Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 25 - 6. februar 2004 Nr. 25 - 6. februar 2004 17 samkoman skal hava sagt seg tilhoyra Hvítusunnu- rørlsuna og skal eisini hava sagt seg vera inspirerað av Livets Ord. Samtakið hjá Hvítu- sunnurørsluni hevði boðið sær til at hjálpa við ráðgev- ing og at seta ein nýggjan trúboðara í Knutby men varð avvíst. Samstundis varð heitt á limirnar í Knut- by samkomuni um at fara hvør til sítt og lata sam- komuna upploysast, hetta tó uttan úrslit. Óróin hevur teir seinastu dagarnar verið stór millum trúarligar leiðarar og onnur ið alsamt meira sóu Knutby samkomuna sum eina dómadags sekt, ein kult við kollektivum sjálvmorði í kvittanum. Aftan á sunnu- dagsins prædiku um dóma- dag og verðins enda góvu bæði Svenska Kirkjan, Hvítusunnurørslan og Livets Ord úttrykk fyri einum ítøkiligum ótta um at eitt annað Waco ella Jones- town kann vera í ferð at taka seg upp í Knutby. Vandin fyri einari kata- strofu av tí slagnum varð sambært ein serfrøðing hjá Svensku Kirkjuni vaksandi í takt við at Knutby sam- koman tóktist isolera seg meira og meira frá um- heiminum. Tó helt ein ann- ar serfrøðingur at hesin ótt- in var púra yvirdrivin og at Knutby samkoman als ikki ber eyðkenni av dómadags kulti. Reisir fordómar Allir partar tykjast tó samd- ir um at fólkini í Knutby onkursvegna mugu fáa hjálp, hóast tey sjálv ikki halda seg hava hana fyri neyðini. – Tað er ein samfelags- ligur innsatsur sum nú má til, segði Karl-Erik Nylund, ein lokalur fyristøðumaður innan Svensku Kirkjuna, við TV4 Nyheterna. – Her er tørvur á øllum góðum kreftum, legði hann afturat. Nylund, ið verður rokn- aður sum serfrøðingur inn- an sektir, var ein av teimum sum slógu alarm aftan á prædikuna í Knutby sunnu- dagin. Hann vísti á at sam- koman kendi seg trongda av øllum umheiminum samstundis sum hon vrak- aði tilboðið frá Hvítu- sunnurørsluni um hjálp og ístaðin talaði um verðins enda. – Tá gerist eg í øllum før- um óróligur, segði Nylund. – Allar ávaringar lampur lýsa nú. Situatiónin kann leiða til eina katastrofu. Eg hugsi um kollektivt sjálv- morð. Vit hava sæð líkn- andi situatiónir bæði í Waco og Guyana. Tá vóru samkomurnar undir hørð- um trýsti og valdu at steingja hurðina fyri um- heiminum. Men ein annar serfrøð- ingur, Peter Åkerbäck, sum fyri Dagens Nyheter gjørdi eina kanning av samkom- uni í Knutby, helt ikki at nøkur serliga sannførandi tekin bendu á eitt komandi kollektivt sjálvmorð. – Knutby vísir eingi tekin um dómadags sekt, segði Åkerbäck. Hann vísti á at tað finnast nógvar sam- komur innan Hvítusunnu- rørsluna ið ofta tala um dómadag uttan at hetta yvirhøvur inniber nakran vanda í so máta. – Samkoman livir í Knutby. Tey práta við tíðindafólk. Tey hava opnar fundir. Pressa, útvarp og sjónvarp eru sloppin at taka lut á fundunum hjá sam- komuni. Tað bendir als ikki á stongdheit. Åkerbäck meinar at tað finnist ein greiður tendens- ur til at tá okkurt extremt hendir í einum lítlum átrúnaðarligum bólki, má rørslan sum so beinan vegin leggja sjógv millum seg og bólkin. Tað hendi eisini aftan á morðdramaið í Knutby, tá fleiri leiðandi trúboðarar innan Hvítu- sunnurørsluna vóru skjótir út at distansera seg frá Knutby samkomuni sam- stundis sum teir settu spurning við teirra máta at tulka Bíbliuna og prædika. – Aftan á sorgarleikin í Waco í Texas, sum var