Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 25 - 6. februar 2004 Tjóðarsymbol og tjóðarbygging Nationalstaturin sum eitt tvítýtt fyribrigdi BERGUR HANSEN Seinni partur Nationalstaturin sum harð- rent amboð Tjóðarlig symbol eru kollektiv savningarmerki, sum eru ætla at sjóða fólk saman og skapa samleika. Fólk og tjóð eru ikki altíð tað sama, og her hevur nationalstaturin ofta roynst harðrendur mótvegis teim- um, sum vóru innan fyri mark, men sum ikki pass- aðu so væl inn í myndina av tjóðarsamleikanum. Í Svør- íki brúkti svenska stjórnin fleiri hundrað ár uppá at forsvenska fólkið í Skåne, Halland og Blekinge eftir at hesir fyrrverandi donsku landspartar vóru hertiknir af Svøríki í 1658. Hetta var ein liður í royndunum hjá flestu evropeisku statunum at skapa samsvar millum hugtøkini statur og tjóð við at "nationalisera" teir ym- isku etnisku bólkarnar, sum livdu innan fyri landamark. Eitt hent amboð í hesum politikki hevur verið nógv brúkt tjóðarsymbol og royndir at skapa nýggj tjóð- arsymbol, sum kappandi politisku flokkarnir hava verið ídnir at brúkt, tá teir skuldu venda sær til veljar- nar. Endamálið við hesari agitatión hevur ikki verið serstakt tjóðarlig, men av tí at tjóðarsymbol eru væl- egnað til kensluliga mani- pulatión hevur hetta verið hent amboð í stríðnum um maktina. Nationalisma og seksualitetur Tjóðarsymbol og tjóðskap- arkensla skapa tryggleika. Inge Adriansen undirstrik- ar, at tekur tú rættin til tjóð- skaparkenslu frá fólki, so vendir hon aftur sum ódjór - á sama hátt sum listamað- urin Goya á sinni segði um skynsemi, at tá skynsemið svevur verða ódjór skapt. Nationalisma er vandamikil og ofta trongskygd og sær sjálvari nóg mikið, men vandamikid er eisini at ignorera ta felagsskaps- kenslu hon ber í sær. Adri- ansen nevnir í hesum sam- bandi samdømi millum nationalitet og seksualitet. Tað er við tjóðskaparkensl- uni sum við seksualitetin- um. Tad vandamikla vid seksualitetinum var ikki - sum fólk annars hildu - sjálvur seksualiteturin, men - sum Freud segdi - burtur- troðkanin av seksualitetin- um. Hetta ikki sagt fyri at gera nationalismuna harm- leysa, hon er lívshættislig, tá hon við orðum William Heinesens vísir síni "fædrelandssyge øjne", men hon blívur ofta lívs- hættislig, tá felagsskaps- kenslan verður beind av vegnum. Tað var hetta, sum hendi beint áðrenn Hitler kom til maktina. Undan- farna keisaratídin skuldi troðkast burtur undir Weimarrepublikkini 1919- 1933, og tað endaði við einum tómrúmi, har tjóðar- symbol blivu troðka burtur við tí úrslitið at ódjór komu til maktina. Ella sum Ulrich Beck sigur: "Det nationale bliver monopoliseret af ekstremister, hvis de mode- rate negligerer det". Einoygd nationalisma hevur gjørt, at national- ismu-granskarar vanliga leggja sjógv millum seg og allan tann symbolheim, sum loðar uppi við tjóðini. Í bókini Nationale symbol- er ger Inge Adriansen greitt, at hon ikki meinar, at hesin hugburður er hald- góður, tí tað er ein grund- leggjandi menniskjaligur tørvur at vilja hoyra til ein felagsskap. Hon vísir í hesum sambandi á, at tjóð- arligur ella tjóðskaparligur samleiki verður roknað sum universell rættindi og stendur sum artikkul nr. 15 í mannarættindayvirlýsing- ini, sum ST viðtók í 1948. Nationalisma kann skapa trupulleikar og vanlukkur, men at avnokta kollektivan, tjóðarligan samleika kann eisini volda trupulleikar. Hvønn veg peikar reetnifiseringin? Við hesum tvinnanda týdn- ingi av nationalismu í huga, má spyrjast: hvønn veg peikar føroyska reetnifiser- ingin, sum vit hava verið vitni til í Føroyum seinastu tíðina? Kenslan av, at national- staturin er við at ganga undir undir stóra trýstinum frá globaliseringini hevur sett sín dám á fakliga og politiska kjakið í 