fríggjadagur 12. august 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
Sosialurin
annars í eystara partinum av bý
num blivu fangaði eystanfyri! Tey
seinastu av hesum børnum komu
ikki heimaftur fyrrenn 3 mánaðir
eftir sundurbýtingina. Líkkistur
blivu førdar yvir múrin hvønn
mikudag o.s.fr.
Múrurin – hvussu
sá hann út?
Hóast hvør einasti múrari varð
boðsendur í øllum Eysturtýsklandi
(fyri at múra seg sjálvan inni!),
umframt arbeiðsfólk, og hermenn
við løddum maskinbyrsum tilreiðar
at skjóta fyrsta og besta múraran,
sum kundi hugsa sær at flýggja, nú
avgjørt seinasta løtan var komin at
sleppa sær vesturum! Og tó vágaðu
fleiri at taka tjansin henda dagin,
men eisini við syndarligum úrsliti.
Múrurin bleiv broyttur tríggjar
ferðir. Í fyrsta “múrinum” vóru 12
kilometur av betongi og 137 km av
píkatráði´, tí skjótt mátti berast at,
so eingin slapp “úr kommunistisku
rættini”!
Ein
samanhangand
betongmúrur bleiv reistur í 1965,
og tann “modernaða grensan” kom
í endanum av 1970-unum. Tað er
henda “modernaða grensan” sum
vit vanliga seta í samband við
Berlinmúrin. Har vóru 106 km av av
einum 3,6 m høgum betongmúri, 67
km við 3 – 5 m høgum píkatráði, 302
vaktartorn og 20 bunkarar, 105 km
av pansaragrøv, 127 km við hegni
og 124 km av vegi til vaktarfólkini
á markinum. Harumframt vórðu
hundar, sválvvirkandi skjótian
legg og minubeltir í ongamanna
landinum beint ígjøgnum býin.
Mín reaktión
Eg kom at síggja múrin fyrstu
ferð í 1964. Var staddur á háskúla í
Vesturtýsklandi, og fóru vit, 7 norð
lendingar og 20 vesturtýskarar,
útferð til Vesturberlin at hyggja
at hesum ræðuliga, sum hent var
í høvuðsstaði Týsklands.Eg má
siga, at henda uppliving, fyrst at
koyra eftir fastløgdum vegi (rutu)
gjøgnum DDR og blíva kannaður
av
vælbrynjaðum
hermonnum
bæði á markinum millum Eystur-
og Vesturtýskland, fyri so aftur
at verða kannaði, áðrenn vit
sluppu inn í Vesturberlin, tað
kom verunliga at seta sær spor í
hugaheimi mínum! Eg sum hevði
hoyrt um “frælsisstríð” føroyinga
heima á landi og tað neyðuga at
sleppa undan donskum jarnhæli
og annað mangt úr hasi somu
skuffuni, fekk nú, 18 ára gamal, sjón
fyri søgn, hvat verunlig trælkan,
innibyrging, missan av persónligum
frælsi o.s.fr. merkti, lítandi á henda
skemdarmúr, ið reistur var í Berlin.
At siggja á ymsum pallum, sum
gjørdir vóru vestarumegin, so síggj
ast kundi uppum hjá avvarandi,
sum búðu eystarumegin múrin, t.
d. brúðarpør í hægsta skrúð veitra
til síni kæru hinumegin, børn á
móðurørmum í dópskjólum, sum
júst vóru doypt o.s.fr. – hetta skar
ein í hjarta! Og tað løgna var, at
hesi somu tjóðveldisfólkini sum
ein hevði hoyrt og sæð nógv til úti
á prentsmiðjuni hjá 14. september
(tjóðveldisblaðnum) í Hornabø, tey
gingu heima á landi og tosaðu javnt
og samt um, hvussu einastandandi
henda kommunistiska skipanin
var, og tá serliga hon, ið var í DDR
– eg skilti onki! Og enn tann dag í
dag hevur mær kunnugt bert tann
eini føroyingurin lagt kortini á
borðið (Rolf Guttesen), og biðið um
umbering fyri hesa misfatan og
trúgv uppá kommunistisku læruna
og lærusetningar hennara, hóast
politisku líkini finnast hjá mongum
sokallaðum “góðum nationalum”
føroyingum, sum enn hava ilt við
at skilja, hvat verunliga virðið er í
vakra orðinum frælsi!
