Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011 6 móti Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Myndir: Copenhagen Fashion Week® Hálvárliga mótavikan í Keypmannahavn er júst farin afturum bak. Hesuferð var tað vár og summarmótin fyri 2012, sum varð sýndur fram. Tað eru munandi broytingar at síggja frá summ­ armótanum, vit júst hava gingið í. Tríggir teir størstu munirnir eru, at klæðini verða bæði víð og síð. Tað vóru fá klædnasett, sum vóru strømm og tættsitandi. Ístaðin leita vit aftur í bæði 80'ini við víðum buksum, t-shirtum, kjólum, og aftur í 40'ini við kjólum, sum eru seymaðir beint niður og ikki fylgja kropsskapinum. Tað eru somuleiðis hvørki mini- shorts ella mini-niðurdeilar at síggja. Í staðin fer síddin niðureftir, minst niður á knæ, í fleiri førum niður á hálvt skinnabeinið og ofta heilt niður á øklarnar. Triðja nýggja høvðusrákið er, at lit­ irnir verða nakað skiftir út. Í summar hava vit sæð alskyns litir og alskyns lit­samansetingar. Men komandi summ­ ar verður minni av tí. Klassisku summ­ arlitirnir sum hvítt og grátt verða nógv at síggja, men eisini vetrarliturin svart heldur á inn í summarið. Húðlittu pløgg­ ini, sum vit hava sæð nógv til seinastu árini verða framvegis nógv nýtt, og tað sterkt bláa, sum spakuliga kom fram til seinasta vetur, heldur somuleiðis á inn í komandi summarmóta. Ein stórur trendur verður tó tann guli liturin, sum sæst aftur hjá allar flestu sniðgevunum. Gult kemur at vera í øllum litbrigdum - heilt frá veikum pastell-gulum og yvir í sterkt karrygult bæði til menn og kvinnur. Vídd, sídd og øðrvísi litir Benedikte Utzon ðHelje Hamre Designers' Nest By Malene Birger Avia of Scandinavia Ivan Grundahl Tað sokkar! Sokkar sóust aftur hjá sera nógvum sniðgevum og á trendshowunum. Teir vóru nýttir bæði innanfyri flatar løriftsskógvar, harrakendar lakkskógvar og høghælaðar skógvar. Teir vóru hvítir, mynstrutir og sterktlittir; hálaðir upp á skinnabeinið og rukkaðir saman niðri við økulin. Óansæð hvat tær dámar best, so fer komandi summar heilt víst at sokka - men á tann góða mátan. vídd slanguprint