ein útbrótarabólkur frá sjeyndadags adventistun- um, máttu sjálvt sjeynda- dags adventistar í Svøríki út í miðlarnar fyri at mar- kera at »vit eru øðrvísi«. Uttan mun til hvussu er og ikki, so hevur sorgar- leikurin í Knutby longu fingið avleiðingar fyri Hvítusunnurørsluna og nógv foreldur taka nú síni børn úr barnabólkum í samkomunum. – Hetta smittar á okkum men uppmerksemið í miðl- unum ger at flestu skilja at Knutby er ikki nøkur vanlig Hvítusunnu samkoma, segði ein trúboðari hjá Filadelfia í Stockholm, Sten Gunnar Hedin, við Aftonbladet. Hedin, sum eisini er talsmaður fyri Hvítusunnu- rørsluna í Svøríki, staðfesti at Knutby sorgarleikurin reisir bæði spurningar og fordómar. – Eingin onnur samkoma í Svøríki líkist tí í Knutby. Men tað finnast tendensir til ein autoriteran leiðslustíl eisini í øðrum samkomum, tað órógvar meg. Sviar øtast við av tíðindunum um harðskap og ólevnað í einari lítlari sam- komu í Knutby - ein leiðandi trúboðari er fongslaður illtonktur fyri millum annað morðið á konu sína. MORÐ Í KNUTBY Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com 10. januar klokkan 04:47. Ein 30 ára gamal maður verður funnin skotløstaður í Knutby, nærhendis Upp- sala. Løtu seinni verður tann 23 ára gamla Alex- andra Fossmo funnin myrd; tann myrda er kona ein leiðandi lokalan trúboðara. Dagin eftir verður ein 26 ára gomul barnagenta hjá trúboðaranum fongslað aftan á at hava viðgingið fyri politinum at hon átti lut í illgerðunum. Barnagentan skal annars hava verið djúpt forelskað í trúboðaranum men varð víst úr samkom- uni aftan á at hon í no- vember hevði mishandlað ta nú myrdu Alexandru Fossmo við einum hamara. Hon er varðhaldsfongslað mistonkt fyri morð, morð- roynd og grovan harðskap og játtar seg seka; tað verður tó hildið at hon kann hava verið stýrd av øðrum. Samstundis fær løgreglan illgruna um at fyrra kona trúboðarans kann hava verið myrd, heldur enn at hava latið lív av einum óhappi í 1999. Kanningar í málinum um ta fyrru konu trúboðarans verða tiknar uppaftur av nýggjum og politiið festir seg nú við at tann 27 ára gamla Heléne Fossmo kann hava verið deyð av eitran, og ikki av at vera dottin og hava sligið seg í, sum annars hevur verið hildið. Trúboðarin og elskarind- an hjá honum verða hand- tikin, bæði undir mistanka fyri at hava planlagt morðið á Alexandru Fossmo um- framt at hava staðið aftan fyri ta miseydnaðu morð- royndina á mannin hjá elskarinduni, tann 30 ára gamla ið varð løstaður. Tann 38 ára gamla syst- irin hjá tí myrdu Alexandra Fossmo verður av mongum mett sum veruligi leiðarin av samkomuni í Knutby. Hon skal alment hava latið seg víga sum »Brúður Kristusar« og skal fyrr hava havt eitt ógvuliga tætt sam- band við tann morðmis- tonkta trúboðaran. Tann karismatiski norski trúboð- arin, sum saman við »Brúð- ur Kristusar« hevur stýrt Knutby samkomuni, noktar seg sekan eins og elskarindan men situr eins og hon framvegis fongslað- ur, og tað sama ger barna- gentan ið hevur viðgingið. Jørðisk motiv Løgreglan illteinkir trúboð- aran fyri at hava viljað full- ført sítt ætlaða morð á tann særda 30 ára gamla í sjúkrabilinum á veg til Akademiska Sjukhuset í Uppsala. Hetta var sambært eina keldu innan løgregluna orsøkin til at trúboðarin fylgdi við í ambulansuni. – Tað er møguligt at hann royndi at finna eitt høvi at fáa tann 30 ára gamla skotskadda