikk-stuðuli at billa
sær og øðrum hálvbakaðum
borgarum inn, at "langar
arbeiðstíðir" er samheiti
fyri "fólk, ið vilja nakað"—
altso,
karrierufremjandi
starvsfólk—og at hetta, at
ovurarbeiða, ‘is good for
business"; og tessvegna
eisini landsins vinnings-
býti. Eftir øllum at døma
eru hesir borgaraligu, inn-
tøkuglaðu – og rættliga so –
einstaklingar ikki greiðir
yvir, ella hava bara lagt seg
á ta búskaparligu sann-
roynd: at langar arbeiðstíðir
ikki økja um produktivi-
tetin.
Tak Bretland! Hetta er
landið í vælferðar-Evropu,
ið arbeiðir mest—meira
enn íslendingar... teir hava
so nógar kaffisteðgir. Men
samtíðis er framleiðslu-
megin, produktiviteturin,
lægst í vælferðar-Evropu.
Og sambært Institute of
Fiscal Studies er hetta ikki
tilvildarligt,
"tí
fram-
leiðslumegin er størst, tá ið
tú ert væl fyri og yvirhøvur
glaður um lívið". Almenna
frágreiðslan sipar sjálvandi
til, at tú arbeiðir best, um
eitt nú viðurskiftini heima
við hús eru so væl fyri, sum
nú einaferð til ber; at tú
sum arbeiðari, men fyrst og
fremst menniskja, livir í
eini nøkulunda javnvág í
mun til familju, arbeiði,
vinfólk og hissini frítíðar-
virksemi. Og tí er valla
talan um rakettvísindi, tá ið
tú hevdar, at eitt og hvørt
óhugsað og fíggarliga ófor-
svarligt uppskot frá teim
borgaraligu um skattalætta
vil føra til júst tað øvuta:
eina "ójavnvág", ið hvørki
tænir familju ella lands-
kassan, og so slettis ikki
arbeiðsgevaran. Við eini
loyniligari skattaábót er
torført at siga nakað um
Sambandsfloksins veruligu
ætlanir, sjálvt nú aftaná
loknar
samráðingar
og
nýstovnaða,
men
lítið
solidariska samgongu—um
skattapolitisku ætlanirnar í
sonevnda "undirskjalinum"
eru at taka eftir. Hinvegin
er
Fólkaflokkurin
væl
meira munnhavin. Hesin
ábyrgdari fyri "lat tey ríku
gerast ríkari og tey fátæku,
ja, vera á sama stað... men
helst fátækari so at eggja
teimum til at arbeiða
meira" er so sera errin av
sínum "lága skattatrýsti...
so at tað loysir seg betur at
arbeiða"-sannføring. Tað er
bara tað, fólkafloksfólk—
og hetta nevni eg uttan
nevnisvert schadenfreude –
at har finnast eingi búskap-
arlig prógv fyri uppáhald-
inum um at ein skattalætti
økir um virksemið í einum
landi. Tað er ikki so nógv
tað, at tey borgaraligu
halda, at beinleiðis úrslitið
av einum skattalætta er økt
virksemi, ella at ein skatta-
lætti vil føra við sær eina
herðing av arbeiðshugin-
um, men heldur fulltíðar-
ynskið hjá einum konserva-
tivum flokki at fáa fólk at
arbeiða meira, ella harðari
(t.v.s., annaðhvørt arbeiða
fleiri tímar um vikuna ella
"harðari" innan sama tíma-
tal).
Tann konservativi flokk-
urin, eins og Fólkaflokk-
urin, sigst at vera ein sið-
venjubundin eind og dámar
tístaðni øgiliga væl konven-
sjóninr sum "familja"; og
hevur í hesum sambandi
eisini tikið patent upp á at
vera
júst
hetta,
ein
"familjuflokkur". Higartil
er alt, sum so, í lagi. Men
so koma vit til tann staðin,
har eg óviljugt ikki klári at
fylgja teimum longur fram
á leið, tankaleið. Men
áðrenn – og eg fái fatur á
endanum aftur, tí hetta
hevur nakað við "langt úti"
at gera. Eg havi nevniliga
hoyrt um eitt ávíst slag av
unglingum, sum so ræðu-
liga gjarna vilja rópast
"trúgvandi". Tað er so í
lagi, eg eri til dømis ikki
lámur, og eri eg fullvísur í,
at fólk eisini skíta á tað.
Men tað er opinberliga
vorðið – og eg veit væl at
"trúgvandi" ikki dáma hetta
orðið, men eg brúki tað
kortini – "nýmótans" at
siga: "Tað er sakin at
prísa!" Hvat? Eg rokni við,
at tey meina "prísa Gud" og
ikki
ketsjup-dunkar
í
Miklagarði, men er hetta
ikki bara enn eitt fyrsta-
floks-dømi um ein stað, har
tú sum rætthugsandi bara
ikki klárar at fylgja órætt-
hugsandi longur fram á
leið? Hetta er, eins og
"familjuflokkurin", langt
úti? Og vit eiga at minnast
til, at hesi "langt úti"-ung-
lingar, orsaka, "trúgvandi"
eru produkt av "familju-
floks"-stuðlandi
kon-
servatistum, hvørs aðal-
endamál her í lívinum eftir
øllum at døma er at vena
seg um hvussu nógv tey
rinda í inntøkuskatti (aftaná
sjálvi at hava fingið upp í
posa og sekk av lands-
studningi... sum altso er
skattaborgarans peningur,
tykkara
lortungar).
Og
støðan er tann sama í Eng-
landi. Teirra útgáva av
"familjumoraliserandi"
konservatistum verða í
øðini, tá ið tey uppliva inn-
brot: "Hvar eru foreldrini at
hesum forbankaðu inn-
brotstjóvum... hvar er løg-
reglan?" Lat meg svara.
Hvat fyrsta spurninginum
viðvíkur: "tey [foreldrini]
arbeiða. Eru tit við mær?
Tey arbeiða so at fáa end-
arnar at hanga saman; og
fáa sostatt ikki alt upp hesi
børn, ið frammanundan eru
illa fyri. Tað, at tímalønin
er so lág ger, at tey muga
‘kompensera’við at arbeiða
meira—meiri enn nakað
menniskja átti at gjørt. Og
lat meg líka leggja afturat,
hesi vilja ikki hava skatta-
lætta, men lønarhækkan".
Og hvat seinna spurning-
inum viðvíkur: "ádú, ádu,
tit
skattalætta-stuðlar!
Kann tað vera, at løgrelgan
ikki var júst har, tit ynsktu
hana vera, tí at tit, tá ið
samanum kemur, sýta fyri
at rinda tann peningin, ið
skal til?"
Óansæð, vit muga síggja
til, at marknaðurin arbeiðir
fyri fólkið, og ikki hin
vegin. Hóast arbeiðsmarkn-
aðurin í Fraklandi, takkað
veri eini í so sterkari og
einoygdari fakfelagsrørslu,
er ov stirvin, kann landið
veita okkum eitt rættiliga
gott dømi um hvussu hetta
kann fyriskipast. Í 1998
varð lógaruppskotið um
eina 35-tíma arbeiðsviku
viðtikið. Lóggávan fevnir
um umleið helmingin av
samlaðu arbeiðsmegini (hin
parturin vóru undantikin
arbeiði sosum læknar ella
um tú arbeiðir fyri eina
fyritøku við minni enn
tjúgu starvsfólkum). Um-
skapanin var út úr hesi
verð... til tað betra: fim-
leikahallir, vælgerðarstovn-
ar, svimjihallir og alskyns
samfelagsbólkar upplivdu
limatalið
fara
uppfrá.
Vikuskiftisferðir gjørdust
alt í einum ein avgerandi
marknaður. Foreldur fóru
undir at taka frí mikudagar
fyri at vera saman við børn-
unum (franskir skúlar eru
stongdir mikudag seinna-
part). Lóggávan er smíðað
soleiðis, at nógvir arbeið-
arar velja at halda frí 1-2
tímar áðrenn hvønn dag.
Fýrs prosent av teimum, ið
hava hesi framíhjárættindi
siga, at umskapanin hevur
verið "jalig" ella "sera
jalig" fyri tey, eisini tá ið
tað kemur til arbeiðsviður-
skifti.
Eins og tey borgaraligu í
Englandi leikaðu í, tá ið
minstalønin skuldi koma
fyri tingið, líka leikaðu tey
borgaraligu í Fraklandi í, tá
ið 35-tíma arbeiðsvikan
kom fyri tingið. Tey borg-
araligu í Englandi ávaraðu
um, at arbeiðsgevarar fóru
at kenna seg noyddan at
reka fólk úr starvi og at
bretski búskapurin fór at
verða sligin sundur í sor.
Soleiðis
bleiv
ikki;
1
millión arbeiði blivu skapt.
Takk fyri, Blair & Brown.
Tey borgaraligu í Fraklandi
ávaraðu um, at franski bú-
skapurin – hvørs heilsu-
støða frammanundan ikki
var ov góð – fór at verða
sorlaður. Soleiðis bleiv
ikki; út við 300.000 arbeiði
blivu skapt og arbeiðisloysi
fall frá 12,6 prosent til 9,6
prosent innan 3 ár. Pro-
duktivitetstalið er hækkað
fýrisligani. Arbeiðarir, ið
ikki eru ólukkuligir og
daprir í huga, ‘surprise,
surprise’, arbeiða betur, ja,
sjálvt "harðari". Sum ikki
einaferð
sóu
vit
neo-
liberalar ortodoksar molna
sundur yvir av liberalum
progressivistum. Síðani, tó,
hevur franska stjórnin pre-
senterað 35-tíma lóggáv-
una við meira smidleika,
ásannandi, at franski ar-
beiðsmarknaðurin er alt ov
fastlæstur; meðani tann
bretski, hinvegin, yvirhøvur
er ótrúliga flytførur, men
kanska í so smidligur—tað
er, at tú eftir vild kanst seta
í starv og frá.
Í lógini um arbeiðsum-
hvørvi hevur tú sonevndu
"Hvíldartíðina", sum boðar
frá, at tú í mesta lagi kann
arbeiða 13 tímar um sam-
døgrið (undir einum ar-
beiðsgevara). Tað vil siga,
at "familjuligu" flokkarnir í
núverandi samgongu – um
eingin broyting kemur í –
krevja, uha-da-da-da, uha-
da-da-da-da, at tú skalt
"hvíla" í 11 tímar, nú tá ið
samdøgrið, eisini undir hesi
samgonguni, enn er 24 tím-
ar... og neyvan kann koma
út fyri nakrari hækking...
ella lækking. Hetta forðar
sjálvandi ikki nøkrum, um
eg havi skilt hetta rætt, í at
fáa sær eitt "eykaarbeiði"
undir einum øðrum ar-
beiðsgevara, arbeiðsgevari
nr. 2 – og 13-tímar reglan
gongur í gildi av nýggjum.
So, kjakið um arbeiðstíðir
er so at siga vorðið nakað
hjá marknaðinum at finna
útav. Men at lata arbeiðs-
marknaðin aleinaðan syrgja
fyri rímiligum arbeiðstíð-
um vil undir øllum um-
støðum føra til, at tey í
minni góðum ella sterkum
fakfeløgum vera fyri van-
býti.
Men tá ið tú so tosar um
at fáa hesa lívsnørandi um-
skapanina til Føroya, upp-
livir tú einamest illvilja-
heilsur: "Hví skal lands-
stýrið noyða fólk at fara
heim aftaná 35 tímar? Hví
skal tað ikki vera upp til
mín at arbeiða so leingi, eg
havi hug til?" Men eingin
verður noyddur av nøkrum
nýútlærdum,
skrivstovu-
kendum kandidatum at fara
heim; tað er bara tað, at tú
fært ikki pengar fyri yvir-
tíð. Hetta er tí at títt frælsi
at arbeiða yvir fyri yvir-
tíðarløn má vigast uppímóti
frælsinum hjá øllum øðrum
mótvegis teirra arbeiðs-
gevarum, sum meira enn so
kunna finna uppá at noyða
hesi at arbeiða órímiliga
leingi. Fyri nøkur vil ein
slík skipan ikki vera serliga
kærkomin, men tann sam-
andungaði góðgripurin vil
vera teimum flestu at bata,
eisini teimum í Telebúðini.
VIÐMERKINGAR
Hin borgaraliga mótsøgnin
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag, fríggjadagin 6. februar,
hava Fía og John Høj í
Klaksvík gullbrúdleyp. Tey
eru bæði klaksvíkingar, hóast
3 av foreldrunum komu av
bygd, og tey hava búð í
Klaksvík alla sína tíð.
Suffía, kallað Fía, er dóttir
Annu, f. Wolles á Trøllanesi,
og Jógvan Isaksen úr Lorvík.
Hon vaks upp úti í Brekkuni,
og eftir lokna skúlagongd fór
hon
at
arbeiða
á
sýsluskrivstovuni og síðani á
posthúsinum. Hon hevði stutt
til
arbeiðis,
tí
bæði
sýsluskrivstovan og posthúsið
høvdu tá høli beint niðan fyri
barnaheim hennara. Seinni
hevur hon í mong ár havt
roknskapin á Norðurfisk í
Árnafirði um hendi.
Fía hevur liðið av ymiskum sjúkum frá ungum árum,
men hon hevur havt eitt ótrúligt lívsmót og hevur ikki sitið
hendur í favn og gramt seg, men hevur altíð verið fús og
fró.
John er sonur Ebbu, f. Joensen í Vági í Klaksvík, og
Jákup Adrian Høj av Strondum. Hann vaks upp á
Vágsheygnum og hevur búð har mestsum alt sítt lív. Eftir
at Fía og hann vóru gift – og tað eru jú 50 ár síðani nú –
bygdu tey úti í Grótinum, men nøkur ár seinni fluttu tey
niðan á Vágsheyg í barnaheim hansara, sum tey bygdu
uppí.
John tók millumskúlaprógv í Klaksvík. Hann arbeiddi
so í krambúðini á Stongunum og á skrivstovuni hjá
Kjølbro í nøkur ár. Fyrst í fimmtiárunum fór hann at
arbeiða á Klaksvíkar Hermetikk, vanliga nevnd
Bollafabrikkin. Virkisleiðari har var týskarin Paul
Lammers, og John fór við honum til Týsklands at læra
hermetikk og haðani til Svøríkis at nema sær kunnleika á
sama øki. Heimafturkomin varð hann virkisleiðari á
Bollafabrikkini. Umframt at hava útbúgving í hermetikk-
framleiðslu, hevði hann eisini keypt allar uppskriftirnar
hjá Lammers. Í 1964-65 endaði hann sína útbúgving á
Norges Hermetikfagskole í Stavanger.
Á Bollafabrikkini framleiddu tey ymiskar vørur: bollar
og fiskakøku í blikkum, gaffilbitar, sild í tomat, fugl í
soði, og tey arbeiddu eisini hummara. Hermetikkvirkið
var eitt av teimum góðu arbeiðsplássunum í Klaksvík,
millum annað tí at arbeiðið var so fjølbroytt frá einari
árstíð til aðra.
Tí má tað sigast at vera spell, at John ikki fekk høvi at
brúka sína endaligu útbúgving serliga leingi. Fyrst í 60-
unum fór Kjølbro eins og aðrir í landinum at royna
flakavinnu umframt framvegis at arbeiða saltfisk og
klippfisk. Ein part av árinum varð flak skorið á
Bollafabrikkini, til tað stóra flakavirkið á Kósini læt upp í
1966.
John varð settur sum virkisleiðari á flakavirkinum og
var har til 1991, ta seinastu tíðina sum stjóri.
Bollafabrikkin virkaði undir aðrari leiðslu í nøkur ár, men
varð so latin aftur med alla.
Frá 1980 og nøkur ár fram var John eisini nevndarlimur
í Pf. J.F. Kjølbro.
Kósavirkið var tað størsta í landinum, men John hevði
eisini áhuga fyri landsins minsta flakavirki. Um ársskiftið
1973-74 keypti hann virkið í Árnafirði, og tað fór aftur
undir flakaframleiðslu í august 1974. Virkið keypti í
fyrstani mest smáa hýsu frá Kósavirkinum og
spesialiseraði seg í at gera raspað hýsuflak, sum hevur
roynst óføra væl og hevur fingist til keyps í handlinum fyri
sera rímiligan prís. Tey seinnu árini hevur virkið keypt fisk
á uppboðssølu.
Jógvan, sonur Fíu og John, var virkisleiðari á Norð-
urfisk í Árnafirði tey fyrstu árini, meðan John framvegis
var virkisleiðari á Kósini, men í 1991 segði John upp á
Kósini og fór sjálvur at arbeiða á Norðurfisk. Hann hevur
bygt virkið út fleiri ferðir, seinast í fjør, tá frystiorkan varð
munandi økt og nýggj skrivstova eisini varð bygd.
Arbeiðið á virkinum hevur verið støðugt, og tað hevur
borið seg væl.
Í nøkur ár vóru feðgarnir báðir, John og Jógvan, á sama
virki, men í 1997 keypti Jógvan flakavirkið í Norðdepli,
sum nú kallast Norðfra. Har er hann stjóri og virkisleiðari,
og eisini har er støðugt arbeiði.
Fía og John eiga 3 børn: Ebba, f. í 1954, er gift við Jens
Andreassen og býr í Havn. Jógvan, f. í 1955, er giftur við
Sonju Hammer og býr í Klaksvík. Joan, f. í 1961, er gift
við Jan Klein Jacobsen og býr í Klaksvík. Fía og John eiga
11 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabbabørn.
Tey bæði eru alla sína tíð komin trúliga í samkomuna í
Betesda, har tey framvegis hava sína dagligu gongd. Í
nógv ár sungu tey í kórinum, og John hevur frá heilt
ungum árum verið millum teirra, sum hava borið eitt orð
fram. Í meiri enn ein mansaldur var hann sunnudags-
skúlalærari, og tey eru nógv hundrað, sum hava havt hann
í sunnudagsskúla og bíbliutímum.
Gullbrúdleypið verður hildið í Betesda í kvøld, fríggja-
kvøld, og har eru øll vælkomin.
Fía og John Høj hava gullbrúdleyp
Í dag hava hjúnini Suffía og John E. Høj Klaksvík,
verið gift í 50 ár. Øll eru hjartaliga vælkomin til
veitsluna, sum verður í Betesda kl. 19.00 í kvøld.
GULLBRÚDLEYP
Fyri 30 árum síðan varð
rættuliga farið í gongd við
at seta skeltir við gøtunøvn-
um upp í Havnini. Ein
gøtunavnanevnd varð sett
at kanna øll tey ymsu stað-
arnøvnini í býnum og geva
gøtunum,
serstakliga
í
teimum nýggju býlingun-
um, hóskandi nøvn.
Í hesi nevnd sótu: Ver-
land Johansen, formaður,
Martin Djurhuus, næstfor-
maður, Sverri Dahl, Joh-
annes í Mattalág, Høgni
Mohr, William Heinesen og
Jóhan Hendrik Winther
Poulsen. Kristjan á Neysta-
bø var skrivari hjá nevnd-
ini.
Kelda: Myndablaðið NÚ 1974
Fyri 30 árum síðan:
Nýggj gøtuskeltir í Havnini í 1974
Her seta Jákup Olsen og ein starvsfelagi frá Tórshavnar kommunu skelti upp á Egholmstrøð, meðan Jóhan Udbø Jensen, Bjarni
Rubeksen og ein smádrongur hyggja at
Dagurin
6. februar. Duruta, deyð umleið ár 300. Henda unga
gentan í Kesarea í Kappadokiu vildi heldur ikki vita
av einum heidnum fríggjara, sjálvum landshøvding-
anum, og hann læt hana hálshøgga.
Navnið Dorothea er grikskt og merkir Guðs gáva.
C
M
Y
K
13
12