Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 20 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge – Belfast Tey flestu ynsktu sær stig. Helst fleiri. Men samanlagt bleiv tað til seks stig og 8-0 til norðurírar, ið fingu hevnt javnleikirnar í før­ oy­um fyrr í ár og í fjør. Føroyska U-21 landsliðið bleiv stutt og greitt spælt av The Oval leikvøllinum í Belfast. Vóru norðurírar hepnir og bein­raknir, so kundu teir vunnið tað tvífalda. A-landsliðið spældi í ein tíma fult upp við norðurírar og vóru vit hepnir, so javnaðu vit stutt undan 2-0 málinum. Tíverri skuldi hetta ikki verða ein av teimum minniligu túrinum og sannleikin er, at føroyingar blivu bukaðir av í Belfast. U-21 í upploysn Undan dystinum á heimavøllinum hjá Glentorian FC, høvdu føroyingar góðar vónir um at fáa eitt gott úrslit. Róaldur Jacobsen og Hallur Hansson vóru tøkir aftur og ein stórspælandi Teitur Gestsson skuldi verja málið. Dysturin var illa nokk byrjaður, tá føroyingarnir óraðu óráð. Spælið hekk als ikki saman og norður­írar vóru vandamiklir hvørja ferð teir komu um miðvøllin. Helst mundi hetta fara at ganga yvir hugsaðu tey flestu, men júst tá vit tóktust hava fótað okkum gekk gali. Liðskiparin hjá norðurírum, Billy Kee, smekkaði til útifrá og bólturin fór uppum Teit í føroyska málinum og í handara síðunet. Málið kom eftir einar tveir ella tríggjar persónligar villur og tað var aftur gangandi fyri dystin. Bara fimm minuttir seinni var aftur gali. Billy Kee smekkaði til útifrá og bólturin snýkti seg inn um stongina til 2-0. Eitt mál Teitur Gestsson helst skuldi havt fingið hondina á. Bara tveir minuttir seinni slapp Joshua Magennis at venda sær í føroyska brotsteiginum og so var 3-0. Upp á minni enn tíggju minuttir hevði føroyska U-21 landsliðið tapt dystin á The Oval. Lítið fragari í seinna Føroyska liðið royndist betri í seinna hálvleiki, men avrikið var framvegis langt undir vanliga støðið. Norðurírar spákaðu sær til stórar møguleikar, men tíbetur vóru teir ikki eins ágrýtnir og í fyrra hálvleiki. Hetta kom serliga til sjóndar tá miðverji og málmaðurin hjá okkum rendu saman. Bólturin skuldi bara trillast í málið, men Billy Kee trillaði hann við síðun av opna málinum. Løtu seinni økti hann til 4-0 og fekk sostatt sítt hattrick. Vit høvdu onkrar møguleikar at fáa mál og 4-2 hevði sæð betri út, men verið misvísandi. Má ikki henda aftur Føroyska U-21 landsliðið hevur staðið fyri einum bragdi fyri og øðrum eftir. Tí er tapið í Belfast ongin vanlukka, men kanska heldur ein ávaring til okkara ungu um at einki kemur av sær sjávum, sjálvt um venjarar, viðmerkjarar, fjøl­ miðlar og viðhaldsfólk rósa teimum tá tað gongur væl. Dysturin vísti eisini munin millum leikarar, ið venja nógva likamliga venjing og teir, ið ikki gera. Okkara sóu út sum smádreingir aftur ímóti. Vit skulu í oktobur spæla í Ålborg móti danska U-21 landsliðnum og tað má verða fáur á hesum klettinum, ið ikki ynskir sær eitt betri avrik til tann dystin. A-landsliðið væl við U-21 landsdysturin var spældur klokkan tvey, meðan A-landsliðið byrjaði klokkan 19:45. Millum áskoð­ararnar á The Oval til U-21 landsdystin var landsliðsvenjarin, Brian Kerr. Tí var ávaringin komin fram undan dystarbyrjar á Windsor Park, at norðurírar vóru ikki mjúkir at strúka hetta mikukvøldið 20 ár eftir minniliga 1-1 javnleikin. Tíverri so gingu bara fýra min­ uttir, so lá bólturin í føroyska málinum. Rógvi Baldvinsson rakti ikki bóltin tá hann skuldi sparka vekk eftir horna og so var 1-0. Tað tók eina løtu til landsliðið fótaði sær, men sum tíðin gekk sá tað bara betri og betri út. Vit komu fram til nakrar góðar støður, meðan Jákup Mikkelsen bara hevði tí eini bjargingina í hinum endanum. Tóku ikki av Føroyingar høvdu tveir stórar møgu­leikar at javna í dystinum. Stutt fyri hálvleik kom Christian L. Holst at standa væl fyri stutt undir mál­inum eftir horna, men hann fekk ikki orduliga samband við bóltin tá hann skuldi skjóta. Tíggju minuttir inn í seinna Bukaðir Fótbóltur Vit høvdu sett nøsina upp ímóti tveimum góðum úrslitum, men fingu tveir sekkar upp á 4-0. U-21 landsliðið spældi helst sín vánaligasta dyst nakrantíð, meðan A-landsliðið leingi spældi fult upp við norðurírar U21 landsliðið leikti á The Oval Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen