fríggjadagur 12. august 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Tað er hjartanemandi hvørja ferð,
at fólk koma soleiðis at taka ímóti.
Eingin annar svimjari í heiminum
fær eina slíka móttøku fyri eitt
fjórðapláss, sjálvt um hetta er eitt
fjórðapláss av teimum heilt góðu.
Tað er altíð deiligt at koma heim
eftir slíkar kappingar, segði Pál
Joensen, tá røðurnar vóru hildnar
og fólk sluppu at heilsa upp á heim
sins fjórðbesta svimjara á 1500
metrum.
– Eg má eisini takka øllum, sum
hava gjørt sítt til, at eg eri komin so
langt, sum eg eri komin. Og eisini
øllum, sum geva mínari svimjing
ans.
Ein fitt fjøld var komin á Trygg
ingina á Kongabrúnni í Havn at
taka ímóti mikudagin, tá Pál Joen
sen kom heim. Kappingin í Shang
hai endaði á ólavsøku, men síðani
hevur Pál havt frí.
Fyrstur at siga nøkur orð, var
formaðurin í Svimjisambandinum,
Jon Hestoy, og síðani fingu Helena
Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
við mentamálum, og stjórin í Trygg
ingarfelagnum
Føroyar,
Regin
Hammer, orðið. Eisini tók Árni
Olsen orðið og takkaði vegna aling
ina, umframt at Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður, helt eina longri
røðu.
Sum vant, mátti móttøkan vera
tíðliga seinnapartin, so Pál skuldi
lukkast at sleppa suður við Smyrli,
har enn ein móttøka var á skránni.
Í VB-húsinum var nógv fólk komið
saman at taka ímóti, og har var
eisini venjarin, Jón Bjarnason, við.
Honum barst frá til móttøkuna í
Havn.
Ger sum hann vil
Úrslitini hjá Pál Joensen í Shanghai
vóru so mikið góð á 800 og 1500
metra teinunum í frísvimjing, at
hann tríggjar ferðir setti norður
lendsk met, tvær ferðir á 1500
metrum og eina ferð á 800 metrum.
Innleiðandi svimjingin á 800 metr
um var rættiliga einastandandi, tí
har tók hann eitt sekund av gamla
metinum fyri hvørjar 100 metrar.
Kortini hevði ikki minst avrikið á
1500 metrum týdning, tí har kláraði
Pál kravtíðina til OL í London næs
ta summar, har hann sleppur við
sum partur av danska liðnum. Tað
snúðu fleiri av røðunum seg um,
men spurningurin er so, um Pál
onkursvegna megnar at smugla før
oyska Merkið inn, skuldi hann end
að millum heiðursmerkjavinnarar
nar:
– Eg veit ikki, hvussu er við tí,
men eg havi hoyrt, at tað er nokk
so torført og kann hava nokk so
nógvar fylgjur við sær. Eg fari
allíkavæl at gera mítt besta, segði
Pál, ið hevur fingið góðar sømdir, tí
hann og Jón fáa frið at fyrireika seg
upp á vanliga mátan heima í Vági,
áðrenn danska svimjilandsliðið
stutt undan OL fer á venjingarlegu
í Spania.
– Tað er deiligt at koma við á
danska liðið upp á tann mátan, at
man sleppur at gera næstan sum
man vil, tí tað er nokk eingin av
danskarunum, ið hevði sloppið tað.
hilmarjan@sosialurin.fo
Pál væl móttikin
Svimjing Ein fitt fjøld av fólk var komin at taka ímóti heimsins fjórðbesta svimjara, Pál Joensen,
ið fyrst fekk móttøku í Havn og síðani í Vági. Sjálvur var hann fegin og takksamur
Myndir: Rólant Waag Dam