Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 22 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Fýra tey fremstu liðini eru tey einastu, ið ikki eru hótt av vanda fyri niðurflyting, og tey møta øll onkrum av lægru liðunum, ið royna at berja seg upp­eftir. B36 og Víkingur strúka av­ stað undan øllum hinum, og ikki langt aftan fyri tey koma so EB/Streymur og NSÍ, sum í løtuni eru eitt sindur í onga­ mannalandi, men kortini langt burtur frá niður­flytingar­kapp­ ingini hjá hinum seks niðastu. EB/Streymur eigur tó ein dyst á og kann ota seg nærri hinum báðum fremru, tá hann er spældur. B71, sum fyri viku síðani vann bert annan sigur sín í ár, er langt aftan fyri hini fimm, sum liggja so tøtt, at bert tvey stig eru frá nummar níggju upp til nummar fimm. Úr neðra eru hesi HB, ÍF, KÍ, B68 og 07 Vestur. hilmarjan@sosialurin.fo Nógv hyggja niður Fótbóltur Sunnudagin er aftur fult umfar í Vodafonedeildini, har størri helmingurin av liðunum skal ansa sær, tí niðurflytingarvandin er veruligur Vodafonedeildin 14/08 ÍF - NSÍ 14/08 B36 - B68 14/08 KÍ - EB/Streymur 14/08 Víkingur - HB 14/08 B71 - 07 Vestur 1. deild menn 13/08 AB - TB 13/08 NSÍ II - EB/Streymur II 13/08 Skála - 07 Vestur II 13/08 HB II - FC Hoyvík 13/08 FC Suðuroy - Víkingur II 1. deild kvinnur 14/08 B36 - Skála 14/08 Víkingur - HB Dystir um vikuskiftið: Hilmar Jan Hansen Nýggja hondbóltsfelagið á Argjum eitur Ítróttarfelagið Argir, ið vanliga verður stytt til ÍA. Tað er fyrst og fremst sett á stovn, so argjafólk kunnu hava síni egnu børn til venjingar á Argjum, heldur enn at senda tey til Havnar ella Hoyvíkar. Teir, sum hava tikið stig til at stovna felagið og sita í nevnd, eru ikki ókendir frá feløgunum hinu megin Sandá, tí for­maður er Kristian Martin Skála, næstformaður Michael Viderø, skrivari Nicolaj Balle og kassameistari Martin Mørk. Av hesum eru tveir kendir frá Kyndli, ein frá Neistanum og ein frá H71. Martin Mørk sigur við heima­síðuna hjá Neistanum, at arbeiðið við hondbóltinum á Argjum í grundini byrjaði síðsta kappingarár, tá argja­ dreingir spældu við liðum hjá Neistanum og Kyndli, men fara at umboða ÍA, tá kappingin í vetur fer í gongd. Felagið hevur lið meldað til í deildunum dreingir 12 ár, dreingir 14 ár og dreingir 16 ár og 2. deild menn. Nýggja felagið, sum var sett á stovn mikukvøldið, skipar í fyrsta umfari sínar venjingar í fimleikarhøll, men vónin er sjálvandi, at ein ítróttarhøll skal koma á Argjum. Men so leingi karmarnir ikki er meira enn tað sama, hevur ÍA sett sum treyt fyri nýggj lið í felag­ num, at venjari og leiðari má finn­ast fyrst, áðrenn farið verð­ur í gongd. hilmarjan@sosialurin.fo Nýtt ítróttar­ felag á Argjum Hondbóltur Mikukvøldið var nýtt hondbóltsfelag sett á stovn á Argjum, og longu í vetur hevur felagið fýra lið við í kappingunum hjá Hondbóltssambandinum Hilmar Jan Hansen Kappingin hesa ferð verður spæld í norðurserbiska býnum Subotica, og í fyrsta dystinum, sum var seinnapartin í gjár ímóti meistara­ liðnum á Malta, Mosta, gjørdu KÍ- kvinnurnar bart og vunnu 1-0, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 0-0 í hálvleikinum. Tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki, skoraði Sofía Purkhús einsamalla málið í dyst­ inum, eftir at Elsa Maria Simonsen hevði sent hornaspark inn fyri maltesiska málið. Hetta málið fekk stóran týdning fyri dystin, tí KÍ- kvinnurnar vóru klárt betra liðið og høvdu tí so ruddiliga uppiborið at vinna. Turru hagtølini talaðu eisini fyri seg, tí KÍ-kvinnurnar vóru nógv ágrýtnari at søkja at, enn tær frá Malta. Tilsamans hevði KÍ 13 skot upp á mál, harav tey seks vóru innan fyri málrammuna, ímóti fýra skotum frá maltesisku spælar­ unum. Og í hornaspørkum var 9-1 til KÍ. Sum skilst, eru umstøðurnar fínar, men hitin øgiligur. Í gjár, tá KÍ spældi, var turt og stilt, men hitin millum 25 og 30 stig, sum vanliga er í meira lagi eftir okkara mátistokki. Annar dysturin á skránni verður í morgin, tá KÍ-kvinnurnar skulu spæla ímóti vertunum úr felagnum Spartak, sum í gjár taptu 0-4 fyri Glasgow City, ið er fjórða liðið í bólkinum hjá KÍ. hilmarjan@sosialurin.fo Liðið hjá KÍ: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Una Joensen – Sofía Purkhus, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Sigrid Jacobsen (Tove Sólheyg, 90.), Maria K. Thomsen – Eyðvør Klakstein KÍ byrjaði við sigri Fótbóltur KÍ-kvinnurnar, sum eru í Serbia og spæla sínar dystir í ársins europeisku meistarakapping, løgdu seinnapartin í gjár til brots við sigri í fyrsta dystinum Hilmar Jan Hansen Tann 2. september byrjar eitt nýtt tíðarskeið og ein nýggj av­ bjóð­ing í hondbóltslívinum hjá Fríðu Petersen, sum í vár vann føroyameistara­heitið við kvinnunum hjá Neistanum, umframt at hon er lands­liðs­ málverji. Tá skal hon nevniliga til Íslands at spæla hondbólt í bestu kvinnudeildini. Tað er umvegis Jacob Jónsson, at Fríða Petersen er komin í samband við KA/Þór, ið er samanlegging av tveimum feløgum á Akureyri, sum í 2006 komu til ta niðurstøðu, at tey máttu leggja saman, so tey skuldu vera nóg sterk til at bjóða teimum størstu av. Jacob spældi í síni tíð við KA, so tann vegin hevur hann samband við felagið. Fríða Petersen sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá Neistanum, at hon helt hetta vera røttu løtuna at royna okkurt nýtt á hond­ bóltsleiðini, tí hon í februar var liðug við útbúgving sína og fær farloyvi frá arbeiðinum, so hon kann fara til Íslands at royna seg. Áðrenn sáttmálin var undir­ skrivaður, høvdu umboð fyri KA/ Þór bara sæð avrikini hjá Fríðu á sjónbandi, men tað var nóg mikið til at sannføra íslendingarnar um, at her var ein góður málverji at fáa. KA/Þór er uppflytari í bestu kvinnudeildina, sum telur 10 lið, og íslendska kappingin byrjar um góðan hálvanannan mánað, tann 1. oktober. hilmarjan@sosialurin.fo Fríða til Íslands at spæla Hondbóltur Málverjin hjá føroya­meistarunum í kvinnuhondbólti, Fríða Petersen, skal til Íslands at spæla í bestu kvinnudeildini har við felagnum KA/Þór Fríða Petersen