mánadagur 15. august 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93
8
Sosialurin
Randi Jacobsen
Lítil framgongd er at frætta
um heilsustøðuna hjá 19
ára gamla viðinginum Emil
Bjarnaskor, sum á Summar
festivalinum
fekk
onkur
ókend rúsevni í seg.
Hann liggur framvegis á
Ríkissjúkrahúsinum, er við
fult vit, hyggur upp á for
eldrinum. Men hann fær ein
ki sagt og ikki rørt seg.
Í kanningunum varð stað
fest, at hann hevur havt ein
blóðtøpp í heilanum. Tað
kann ikki siga við vissu, men
læknarnir halda, at tøppurin
kann vera komin av rúsevn
um.
Emil Bjarnastein hevur
nú respirator í hálsinum
fyri at fáa hjálp at anda. Tað
er betri, tí um hann skuldi
roynt at tosa, hevði verið
tvørligari við respiratorinum
í munninum.
Ikki er greitt, hvussu
leingi hann verður liggjandi
á
Ríkissjúkrahúsinum.
Hann skal til uppvenjingar
í Danmark, og tað fara óivað
at ganga fleiri mánaðir, áðr
enn hann kann koma heim
aftur til Føroya, sigur syst
kinabarn hansara Alis.
Hvørki politiið ella famil
jan vita, hvat var hent
sunnumorgunin, tá ið Emil
kom heim til skyldfólk síni
í Klaksvík og dovnaði. Hann
fylgdist kki við nøkrum, og
tað var ikki honum líkt, sigur
Alis.
Politiið roynir framvegis
at loysa gátuna, hvat kann
vera hent, og heitt verður
inniliga á øll, sum vita, um at
stíga fram við upplýsingum.
randi@sos.fo
Randi Jacobsen
Fyri summarsteðgin samtyk
ti býráði í Sunda kommunu
at frítt skúlaval skuldi verða
í kommununi frá hesum
skúlaárinum at rokna.
Tað kom av, at foreldur
onkuntíð hava spurt, um tey
kundu lata børnini ganga
í einum øðrum skúla enn í
heimbygdini.
Seks børn í Hósvík eru
nú flutt til Norðskála-Oyrar
skúla. Tann skúlin er ov lítil,
men tað man fara at ganga,
sigur
skúlaleiðarin
Nomi
Jacobsen.
Arbeitt verður við eini æt
lan um at útbyggja skúlan, tí
bygdirnar vaksa.
Ein annar møguleiki
Sofus D. Johannesen, for
maður í mentanarnevndini
sigur, at avgerðin um frítt
skúlaval eisini varð tikin fyri
at geva foreldrum í smæstu
bygdunum møguleikan at
flyta børnini til ein størri
skúla. Kommunan kann ikki
niðurleggja skúlar uttan við
fólkaatkvøðu, men velja for
eldrini at flyta børnini til
størri skúla, er tað ein annar
máti enn at niðurleggja skúl
ar.
So leingi sum børn eru í
einum skúla, verður skúlin
ikki niðurlagdur.
Kommunan
hevur
tryggjað sær, at hon ikki
fær
eyka
útreiðslur
av
fría skúlavalinum, tí skulu
børnini koyrast úr einari
bygd í aðra, mugu foreldrini
sjálv syrgja fyri flutningin
um.
Flyta í annan skúla
Fría skúlavalið í Sunda kommuna hevur longu havt við sær, at seks næmingar
eru fluttir úr Hósvíkar skúla í Norðskála-Oyrar skúla
Emil Bjarnaskor noyðist til uppvenjing
Tað gongur long tíð, áðrenn 19 ára gamli Emil Bjarnaskor, sum fekk rúsevni
í seg á Summarfestivalinum, kann koma heim aftur til Føroya
Í Norðskála-Oyrar skúli ganga
nú út við 80 næmingar
Emil er vakin, men fær
einki sagt og ikki rørt seg