fríggjadagur 12. august 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011
14
móti
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Álitið um nýggju etisku reglurnar
innan mótaheimin vórðu orðaðar í
2007. Tær verða nevndar »the Ethical
Charter«, og vónin er at minka um talið
á modellum, ið hava etingarólag, og at
lýsa veruleikan innan mótaheimin,
soleiðis, at serliga ungar gentur ikki
seta sær sjálvum órímilig og óuppnáilig
krøv fyri at náa fyrimyndunum.
Meðan rákið í nøkur ár var, at
modellirnar skuldu vera so klænar, sum
gjørligt, gongur tað nú øvugtan veg.
Modellirnar skulu nú síggja sunnar
og vælrøktar út. Tær skulu ansa eftir
sær, eta og fáa nóg mikið av svøvni. Tað
heilsugóða lívið hevur veruliga fingið
fatsatøkur og tað sæst eisini aftur innan
mótaheimin og í teimum reglum, sum
nú verða settar.
Aldursmark á modellirnar
Reglurnar hava millum annað við sær,
at á Copenhagen Fashion Week ss 2012
vóru ongar modellir undir 16 ár. Við
hesi regluni er vónin, at fyrimyndin
skal flyta seg frá blaðungum, óbúnum
kroppum, til eitt sindur meiri vaksnar
kvinnur. Seinastu árini eru modellirnar
vorðnar yngri og yngri, og vit hálova
ungdóminum í so stóran mun, at fyri
myndirnar nú eru órealistiskir og næst
an barnsligir kroppar.
Um eitt 16 ára aldursmark verður
sett á modellirnar til mótasýningarnar,
so koma blaðungu modellirnar ikki
undir tað stóra trýstið, sum fylgir við
modelarbeiðnum. Tær fáa nøkur ár
at búnast í, áðrenn tær skulu arbeiða
frammanfyri kritisku eygunum til
mótasýningarnar.
Av tí sama fara eldru modellirnar
væntandi ikki at kenna seg noyddar at
síggja út, sum um tær eru blaðungar.
Hetta skal vónandi halda modellum frá
etingarólagi, tí tær ikki skulu kenna
seg noyddar at stremba eftir einum
kroppi, sum sær út til at vera fyrst í
tannárunum.
Bæði tær yngru og tær eldru modell
irnar fara tí væntandi at fáa gleði av
nýggju reglunum.
Sálarlig sjúka
Fólk innan mótavinnuna vænta ikki,
at hetta tiltakið fer at bjarga øllum
modellunum, sum hava etingarólag.
Tey vísa á, at tað jú er ein sera álvarsom
sjúka, sum stendst av sálarligum trupul
leikum og ikki einans av ynskinum um
at síggja gott út.
Samstundis viðganga tey tó, at
etingarólag av ymsum slagi eru nógv
útbreidd í mótaheiminum, tí trýstið um
at síggja gott út er so stórt.
Tað krevur nógv at broyta idealið.
Men vónin er, at yvirdrivna tilbiðjanin
av ungdóminum smátt um smátt fer
at verða avloyst av einum idealið,
sum sigur, at tað er í lagi at hava ein
kvinnukropp, sum ikki sær út til at vera
blaðungur. Um nýggju etisku reglurnar
kunnu bjarga bara nøkrum fáum frá
etingarólagið, so er nógv vunnið.
Í stríð móti
etingarólagi
Fleiri modellir hava seinastu tíðina staðið fram og greitt frá um trupulleik
arnar við etingarólagi. Hetta hevur elvt til, at rákið er farið frá ekstremt
klønu útsjóndini. Nú hava eisini stóru donsku mótafeløgini í felag stramm
að upp og sett nýggjar reglur í gildi. Á Copenhagen Fashion Week, sum
varð hildin í síðstu viku, varð fyrstu ferð arbeitt eftir nýggju reglunum
Vakurleikans
illusjón
Vakurleikin, sum verður víst
ur fram í mótaheiminum, er
framleiddur - hann er ikki
nattúrligur. Tá ein modell
verður avmyndað, verður hon
stylað av profssionellum, sum
seta hárið og leggja sminkuna.
Fotografurin setur eitt per
fekt ljós upp, og tað verða
hundraðtals myndir tiknar.
Tá júst tann eina myndin, sum
skal nýtast, er vald, verður hon
broytt heilt nógv á eini teldu.
Sjálvt tær vakrastu modellirnar
verða broyttar og rættaðar til
á telduni.
Úrslitið av allari viðgerðini
er, at sjálvt ikki modellirnar
sjálvar líkjast teimum mynd
unum, sum verða tiknar av
teimum.
Hendan vitan skal verða út
breidd, og tað týdningarmesta
er, at bæði samfelagið, for
eldrini og onnur vaksin, sum
eru um tey ungu, átaka sær
ábyrgd og tosa við børnini um
fyrimyndirnar í mótaheiminum.
Tey ungu skulu vita, hvussu
myndirnar verða framleiddar,
og at tað er ógjørligt at síggja
soleiðis út í veruleikanum. Tey
ungu skulu vita, at tað tí er heilt
í lagið at síggja øðrvísi út, enn
modellirnar gera í bløðunum.
Modellirnar her er stylaðar við
sminku og hári, fotografurin
hevur sett júst tað rætta ljósið,
og myndin er harumframt
telduviðgjørd, fyri at alt skal
sýnast lýtaleyst. Hetta er tí ein
illusjón, sum ikki kann náast.
Ein partur av nýggja
etiska málsetninginum
er, at veruleikin um
mótaheimin skal fram,
soleiðis, at ungfólk skilja
munin á mótamyndum
og veruleikanum.
Fleiri modellir hava í seinastuni stigið fram og tosað um
trupulleikarnar við etingarólagi. Nýggjar etiskar reglur innan
mótaheimin skulu verja móti hesum trupulleikanum.