Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 Sosialurin Snorri Brend 
 Í eini yvirlýsing, ið er dag­ fest leygardagin heitir felag­ ið á landsnevnd floksins um at taka undir við fiski­ vinnu­uppskotinum, ið fiski­ vinnubólkurin hjá Sjálv­ stýris­flokkinum hevur latið úr hondum. Ein meiriluti – fýra av fimm nevndarlimum - í Norðoya Sjálvstýrisfelag stuðla somuleiðis Eysturoyar Sjálv­stýrisfelag í yvir­lýs­ ing­ini
Sjálvstýrisfelagið í Eysturoynni viðgjørdi tá politisku støðuna sum flokk­ urin er í, nú tað vísir seg, at floks­formaðurin, Kári á Rógvi, er í opnum stríði við helm­ing­in av tingmanning sjálv­stýrisfloksins, Kára P. Højgaard, sum í góð 10 ár hev­ur umboðað Sjálv­stýris­ flokk­in á Føroya Løgtingi.
 Kári P. Højgaard hev­ur umboðað flokkin í vinnu­ nevndini alt valskeiðið. Eyst­ ur­oyar Sjálvstýrisfelag ger tí greitt, at tey átala fram­ ferð­ar­háttin, og harmast um vantandi hegni hjá for­ manni­num at finna semju við Kára P. Højgaard um fiski­vinnupolitikkin á tingi. – Felagið er samt um, at sein­astu árini hevur fiski­ vinn­an kent alt ov stóran sviða av ymiskum átøkum, so sum niðurskurð av fiski­døg­ um. Nú er tíð uppá at steðga hesum og geva fiskivinnuni frið til at gera egnar til­lag­ ing­ar, sigur felagið, sum stend­ur einmælt aftan fyri fiskivinnupolitisku á­skoðan­ ini hjá Kára P. Højgaard, um at verja húkaflotan, soleiðis sum stevnuskrá floksins eisi­ ni sigur.
 Í fráboðanini vísir felagið staði­liga á, tey ikki taka und­ ir við lógaruppskotinum, um at skerja fiskidagatalið við 10 og 20 prosentum. Ting­mann­ ing­in eftirlýsir eini nærri út­greining av, hvussu nógv fíggja­rligt avkast føroyski búð­skap­urin hevur fingið burt­ur úr, at fiskidagatalið seinas­tu árini stigvíst er lækk­að. Eisini metir felagið vera alneyðugt at kanna, hvus­su landsbúðskapurin fær nóg mikið av inntøkum, um fiskidagarnir verða skerd­ir.
 snorri@sos.fo Uni Holm Johannesen – Eg havi onga viðmerking, sig­ur hann.

 Tað er opið stríð millum parta­menninar Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Eyst­ur­ oyar Sjálvstýrisfelag hev­ur átalað framferðina hjá Kára á Rógvi, tá hann við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25-nevnd. Enda­mál­ið var helst at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiski­daga­skip­an­ini, sigur felagið í tíð­inda­skrivi.

 Kári P. Højgaard, sum um­boðar flokkin í Vinnu­ nevndini og er fram­søgu­ mað­ur í vinnu­mál­um, er sera fegin um stuðulin, men vil ikki siga, um hann kann sam­starva við Kára á Rógvi næstu fýra árini eisini, um báð­ir verða valdir á komandi løg­tingsvali. – Eg havi onga við­merk­ ing, sigur hann og skoytir uppí:

 – Tað er eingin loyna, at vit hava ikki drigið somu línu í fiskivinnupolitikkinum. Eg havi verið á tingi fyri Sjálv­stýris­flokkin í 10 ár, og flokkurin hevur raðfest høgt at verja húkaflotan, sum er arbeiðsskapandi, um­hvørvis­vin­arligur og burðar­dygg­ur. Eg taki ikki und­ir við tilfeingisgjaldi á alla fiski­vinnu og skipan av fisk­i­dagabúð. Tað verður held­ur ikki við mínum vilja, at sjómannafrádrátturin verð­ur skerdur. Eg fari fram­ hald­an­di ikki at góðtaka frá­ boð­an­ir á vinnupolitiska øki­ num, sum ganga ímóti míni sann­før­ing, ella tí leið, flokk­ urin fyrr hevur hildið, sigur Kári P. Højgaard.

 Kári á Rógvi hevur sagt alment, at hann er skipari á Polo. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum helt fyri á tingsins røðarapalli her­fyri, at Kári P. Højgaard er ein djarvur maður, sum skal slep­pa at fella á komandi løg­ tings­vali. Tað var undir við­ gerð­ini av lógini um vinnu­ lig­an fiskiskap og áseting av fiski­døgum.
 – Tað er veljarin, sum ger av, um eg eri umboð fyri flokkin á tingi næstu fýra árini eisini, er einasta við­ merk­ingin hjá Kára P. Høj­ gaard við Rás2.

 Kári á Rógvi, formaður, segði við Rás2 tann 7. juni, at stríðið hjá Kára P. Høj­ gaard er fremst av øllum við landsnevndina, sum ein­mælt hevur samtykt ein fiskivinnupolitikk, vinnu­ po­li­tikk og fíggjarpolitikk, sum er greiðari liberalur, enn hann var, meðan Kári P. Høj­gaard var formaður. Kári á Rógvi endurprentaði sína við­merking á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum í síðs­tu viku.

 – Stríðið er tískil ikki endi­ liga við meg, sum skal føra politikkin út í veruleika, men við tann grasrótaflokk, sum Sjálv­stýrisflokkurin er, segði Kári á Rógvi tá. uni@sos.fo Kári P. Højgaard er tigandi Opið stríð: POLITIKKUR Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, dugir ikki at siga, um hann stuðlar Kára á Rógvi sum formanni Kári á Rógvi átal­ aður av sínum egnu POLITIKKUR Eysturoyar Sjálvstýrisfelag átalar framferðina hjá Kára á Rógvi, tá hann við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25 nevnd. Endamálið var helst at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini