Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 6. februar 2004 15 Amerikanski staturin Massachusetts loyvir nú samkyndum at gifta seg, men forsetin hóttir við at broyta grundlógina fyri at forða tí SAMKYND Árni Joensen fartekst@mail.dk Bush sigur avgerðina hjá myndugleikunum í Massa- chusetts vera sera ørkyml- andi. – Hjúnalagið er ein heilag skipan ímillum mann og kvinnu. Ætla víð- gongdir dómarar at broyta hetta við rættarúrskurðum er einki annað at gera enn at broyta amerikonsku grundlógina, sigur ameri- kanski forsetin og leggur afturat, at hann er til reiðar at gera alt fyri at verja hjúnalagið. Hægstirættur í Massa- chusetts staðfesti fyrra- dagin ein dóm um, at tvey fólk av sama kyni hava rætt til at ganga saman í hjúna- lag, og at tey hava somu løgfrøðiligu rættindi sum onnur hjún. Í november kom rætturin til ta niðurstøðu, at tað er brot á grundlógina hjá stat- inum at banna samkyndum at giftast. Tá varð roynt at fáa rættin at staðfesta, at tað var nóg mikið við skrá- settum paralagi, men tað vildi rætturin ikki ganga við til. Avmarka tilflyting Alt bendir á, at norsku myndugleikarnir fara at seta mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu flyta úr teimum eysturevropeisku londunum til Noregs at arbeiða, tá londini í Eysturevropa koma upp í ES tann 1. mei. Eftir galdandi reglum hjá ES kunnu fólk úr samveldinum roknast sum arbeiðstakarar, arbeiða tey tíggju tímar um vikuna í Noregi. Men hósdagin legði Arbeiðaraflokkurin fram uppskot um, at fólk skulu hava fulla arbeiðsviku og arbeiðsloyvi, áðrenn tey kunnu fáa arbeiði í Noregi. Enn hava stjórnarflokk- arnir ikki sagt, hvat teir halda um uppskotið, men sambært norsku fjølmiðlunum er lítið at ivast í, at teir fara at taka undir við tí. Leiðslan í Arbeiðaraflokkinum sigur, at endamálið við uppskotinum er at forða fyri sosialum ójavna, og at munur verður gjørdur á fólki á arbeiðsmarkn- aðinum. Flyta pengar úr Danmark Danska skattavaldið er komið eftir, at 50 altjóða fyri- tøkur, sum eru virknar í Danmark, hava roynt at flyta meiri enn eina hálva milliard krónur av landinum fyri at sleppa lættari í skatti. Í seinastuni hevur skattavaldið kannað viðurskiftini hjá altjóða fyritøkunum, og fyribils er úrslitið, at 50 fyritøkur hava fingið boð um, at teirra skatta- grundarlag er broytt. Sambært Jyllandspostinum hava fyritøkurnar fingið boð um, at tær skulu gjalda skatt av 665 milliónum krónum meiri, enn tær sjálvar høvdu givið upp. Uppgerðirnar eru fyri árini 2001 og 2002. Tað vóru kortini minni enn so allar fyri- tøkurnar, sum høvdu snýtt, tí í 130 málum bleiv einki broytt. Svend Erik Hovmand, skattamálaráðharri, sigur við Jyllandspostin, at tey donsku skattakrøvini til altjóða fyritøkurnar eru líka hørð og í summum førum harðari enn í øðrum londum. Tí er tað ikki óhugsandi, at summar fyritøkur flyta pengar til Danmarkar fyri at sleppa lættari í heimlandinum, so tað er ilt at siga, um Danmark missir ella vinnur pengar, tá saman um kemur, sigur hann. Eigur at fáa heiðursløn Er norska Nobel-nevndin óheft, eigur George W. Bush, forseti, at fáa ársins friðarheiðursløn, eydnast tað honum at fáa enda á borgarakrígnum har suðuri í Sudan. Tað sigur Frank Wolf, sum er limur í amerikanska Umboðsmannatinginum. Hann vísir á, at tað er eydnast USA at fáa teir stríðandi partarnar í Sudan at semjast um, hvussu oljuríkidømið skal býtast. Allar súður eru kortini ikki syftar enn, men roknað verður við, at ein endalig friðaravtala kann fáast í lag, tá samráðingar verða aftur um einar átta dagar. Frank Wolf heldur kortini ikki, at George W. Bush skal fáa friðarheiðurslønina