1990-un- um. Hesa kenslu kallar Adriansen ta sálarfrøðiligu grundina til øsingina, sum kjakið um innflytarar og tjóðarliga virðisgrundar- lagið hevur elvt til alla- staðni í Europa. Við ella uttan stat - tjóðin kennir seg hótta av innflytarastreymin- um, og hetta hevur givið nationalismuni vind í segl- ini aftur. Nationalstatirnir er eisini viknaðir av, at maktin so líðandi seyrar úr serliga lóggevandi valdin- um og yvir í transnationalar fyritøkur. Tað er onki at undrast á, at soleiðis er vorðið, tí fólk kenna, at tjóðareyðkenni og sið- bundna felagsskapskenslan verða kúgað av skjóttgang- andi menningini, stórbroyt- ingum í lívsmynstrinum og nógvum fólki úr fremm- andum mentanum. Við øðrum orðum ein kann skilja nýsprotnu nati- onalismuna sum eina nat- úrliga konservatismu. Men er tað nóg mikið at skilja, vera forstandandi mótvegis fólksins reaktión mótvegis nýggju vindunum? Eitt modernað tiltak, sum ofta sæst á sitatplakatum í Dan- mark ljóðar: "At forstå alt er at tilgive alt". Tað er stuttskygt at taka hetta til eftirtektar. Heldur átti til- takið at ljóða: "At skilja alt er ikki tað sama sum at fyrigeva øllum". Tað er við øðrum orðum í lagi, at ein skilir natúrligu konservat- ismuna, tí fólk eru bangin, men ikki í lagi, at ein pass- ivt einans lurtar eftir irrati- onellum angistsignalum í staðin fyri at fínstilla ant- ennurnar og venda sær móti veruleikanum sum er. Í árunum sum koma skal føroyska reetnifiseringin og reaktiveringin av tjóðskap- arkensluni standa sína roynd. Er hon bert ein van- lig markering av hátíðar- skrúði, eitt postmodern- istisk fyribrigdi, eitt móta- fyribrigdi, hugnaítrív, sum er sær sjálvum nóg mikið, ein roynd at finna seg aftur og stíva seg av sum føroy- ingur aftaná eyðmýkjandi bankakreppuárini ella kanska okkurt annað? So hvørt sum mentanarliga globaliseringin við tolsemi og margfeldni á skránni troðkar seg longur og longur inn á Føroyar og fleiri innflytarar av so- nevndum fremmandum uppruna fara at søkja um at uppihaldsloyvi og grund- stykki kanska eisini í land- inum, so fara vit at síggja, hvønn vegin tingini fara at hella. Sum er eru bæði positiv og negativ signal. Kjakið er fríari enn nakr- antíð, vil eg halda, tey ungu opnari enn nakrantíð, men skonin á fremmandaótta hevur eisini víst seg í hurð- argloppinum. Veingja- sløgini frá modernitetinum skapa turbulens beint yvir høvdinum á Billi og Jenisi, men hvat fara føroyingar at siga? Og nú er val eisini. Siðbundnir felagsskapir ella hvørji eru ‘vit’? Nationalstaturin er eitt av teimum hugtøkum, sum av álvara er vorðið nýmett seinasta áratíggi. National- staturin er vorðin hartaður fyri at hava eina konservat- iva fatan av, hvørji ‘vit’ eru. Tað er ikki vorðið minni torgreint at vera tann ein er og heldur ikki tað vit eru. Minni enn nakrantíð áður kann ein uttan nakað spyrja, hvørji vit eru, tí hvat merkir ‘vit’? Er ‘vit’ teir siðbundnu felagsskapirnir sum familjan, tjóðin og rel- igiónin ella meira mod- ernaðir felagsskapir sum áhugabólkar og tey mongu ‘vit’, sum sergreiningin hevur alt fram í og uttan fyri ‘netið’. Takkað veri in- ternetinum, tí accelererandi mentanini koma menniskju saman meira enn nakrantíð áður. Einstaka menniskja- lívi hevur fingið fleiri rúm at spíla seg út innan fyri og upplivir á ein bógvin sergreiningina sum eina frígering frá siðbundnu fel- agsskapunum, sum kunnu vera tungir at dansa við, og á hin bógvin sergreiningina sum ráðaloysi. Sergreiningin krógvar hópin av spenningum, har spenningurin millum ein opnan og ein meira av- markandi innflytarapolitikk er millum teir ráðandi. Innflyting og útflyting fer fram í tjóðum ella londum, men ikki øll lond hava havt eins stóra eydnu at fáa innflytararnar tillagaðar nýggja heimlandinum. Hetta hevur gjørt, at kjakið um innflytarar nógvastaðni er vorðið meira trupul- leikaskoðandi enn neyðugt er, og avleiðingin hevur verið, at innflyting sum ein møguleiki hevur havt lítlan ella ongan áhuga. Trupul- leikaskoðanin hevur serliga sín uppruna í fatanini av einari tjóðskaparligari eindarmentan, som er vorðin støðugt torførari at tvíhalda um so hvørt sum globaliseringin økir sítt trýst á og hevur broytt fyri- treytirnar fyri tilveruni hjá tjóðunum. Adriansen, Inge: Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000 bind 1 og 2. Museum Tusculanum 2002. Øyvind Østerud: Hva er nasjonalisme. Universit- etsforlaget 1994 Øyvind Østerud: Globalisering og nasjonal- staten. Gyldendal 1997 Benjamin, Walter: Der Erzähler í "Gesammelte Schriften" II. Frankfurt am Main 1977. Tróndur Olsen: Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð. Greinar, sum Jóhannes Enni hevur savnað og lagt til rættis. Mentunargrunnur Stud- entafelagsins 1992. William Heinesen: Moder Syvstjerne. Gyldendal 1997. Keldur - Eg var fullkomuliga óvitandi um, at ver- andi formaðurin ætlaði sær at stilla uppaftur. Tvørtur ímóti hevði eg fingið greitt at vita frá formanninum, at hann ikki stillaði uppaftur. Hesi boð hava eisini aðrir nevndarlimir fingið. FSF-STRÍÐ Jákup Mørk Sum vit hava nevnt tað aðrastaðni í blaðnum, so er nú ein semja gjørd millum verandi FSF-formanninum og avbjóðara hansara. Semjan inniber, at Rúni Heinesen tekur seg aftur sum formansevni til kom- andi aðalfundin. Soleiðis tykist Dánjal Andreasen nú at vera einasta valevni, og í øllum førum skal gerast skjótt av, um nýtt mótvalevni skal finnast. Freistin at seta fram uppskot um nýggjan formann er úti á midnátt hóskvøldið. Álitið er fokið Sum kunnugt, so var tað ein meiriluti í FSF-nevndini, sum gjørdi av at skjóta Rúna Heinesen upp til formann. Ein av limunum í meirilutanum, Christian Andreasen, er eftir øllum at døma somikið ónøgdur um gongdina í málinum, at hann nú hevur gjørt av at taka seg úr nevndini. Spurdur, hví hann hevur valt at taka hetta stigið, sigur Christian Andreasen beint út, at hann kann ikki liva við verandi formann- inum. - Sum nevndarlimur havi eg verið við til at taka tað heilt óvanliga stigið at ganga ímóti formanninum, og ístaðin skjóta annan nevndarlim upp sum formansevni. Tá skalt tú so ikki vera serliga berokn- andi fyri at gita, at eg ikki havi álit á verandi formann- inum. Og verður hann nú einasti kandidaturin til formanspostin, so havi eg einki val enn at fara úr nevndini, sigur hann. Ósakligt valstríð Stríðið, sum nú tók seg upp í nevndini, mundi koma óvart á fleiri feløg. Ikki minst eftir at Dánjal Andreasen á fundi við feløgini gjørdi greitt, at hann ætlaði sær at stilla uppaftur, og at hann ikki visti, hvaðani søgur um tað øvugta vóru komnar. Hetta er tó nakað, sum Christian Andreasen tykist hava eina heilt aðra fatan av. - Eg var í øllum førum fullkomuliga óvitandi um, at verandi formaðurin ætl- aði sær at stilla uppaftur. Tvørtur ímóti hevði fingið greitt at vita frá formann- inum, at hann ikki stillaði uppaftur. Hesi boð hava eisini aðrir nevndarlimir fingið. - Og tá hann sigur, at hann ikki veit, hvaðani tosið um tað øvugta er komið, so er hetta tað reina tvætl. - Dánjal Andreasen fekk annars eitt sera drúgt bræv, har vit í smálutum greiddu frá, hvat vit vóru ónøgdir um. Hetta hevur hann so eftir øllum at døma ikki góðtikið, og hesa seinastu tíðina hava vit so verið vitni til eitt spæl, sum eg ikki tími at verða partur av. Og við hesum sipar Cristian til valstríðið, sum er farið fram aftan fyri leiktjaldið. - Junglutrummurnar eru av álvara farnar ígongd. Roynt verður at trýsta fólk við líkum og ólíkum. Eitt nú verður eitt fullkomuliga óviðkomandi mál, nevnliga aðalskrivarin, drigin