fríggjadagur 12. august 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011
15
Leo Poulsen
Tað var ein spennandi ólavsøka í 1986.
Spennandi fyri føroyingar, men fyri
nólsoyingar serliga.
Tí ikki bert vann Nólsoyingurin
ólavsøku kappróðurin – hendan
sama dag kom Ove Joensen at landi í
Danmark. Legði inn í Gilleleje, eftir at
hava balst 28 dagar í einsemi á sjónum.
Ferðin gjøgnum Limfjørðin og
eystur um Sæland og síðani gjøgnum
Kattegat gjørdist drúgvari enn hann
hevði roknað við. Tað tók honum út við
helvtina so leingi, sum allur teinurin úr
Føroyum til Gilleleje.
Men so mikið søtari var sigurin,
tá hann endiliga – tann 11. august –
kleiv upp á klettin til Lítlu Havfrúnna
og kysti hana. Meðan hann veittraði við
føroyska Merkinum, tí hann var góður
við Føroyar.
Hipið, sum var fyrstu ferð hann
royndi at rógva hendan drúgva teinin,
fánaði burtur, tá hann varð noyddur
at seta upp í Hetlandi og seinni kom
sum av torvheiðum aftur til Føroya við
Norrönu.
Føroysku miðlarnir fylgdu annars
væl við ferðini í 1984, og útvarpið
hevði dagligar frásøgnir um, hvussu
langt hann var komin og hvussu tað
annars gekk.
Sjálvandi var vónbrotið stórt, tá
hann mátti venda aftur, og eingin var
meira vónbrotin, en Ove sjálvur. Men
hetta vónbrotið rysti hann av sær, og
legði við áræði til brots árið eftir. Aftur
hesaferð av Havnini, og aftur hesaferð
við sama úrsliti.
Hann mátti seta upp í Hetlandi, og
síðani annað árið á rað at geva skarvin
yvir.
Triðja árið, hann royndi seg, gjørdi
hann av at leggja frá landi úr Nólsoy.
Um tað hevur havt nakra ávirkan – og
tað halda nólsoyingar var avgerandi –
skal vera ósagt, men hesaferð bar til.
Føroyingar yvirhøvur vóru byrjaðir
at missa vónina og hugin fyri ætlaða
bragdinum hjá Ova Joensen, men tá
tað á fyrsta sinni eydnaðist at sleppa
leysur av Hetlandi eystanvert, var tað
beinanvegin, at áhugin vaks fyri treiska
rógvaranum.
Nú kom rættiligur røringur í, fólk
byrjaðu at tørna aftur og fram, og tess
meiri Ove Joensen nærkaðist donsku
strondini, tess størri gjørdist øsingin.
Tað var ikki sørt, at onkur fór at
kanna ætt fyri at vita, um ikki onkur
olduromma ella –abbi á onkran hátt
hevði røtur í Nólsoy. Um tað ikki á
einhvønn – um nokk so kronglutan
hátt – var eitt ella annað ættarband
tann vegin, tí øll vildu vera í familju
við hendan framúr mann.
Nólsoyingar vóru so stoltir sum
ongantíð áður, og øll gingu runt og
vissaðu hvønn annan um, at tey so
sanniliga ongantíð høvdu ivast í, at
Ove Joensen fór at klára hetta bragdið.
Tað førdi eisini til rættiligt »ståhej«,
tá Ove nærkaðist Langelinje, og ein
stór delegatión úr Nólsoy troppaði
upp saman við honoraties av øllum
handaslag at taka ímóti stóru hetjuni.
Sjálvur Erik Weidekamp, yvir
borgarstjóri, stóð uttast á kantinum
og helt røðu fyri »Ro-Ove«, sum hann
varð doyptur í donsku bløðunum.
Okkara Ove
Hesin eitt sindur villi ungi maðurin
hevði knappliga framt eitt bragd, sum
tað verður seinur dagur, at nakar ger
honum tað eftir.
Røður í longum banum vórðu
hildnar fyri honum, og eina løtu kundi
hann leggja seg í eina fína dupultsong,
sum Weideman hevði givið honum til
gávus. Úti á Langelinje.
Hesar dagarnar spentu føroyingar
bringuna úr sær – og eingin meiri enn
nólsoyingar. Droymarin, ævintýrarin,
ja, enntá hálvi apukatturin var nú
»Okkara Ove«. Eingin hevði vitað
annað enn, at tað búði eitt stórmenni í
hesum knáa unga manninum.
Danmark var á gosi, og Føroyar
ikki minni. So stórt var einki framman
undan og bert sigurin á Eysturríki hjá
føroyska fótbóltslandsliðnum hevur
skapt slíka øsing í Føroyum síðani. Og
hóast Pál Joensen uttan nakran iva er
størsta ítróttahetjan, sum Føroyar enn
hava fostrað, hevur hann ikki megnað
at stimbrað hugflogið hjá føroyingum
á sama hátt, sum Ove Joensen gjørdi
í 1986.
Tragiski deyði Ova í 1987 hevur
havt hugtakandi avleiðingar við sær.
Burtursæð frá Ólavi kongi er eingin
annar persónur, sum hevur fingið eina
stevnu uppkallaða eftir sær í Føroyum.
Tað eiga nólsoyingar rós fyri, tí sagt
verður, at ein profetur ofta er illa
lýddur í sínum egna landi.
Nú 25 ár eru liðin síðani stóra
bragdið í 1986, halda nólsoyingar
– saman við restini av Føroyum –
Ovastevnu fyri 19. ferð.
Og herfrá skal bert ljóða: Góða
Ovastevnu!
25 ár síðani
stóra bragdið
Í dag byrjar Ovastevnan 2011, og hon verður sum kunnugt hildin
til minnis um sjógarpin, Ova Joensen, sum einsamallur á báti
róði teir 1800 fjórðingarnar úr Nólsoy til Langelinje