Ímyndin
Berlinmúrurin
bleiv
týðiligasta
ímyndin
av
sundurbýtinum
í
Europa í ein demokratiskan og
ein kommunistiskan part undir
kalda krígnum. Millum 1961 og 1989
flýddu yvir 5.000 vesturum, hóast
lívsvandan sum lúrdi, líkamikið
hvør flýggjanarháttur varð valdur,
og yvir 3.200 blivu handtikin aftaná
at roynt var at flýggja, meðan góð
1.000 blivu dripin, tá roynt varð at
flýggja.
Hóast ógvuslig mótmæli frá
vesturtýskari síðu og frælsa heim
inum annars, við yvirborgarmeist
aranum í Berlin, Willy Brandt, á
odda, so bleiv onki annarleiðis
av hesum. Múrurin varð komin
fyri at vera, og vesturberlinarar,
knappar 2 mill. fólk, máttu læra seg
at liva á einum sera avmarkaðum
øki á leið sum helvtin av føroyska
landaøkinum.
Múrurin fellur
11. mars 1985 verður sjarmerandi
og inteligenti Mikhail Gorbatjov
valdur til aðalskrivara í Sovjetsam-
valdinum. Hann hevur ætlanir um,
alt fyri eitt at fara undir reformar
av planbúskapinum, sum skuldu
styrkja og effektivera Sovjet og
harvið støðu Sovjetsamveldsins
sum heimsveldi. Hetta nýggja rákið
úr Moskva fekk ikki góða móttøku
í Eysturberlin. Vestanveldini har-
afturímóti síggja rættuliga skjótt,
at heilt nýggir vindar blæsa, og
fáa eina lítla vón um, at kanska
Gorbatjov var maðurin, sum fór
at ávirka søgurnar gongd. Og so
var. Berlinmúrurin fellur endaliga
náttina millum 9. og 10 november
1989. Orsøkirnar til at múrurin fall
vóru fjølmiklu mótmælisgongurnar
í eysturtýskum býum, har fólkið
strongdi á at fáa ferðafrælsi alla
staðni og sleppa burtur úr ófrælsis
haminum
og
vørumanglinum,
og so var samstudis hol komið á
jarntjaldið í Ungarn, so har slapst
vesturum. Nú bar ikki til longur at
binda eysturtýska fólkið niður sum
seyð, og tí var onki annað at taka
til enn at opna Múrin. Og alt fyri
eitt steymaði í hundraðtúsundatali
av fólki móti Bornholmer Strasse,
tí har vóru marknavørðarnir teir
fyrstu at taka forðingarnar burtur
á týsk – týsk markinum. Og gleð
in eftir eina sundurskiljing í 28 ár
var heilt einastandandi, tá eystur
týskararnir komu inn í Vestur
berlin. Flestu skonkistøð bjóðaðu
ókeypis øl, og fólk sum annars
ikki kendust hálsfevndust – og í
offarakæti kluvu fólk uppá Múrin.
Og Brandenburger Tor, sum áður
hevði verið bannað øki at koma í
nánd av, bleiv nú opnað fyri øllum,
og
vaktarmenninir,
sum
áður
høvdu boð um at skjóta bara onkur
nærkaðist, teir stóðu sum kánus. Tá
tíðindini bórust í tjóðartinginum í
Bonn, fyribilshøvuðsstaði Týsk
lands, um at Múrurin raplaði, so
bleiv verandi fundurin niðurlagdur
og tinglimirnir reistust og sungu
týska tjóðsangin, sum byrjar við
orðunum: Einigkeit und Recht
und Freiheit fur das deutsche
Vaterland! Ógvuliga hóskandi og
sigandi orð. Hvat so hendi, vita vit
øll – bæði týsku ríkini blivu løgd
alment saman 3. okt 1990, og verður
sameiningardagurin nevndur “Tag
der deutschen Einheit”. Og Berlin
bleiv aftur høvuðsstaður í sam
einda Týsklandi.
Og samveldiskanslarin í sam
einda Týsklandi, Angela Merkel,
er sjálv fødd og uppvaksin í fyrr
verandi DDR, og er eitt livandi
tekin um eina sameinda tjóð, sum
stendur saman um felags týsk og
europeisk demokratisk virðir, og
er í tí andanum vorðið búskapar
lokomotivið í øllum Europa.
Múrurin fellur í 1989
Frælsi er eittans!