at tiga fyri altíð, segði ein løgreglu kelda sambært Uppsala Nya Tid- ning. Síðani skotdramaið hevur politiið havt illgruna um at trúboðarin ætlaði at drepa tann 30 ára gamla, og lív- vaktir eru settar inn. Morðnáttina var tann 30 ára gamli vaknaður av at tað bankaði á kamarshurð- ina; konan hjá honum svav hjá »Brúður Kristusar« men hevur annars í longri tíð livað meir ella minni fast saman við trúboðar- anum. – Í fyrstani helt eg at tað mundi vera í spølni, greiddi tann 30 ára gamli frá á sjúkrahúsinum nakað aftan á morðroyndina. – Ein lítil persónur sum helt vápninum í báðum hondum, ljóðaði signale- mentið og passaði til ta fyrr morðmistonktu 26 ára gomlu barnagentuna. – Tað var eitt øgiligt buldur, tað ringdi í oyru- num. Eitt par vaknaði sum búði til leigu í heiminum hjá tí 30 ára gamla. Tey lupu við sínum tvey ára gamla soni í fanginum til at hjálpa sín- um verti. Tá tann 30 ára gamli var komin á sjúkra- hús, við trúboðaranum undir liðini, varð kona trúboðarans, Alexandra Fossmo, samstundis funnin deyð. Trúboðarin varð beinan vegin tikin til av- hoyringar. Løgreglan arbeiðir út frá at motivið til tað ætlaða dupultmorðið var at trúboð- arin og hansara elskarinda vildu av við sínar hjúna- felagar. Tann 30 ára gamli og Alexandra Fossmo vóru eisini arbeiðsfelagar. Tann 30 ára gamli rak eina web fyritøku saman við einum øðrum limi í Knutby sam- komuni og átti, saman við sínum verfaðiri, eisini eitt eigarafelag; hetta verður mett sum møguligur partur av motivinum, nevniliga at varðveita hesar ognar í familjuni. Hevði tann 30 ára gamli skilt seg frá konu sínari, elskarindu trúboð- arans, so høvdu hesi ognar- ligu viðurskifi sæð øðrvísi út. Tann 30 ára gamli møtti konu sínari í Uppsala. Tey fluttu inn hjá hennara foreldrum og gjørdust so- leiðis grannar hjá trúboð- aranum. Tá ið hjúnalagið ikki vísti seg at vera tað ið hon hevði vónað vendi hon sær til trúboðaran, og tey bæði blivu elskarar. Stórur ampi Hendingarnar kring sam- komuna í Knutby hava skakað Svøríki og sett eitt heitt orðaskifti í gongd. Dagbløð og loftmiðlar hava í fleiri vikur verið á gosi við tíðindum og viðmerk- ingum har borðreitt hevur verið við einum ótali av ódámligum detaljum um viðurskiftir og umstøður í sambandi við Knutby sam- komuna. Tað stutta av tí langa er at øll tey innblandaðu í morð- dramanum hava livað ógvuliga nær hvør at øðrum í tí innasta sirklinum í Knutby samkomuni. Tá ið til dømis Filadelfia-kórið framførdi í Knutby Folkets Park tann 27. juli ár 2000 sungu fleiri av høvuðsper- sónunum við: tann 26 ára gamla barnagentan sum nú hevur viðgingið morð, tann 30 ára gamli skotskaddi og kona hansara, og kvinnan ið kallar seg »Brúður Kristusar«. – Vit halda tað vera ólóg- ligt at siga seg vera »Brúð- ur Kristusar« tá man ikki er tað, skrivaði ein hvassorðað Malin Ullgren í Kvälls- posten týsdagin. – Tað átti at verið revsi- vert, longu áðrenn deyðan, at reka samkomu virksemi tá man ikki er førur fyri at skilja ímillum sakligt og myndatalu. Hvítusunnurørslan var annars skjót at taka avstand tá tíðindini um morðið frættust og boðaði alment frá at samkoman í Knutby á ongan hátt er partur av Hvítusunnurørsluni, hóast Morð í løgnari samkomu skelkar Svøríki Nakrar fáar í rúgvuni av blaðgreinum um sorgarleikin í Knutby. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com C M Y K 17 16