einsamallur. Hann held- ur, at Colin Powell, uttanríkisráðhari og fyrrverandi senatorurin John Danforth eiga at fáa hana saman við forsetanum. Hendir tað ikki, er tað ein staðfesting av, at norska Nobel-nevndin er ikki óheft, sigur hann. Mafialeiðari tikin Brasilska løgreglan tók týsdagin tann 39 ára gamla italiumannin Fabio Franco, sum italska løgreglan leingi hevur leitað eftir. Løgreglan í Italia hevði fingið frænir av, at maðurin var flýddur til Brasil, og at hann ætlaði sær at fáa eina skurðviðgerð í andlitið, so eingin skuldi kenna hann aftur. Tá brasilsku løgreglumenninir komu fram á hann, tók maðurin eina slípimaskinu og royndi at slípa fingrarnar, so fingramerkini ikki skuldu avdúka, hvør hann var. Men hann var ov seinur. Italska løgreglan vil vera við, at Fabio Franco er ímillum fýra teir týdningarmestu mafialeiðarunum í Italia. Felagsskapur hansara er undir illgruna fyri morð, rúsevnahandil og vápnahandil. Hann skal eisini hava selt skøkjuhúsum ungar kvinnur. Fleiri milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi undan bardøg- unum í Kolombia. Talan er um eina av teimum ringastu menniskjaligu krepp- unum í heiminum, men altjóða sam- felagið vendir teimum bakið FLÓTTAFÓLK Árni Joensen fartekst@mail.dk – Flóttafólkakreppan í Kolombia er tann ringasta á vestaru jarðarhálvu og tann triðringasta í heiminum næst eftir Kongo og Sudan, sigur varahákommiserurin hjá ST í flóttafólkamálum, Kamel Morjane. Kreppan er ikki bara eitt innanríkismál í Kolombia, tí nógv fólk eru rýmd til grannalondini, og fleiri royna at flýggja til USA og Evropa. Tí er hetta ein al- tjóða kreppa, sigur Morja- ne. Borgarakríggið í Kolobia hevur vart í mong ár. Skift- andi stjórnir hava ligið í støðugum stríði við vinstra- sinnaðar bólkar, og rús- evnishandil er ein avger- andi partur av stríðnum. Men støðan er versnað tey seinastu árini, sigur vara- hákommiserurin. Sambært ST eru ímillum tvær og tríggjar milliónir fólk í Kolombia rikin frá húsi og heimi, og umleið 300.000 eru flýdd av landinum. Tey flestu halda kortini til í frumskógar- økinum við landamarkið, og umstøðurnar, sum tey liva undir, eru ræðuligar, men altjóða samfelagið vendir teimum bakið, sigur Kamel Morjane. Tey gloymdu flóttafólkini Bush í hernað ímóti samkyndum hjúnalagi UTTAN ÚR HEIMI Frøin var stór á teimum samkyndu aftan á úrskurðin hjá hægstarætti í Massachusetts, men Bush, forseti, ætlar sær at seta hart ímóti hørðum Mynd: Reuters 15 14 Nr. 25 - 6. februar 2004 Í samgonguskjalinum hjá nýggu samgong- uni finst ikki eitt orð um ferðslutrygd. Forkvinnan í Ráðn- um fyri ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, heldur tað vera bæði synd og skomm fyri Føroyar, at politikar- ar skulu sýna ferðslu- trygdini so lítlan ans POLITIKKUR/FERÐSLA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fleiri doyggja í ferðsluni í Føroyum enn í grannalond- um okkara, og ferðsluskað- ar kosta føroyska samfel- agnum slakar 200 milliónir krónur í miðal árliga. Men hóast hetta, hava politikararnir heilt gloymt at nevna ferðslutrygdina í samgonguskjalinum. Hetta harmar forkvinn- una í Ráðnum fyri Ferðslu- trygd, Rúnu Sivertsen, hon er ikki sørt ørg um at eitt so týdningarmikið mál sum ferðslutrygdin skal hava so lítlan áhuga millum politik- ararnar. Hon vísir á hagtølini, sum siga, at tað doyggja nógv fleiri í ferðsluni í Før- oyum, enn í grannalondum okkara. Um gongdin ikki vendist, kunnu vit rokna við, at av teimum 702 børnunum, sum vórðu fødd í 2002, fer um leið helvtin at verða fyri ferðsluskaða, 6 fara at doyggja áðrenn tey eru til- komin og umleið 14 av teimum verða