Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 18 Sosialurin Johan Samuelsen Fyri 50 árum síðani, hin 13. august 1961 varð farið undir byggingina av Berlinmúrinum, sum bleiv sjálv ímyndin fyri ættarliðini, ið vuksu upp eftir kríggið, av kalda krígnum, sum valdaði millum kommun­ist­ iska eysturblokkin, við táver­andi Sovjetsamveldinum á odda og so vestanveldini, har USA var bol­ verkið fyri at Vestureuropa, eins og Eyst­ur­europa longu var tað, ikki bleiv rent yvir enda av sovjettisku her­deild­unum eftir at NATO var sett á stovn í 1949. Múrurin var ein sperring, reist úr betongi, píkatráði og elektr­isk­ um hegni millum Eystur- og Vest­ urberlin. Múrurin skilti Vesturberlin frá Eysturberlin og restini av DDR. Tað var Eysturtýskland (DDR) sum stongdi markið millum teir báðar partarnar av Týsklandi. Enda­má­lið við múrinum var alment frá eystur­ týskari síðu at verja íbúgv­arnar í Eysturtýsklandi móti fasismuni vestanfyri, ið har skuldi vera – og sanniliga um kommunistisku ørindasveinarnir vestanfyri ikki trúðu hesum pástandi, eisini okkara egnu vælútbunu kommunistar! Men verunliga orsøkin til byggingina av múrinum beint tvørtur gjøgnum hjartað av Berlin, hon var, at múr­ urin fór at forða fyri, at fólkið eystan fyri flýddi til tað ríkara og demo­kratiska Vesturtýskland (BRD). Og um henda gongdin slapp at halda áfram, so vildi hetta fyrr ella seinri føra til búskaparligt skrædl fyri DDR, tí tær fleiri enn 3 mill. sum flýddu vesturum, meðan tíð var, vóru tey ungu og væl­út­ búgvnu í DDR, sum ikki funnu seg í, at liva undir kommunistiskum einaræði, har alt varð avgjørt frammanundan, bara partíkortið var í lagi. Tí Berlin var einasta staði í óhugnaliga jarntjaldinum tvørtur um alt Europa, úr Eystrasalti til Adriatarhavið, har eysturtýskarar enn kundu, uttan nakra serliga forð­ing, flýggja vesturum. Sjálv bygg­ingin, innigirðing av 17 mill. eystur­tyskarum í eini risarætt ella búri, byrjaði týðliga á morgni 13. august 1961. Múrurin fall aftur 9. nov 1989 aftaná at hava skilt Eystur- og Vesturberlin at í gott 28 ár. Hví ein múr? Eftir 2. veraldarbardaga var tað, sum eftir var av Týsklandi, býtt upp í 4 øki, sonur: tað amerikansku, tað bretsku og tað fronsku (hetta var seinri tað sum bleiv Vesturtýskland) og so tað sovjetisku sonuna, sum bleiv til DDR. Eisini bleiv avgjørt á fundi millum teir tríggjar “Stóru”, Roosevelt, Churchill og Stalin, at Berlin, høvuðsstaður Triðja ríki­ sins, somuleiðis skuldi í 4 sonur. Men semjan, hjá vinnandi pørt­ un­um at stýra Týsklandi í felag, vardi stutt, og longu í 1949 blivu vest­aru sonurnar hjá bretum, ameri­kanarum og fransum lagdar saman í eitt ríki, (Bundesrepublik Deutschland, stytt BRD) við egnum gjaldoyra, D- markinum, sum flagg­ skipi, meðan Sovjetsamveldið svar­ aði aftur við at stovnseta DDR í eyst­ara parti av Týsklandi, sum teir høvdu fingið, tá býtt beiv á skinn­inum. Og júst í tí partinum lá og liggur Berlin, sum ein oyggj úti í táverandi kommunistiskum havi, og tað voldi stórar trupuleikar. Og tí royndi Sovjetsamveldi ferð eftir ferð at tvinga teir sameindu burtur úr Vesturberlin, men til fánýtis! Flýggjanin tekur dik á seg. 3,12 mill. eysturtýskarar høvdu síð­ ani 1949 tikið sakina í egnar hendur, og vóru flýdd vesturum, fyrst til Vesturberlin, og so í flogfari víðari til Vesturtýsklands. Hetta kundi lata seg gera, tí ongar forðingar høvdu verið higartil at reisa mill­ um Eystur- og Vesturberlin. Men í nov 1958 komu kravboð úr Kreml til Vestanveldini um, at tey skuldu fara úr Berlin innan ½ ár var farið, og lata allan býin komu undir yvirumsjón av eysturtýska DDR. Men Vestanveldini noktaðu fyri at fara úr Berlin, hóast okkurt ófrættakend var í umbúna – men at tað skuldi enda við einum múri beint gjøgnum Berlin, tað hevði hóast alt ongin roknað við!! Sundurskiljingin Dagarnir áðrenn 12. august 1961 hevði verið boðað frá øktum her­ máls­ligum DDR-aktiviteti rund­ an um Berlin, og allar hern­aðar­ deildirnar í sokallaða “Volks­armee” í DDR vóru á hægsta til­búgv­ingar­ stigi frá midnátt 13. august. Og S-tokini blivu steðgað, og kl 01.11 kom kunngerð, sum boðaði frá, at av­gjørt var, “ at seta trúverdiga og effektiva kontroll í verk við sektor­grensuna í Berlin”. Og longu kl. 03.25 kundi amerikanska radio­ stoðin í Berlin boða frá, at stór hern­ aðarlig styrki frá DDR hevur í nátt sperrað markið millm Eystur- og Vesturberlin. Amerikumenn svar­ aðu aftur við at senda vælbrynjaðar pansaradeildir til sektorgrensuna. Sundurskiljingin hevði nógv løgin ting við sær, sum t.d. at 53.000 eyst­ ur­berlinarar, sum høvdu sítt dagliga arbeiði í V-Berlin ikki sluppu til arbeiðis, og 1300 børn sum vóru og vitj­aðu ommu og abba og familju Berlinmúrurin – eitt 50 ára minni Eysturtýskir múrarar til ar­beiðis at múra seg sjálvar inni handan jarntjaldið undir strongum vaktarhaldi! Eitt lop hjá vaktarmanni inn í frælsi beint áðrenn endaliga verður byrgt fyri hin 13.august 1961 Leikandi børn fram við múrinum vestarumegin.