Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

surr 2 Í eina tíð hevur Hollywood verið í einum aldudali, tí tað tykist torført at finna nýggj hugskot og nýggj konsept til nýggjar filmar. Men nú er trupulleikin loystur: Gamlir, vælumtóktir filmar verða nevniliga innspældir av nýggjum. Og tað í hópatali. Ein nýggjur Dirty Dancing er á veg í biografarnar. Somuleiðis fara vit skjótt at síggja eina endurinnspæling av Footloose, Robocop og Totall Recall. Gomlu filmarnir hava góðar søgur, kunnu framvegis fáa nógvar krónur í kassan og nýggj ættarlið standa klár at taka ímóti og lata seg hugtaka. Nýggju innspælingarnar skulu bjarga Hollywood, sum hevur verið í tungum fíggjarligum sjógvi seinastu árini, og ikki forvunnið nærtil so nógv, sum undanfarin ár. Fyri umleið tveimum árum síðan læt eg meg yvirtala til at fara á facebook. Ein ung genta gjørdi alt tað praktiska, legði mynd út av mær, og eitt-tvey-trý frætti eg frá vinfólkum, sum bóðu meg sum vin. Tað var stuttligt, og eg hættaði mær eisini sjálv at biða um vinskap. Tað var stuttligt at lesa sjónarmið hjá vinum mínum, og mangan havi eg frætt tíðindi á facebook og havi fingið hugskot at skriva greinir. Tað er eisini stuttligt at sita eitt nú ein sunnumorgun og práta við vinir. Í so máta kundi eg næstan ikki verið facebook fyriuttan. Men so koma fyritøkur og bjóða tær til eitt og annað, og at koma til hugnakvøld av ymsum slag. So eru tað felagsskapir, sum bjóða mær til tiltøk. Felagsskapir, sum eg als ikki eri limur í. Tá haldi eg, at facebook er farið at stinka. Handilslig áhugamál og royndir at selja atgongumerki troka seg í so nógv fram. Av óvart gjørdist eg limur í einum bólki á facebook við keypti og sølu, men sleppi ikki burtur úr tí aftur. Tey brøvini fylla so nógv, at alt annað druknar. Hví kunnu hesi átøk ikki bara hava sína egnu heimasíðu. Onkur felagsskapur á netinum er, sum eg als ikki tími at vera limur í. Men eg sleppi ikki frá øllum peikifingrunum um málburð, grenjið um vánaligt málbrúk o.a., tí fleiri av vinum mínum eru limir, og teirra sjónarmið bólta inn yvir meg. Eg mæli teimum fólkunum til at gera sín egnu grenjiheimasíðu. Burtur við øllum hasum og lat okkum vinir fáa frið at skriva saman. randi@sos.fo Koyr í bukkuspannina Randi Jacobsen Kate Middelton heimsins best klædda Amerikanska blaðið Vanity Fair hevur aftur í ár kosið heimsins best klæddu kvinnu. Síðani royala brúdleypið í Bretlandi hava mótabløð fylgt komandi drotningini tætt, og 29 ára gamla, nýgifta kvinnan er blivin nógv róst fyri sín góða og trygga klædnastíl. Hóast hon aldri hevur verið á nøkrum lista áður, er hon nú komin beint inn á fyrsta plássið, sum ársins best klædda kvinna. Danskir nýføðingar hungra Seinastu árini hava stórar sparingar rakt donsku føðideildirnar, og flestu føðideildirnar eru nú vorðnar ambulantar. Tað merkir, at tá føðingin er yvirstaðin, skulu foreldrini skjótt heim aftur, tí fólk er ikki at taka sær av teimum á deildini. Fyrstuferðseigandi sleppa at liggja á hospialinum í tvey døgn - sum verða roknað frá tí, at komið verður á deildina. Er tað ein langur fødsil, styttist tíðin á deildini samsvarandi. Tær, sum eiga børn frammanundan skulu beint heim aftur. Hetta er tó treytað av, at mamma og barn hava tað gott. Men stutta tíðin saman við føðisjúkrasystrum og jarðamøðrum elvir til trupulleikar, tí 14. hvørt barn endar aftur á hospitalinum. Orsøkin er hungur. Trupulleikar standast nevniliga ofta av bróstagevingini, og børnini fáa harvið ikki nóg mikið av føðslu. Í fjør endaðu 4.570 familjur aftur á sjúkrahúsinum við barninum innan 28 dagar eftir føðingina, tí barnið varð dehydrerað og hungrað, og tað gongur ov long tíð inntil heilsusysturin kemur á vitjan. Hetta talið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og nú verður rópað varskó, tí hetta kann hava álvarsamar fylgjur fyri bæði móðir og barn. Hollywood bjargast við gomlum filmum