avlamin av eini ferðsluvanlukku. Rúna Sivertsen vónar, at hesi tølini fáa politikararn- ar at taka ferðslutrygdina í størri álvara. – Nú er tíð uppá at ferðslutrygdin kemur á dagsskrá á Føroya Løg- tingi, sigur hon. Ferðslutrygd í tingið Rúna Sivertsen hevur sett seg í samband við Bjarna Djurholm, landsstýris- mann, sum harmast um at ferðslutrygdin ikki er nevnd í samgonguskjalin- um. – Men tað vil tó ikki siga tað sama sum, at ferðslu- trygdin er gloymd, sigur hann. Eitt uppskot til samtyktar um nullhugsjónina var klárt at leggja fyri tingið, tá val varð útskrivað. Bjarni Djurholm sigur, at uppskotið verður lagt fyri tingið fyrsta dagin. Tá fáa vit eitt aðalorðaskifti um ferðslu, sum síðani kann verða grundarlag undir ferðslupolitikkinum í Før- oyum í framtíðini. Rúna Sivertsen, formaður í Ferðslutrygd: Ferðslutrygdin gloymd Nú um dagarnar kom út nýggj skaldsøga »Lykkepust fra Liverpool« eftir Bjarna Filholm Åkesson, sum annars er best kendur fyri sínar bøkur um føroyska og danska skipasøgu. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga, sum eisini gongur fyri seg í Føroyum BÓKAÚTGÁVA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Skaldsøgan handlar um unga drongin Sverra, sum í 60-unum saman við familj- uni flytur til Bornholm at búgva. Har møtir Sverri einum floksfelaga, Cedar, sum er sera tónleikaáhug- aður og heilt bitin av The Beatles. Saman stovna teir báðir sítt egna píkatráðs- orkestur, sum vísir seg at blíva ein »succes«. Í øllum hesum veksur Sverri upp í einum donsk- um bygdaumhvørvi, har tað ikki er lætt at ganga við langum hári og spæla nú- timans píkatráðstónleik. Bókin er ein áhugaverd tíðarmynd um ungdómin í 60-unum, tað sum tey hava at stríðast við og eisini tað, sum tey hugna sær við. Í skaldsøguni vitjar Sverri eisini í Føroyum. Hann ferðast sjálvandi við f e r ð a m a n n a s k i p i n u m »Tjaldur«. Í einum broti stendur t.d. »Sverri havde også tigget og bedt sine forældre om at måtte tage sine sorte spidse hjemme- designede beatles-sko med på rejsen, og faren og moren havde til sidst hovedrystende givet sig. Faren havde fornuftigt ind- vendt, at disse sko slet ikke var egnede til Færøenes landskaber, men drengen var ubøjelig. Han mente, at han ville kunne imponere de færøske piger deroppe med at se rigtig smart ud. Sådan kom det ikke til at gå«. Fyrsta skaldsøgan Høvundurin var sjálvur ungur í 60-unum og virkin í tónleikalívinum á Born- holm. Skaldsøgan er tí eis- ini merkt av hansara egnu upplivingum. Bjari Åkesson Filholm hevur skrivað fleiri aðrar bøkur, sum t.d. um ferða- mannaskipið Tjaldur, sum var bygt á Aalborg Værft í 1953 og um Smiril, sum var bygdur í 1932, og bókina »Fire skibe med navnet Tjaldur«, sum kom út í fjør. Eisini hevur hann skriva aðrar bøkur, sum eru givnar út av Forlaget Nautilus. »Lykkepust fra Liver- pool« er hansara fyrsta skaldsøga. Bjarni Åkesson Filholm er føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri. Familjan Filholm búsett- ist seinni á Bornholm, har Bjarni gekk í skúla og bleiv studentur í 1972. Hann lærdi til bókavørð á Dan- marks Bibliotekshøjskole og bleiv útlærdur í 1976. Síðan hevur hann arbeitt sum bókavørður. Bjarni Åkesson Filholm: »Lykkepust fra Liverpool« – nýggj skaldsøga um 60-ini Rúna Sivertsen, forkvinna í RFF, harmast um at ferðslutrygdin er gloymd í samgonguskjalinum. Eitt av tiltøkunum at minka um ferðsludeyðan millum ung er undirvísing fyri øllum næmingum í 9. flokkunum í Føroyum. Í gjár vóru næmingar í Ósáskúlanum í Klaksvík á dagsskeiði á Ráðnum fyri Ferðslutrygd Mynd: Jens Kristian Vang Bjarni Filholm Åkesson C M Y K 14