inn í málið, sum er fullkomuliga óviðkomandi í hesum sam- bandi. - Tað er at snara málin- um, tí á aðalfundinum er tað formannin og ikki aðalskrivaran, sum tað snýr seg um. Alt hetta er drigið niður á eitt slíkt støði, har eg ikki vil verða partur av spælinum meira, og tað havi eg so tikið avleiðing- arnar av. Persónlig viðurskifti Millum feløgini ljóðar annars eisini, at ein partur av ónøgdini hjá Christiani Andreasen snýr seg sum, at hann ikki varð valdur sum formaður fyri tveimum árum síðani. Men hetta tyk- ist tó ikki vera nakað, sum nervar sakføraran yvir- høvur. - Hatta kenni eg als einki til. Eg havi als ongar ætl- anir um at gerast formaður í FSF, og trekti meg sjálv- boðin í hesum fyri tveimum árum síðani. - Eg eri so als ikki nakar bittur maður. Eg havi mítt starv í gerandisdegnum, har eg havi nokk at síggja til. Annars má eg viðganga, at tá eg nú í so nógv ár havi havt við Fótbóltssambandið at gera, er tað ein felags- skapur, sum eg eri vorðin góður við, og er hetta eisini ein av orsøkunum til, at eg als ikki kann liva við ver- andi formanni. - Annars eru tað eisini onnur viðurskifti, sum eis- ini gera, at eg ikki havi álit á sitandi formanninum, sigur Christan Andreasen at enda. Nr. 25 • fríggjadagur • 6. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Greitt avtalubrot - Dánjal Andreasen fekk annars eitt sera drúgt bræv, har vit í smálutum greiddu frá, hvat vit vóru ónøgdir um, sigur Christian Andreasen, sum sigur seg ikki hava annað val enn at fara úr nevndin Virkandi FSF-for- maðurin – og tað verður hann helst í øllum førum tvey ár afturat – sigur seg ikki vilja út í nakra almenna diskussión um viðurskifti millum seg og hinar nevndarlimirnar FSF-SEMJA Jákup Mørk Sterki maðurin í FSF í løtuni eitur Dánjal Andreasen. Faxið, sum mikudagin seinnapartin varð sent føroysku fjølmiðlunum, staðfestir meira ella minni, at tað eisini verð- ur leirvíkingurin, sum fer at standa við stýris- vølin hjá FSF tey bæði næstu árini, og tá vit hósdagin fingu orðið á Dánjal, tóktist hann so heldur ikki hava nakað ímóti, at stríðið er av á hesum sinni. Spurdur, hvørt ósemj- an, sum hesar seinastu vikurnar hevur verið so sjónlig, nú er loyst, sigur formaðurin, at tað er hon so fyri ein part. - Í øllum førum er tað væl saktans so, at ósemj- an um formansevnið er burtur, sigur hann. - Og so vóni eg, at vit nú eisini fáa beint aðrar ósemjur, sum hava verið. Tað hevur so ikki verið nøkur loyna, at nevndin hevur gingið í tvíningum í formans- málinum, men gjøg- numgangandi haldi eg tó ikki, at tað hevur verið so galið. Ikki í miðlarnar Spurdur beinleiðis um orðini hjá Christiani Andreasen, um at hann hevði fingið greitt at vita, at formaðurin ikki stillaði uppaftur, vil FSF-formaðurin sum so ikki kennast við hetta. - Tað, sum tað í sínari tíð snúi seg um, var at eg byrjaði í nýggjum starvi hjá Skipasmiðjuni. Eg segði tá – bæði fyri ar- beiðsgevara og FSF – at eg ikki vildi hava, at formanssessurin skuldi ganga út yvir arbeiðið hjá mær, og at eg tí ivaðist í, um at eg fór at halda fram innan FSF. - Nú havi eg so roynt hetta í nakrar mánaðir, og havi so funnið útav, at tað væl ber til at sam- eina tingini. Og tí havi eg gjørt av taka eitt tørn afturat. Men Christian Andreasen sipar eisini til eitt skriv, har hann sigur nevndina hava greitt gjølla frá, hvat teir hava verið ónøgdir um? - Tað má so standa fyri hansara rokning. Eg havi alla tíðina sagt, at eg fari ikki út í bløðini at viðgera hetta. Tað má vera nakað, sum lima- feløgini gera av, og tað hava tey so møguleika til á aðalfundinum Ikki í miðlarnar Dánjal Andreasen tykist verða einasta uppskotið til formanssessin, og sjálvur metir hann, at ósemjan í nevndini nú er loyst C M Y K 19 18 www.sosialurin.fo