Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 Sosialurin Ítróttur í Belfast hálvleik høvdu føroyingarnir sítt besta álop. Hjalgrím Elttør rak úr høgru síðu inn mitt fyri brotsteigin og legði bóltin fyri føturnar á Daniel Udsen. Tíverri fyri okkum, so fór bólturin dygst omanfyri handara málhornið. Løtu seinni øktu norðurírar til 2-0 við skoti útifrá. Eitt skot, sum Jákup Mikkelsen níggju út av tíggju ferðum tekur. Málið tók luft­ ina úr ballónini hjá okkum og so var laga­manni hjá norðurírum at spæla smartir. Málini til 3-0 og 4-0 vóru góð, men eisini ein avleiðing av, at okk­ ara høvdu mist mótið. Verjan kundi vart betri fyri í báðum og kanska Jákup Mikkelsen kundi fingið hond­ ina á tað fjórða málið. Tað er sum so líka mikið, tí avgerðin kom, tá vit ikki tóku av okkara møguleikum. Italia næstu ferð Norðurírland er ikki fýra mál betri enn vit, men tað verður ringt at burturforklára tapið á Windsor Park. Komandi uppgávan er móti Italia á heimavølli. Tað er á heima­ vølli vit hava spælt nógv best undir Brian Kerr. Tí er at vóna, at avrikið verður betri enn tey hava verið í eitt nú Italia, Slovenia og nú í Norðurírlandi. Samanumtikið Føroyar vóru samanlagt 8-0 verri enn Norðurírland og tað kunnu vit ikki renna frá. Fleiri leikarar spældu langt undir vanligt støðið og tað má ikki henda móti eitt nú Italia og Danmark. Fleiri leikarar tóktust ikki hava fyrireika seg optimalt til ferðina. Til Italia dystin er føroyska kappingin av álvara komin í gongd aftur eftir summarsteðgin og vónandi kemur tað at síggjast aftur á avrikinum. Tað verður hvørtfall ringt at goyma seg, nú nýggjar ljós­ mastrar eru komnar á Tórsvøll! trondur@sosialurin.fo Norðurírland - Føroyar 4-0 (1-0) Á Windsor Park í Belfast mikudagin 10. august 2011 kl. 19.45 EM undankappingardystur 1-0: Aaron Hughes 5 2-0: Steven Davis 65. 3-0: Pat McCourt 71. 4-0: Pat McCourt 88. Dómarakvartett úr Bosnia Hersegovina: Emir Alecković, Hrvoje Turudić, Senad Ibrisimbegović og Ognjen Valjić Norðurírland: 1. Lee Camp - 2. Chris Baird, 3. Jonny Evans, 4. Gareth McAuley (5. Craig Cathcart, 46.), 6. Sammy Clingan, 7. Corry Evans (16. Niall McGinn, 59.), 8. Steven Davis, 9. David Healy (15. Jamie Ward, 83.), 10. Pat McCourt, 11. Grant McCann, 18. Aaron Hughes Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12 Alan Mannus, 13 Ryan McGivern, 14 Peter Thompson, 17 Jonny Gorman Gult kort: Paul McCourt 33. Reytt kort: eingin Venjari: Nigel Worthington Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 2. Jónas Tór Næs, 5. Atli Gregersen, 4. Rógvi Baldvinsson, 3. Jóhan Troest Davidsen - 11. Hjalgrím Elttør (12. Christian R. Mouritsen, 75.), 7. Fróði Benjaminsen, 9. Christian Lamhauge Holst (17. Arnbjørn T. Hansen, 68.) 8. Súni Olsen (13. Atli Danielsen, 75.), 6. Daniel Udsen - 10. Jóan Símun Edmundsson Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Rene Tórgarð, 14. Viljolmur Davidsen, 15. Odmar Færø, 18. Bogi Løkin Gult kort: eingin Reytt kort: eingin Venjari: Brian Kerr Stemningurin var ómetaliga góður á einum fullsettum Windsor Park leikvølli í Belfast Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen