Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Umleið 80 bátar vóru til­ meldaðir regattasiglingina hjá Hósvíkar Róðrarfelag, tá bátafylgið loysti av Eiði um 17-tíðina fríggjadagin og hábærsliga stevndi suður gjøgnum Sundalagið. Áðrenn loyst varð, mintust báta­­siglarar og fyriskiparar ungu eiðis­menninar, sum fórust í Hest­firði eftir báta­ stevnuna í Vest­manna. Í ein min­utt var tøgn, og hetta var ein løta, har fólk ikki minst hugsaðu um tað álvar­sama í at ferðast í báti á havinum – og ikki minst, at tey, ið við eru, eftir føri­muni ansa væl eftir hvørjum øðrum. Bátarnir høvdu ikki meiri enn loyst á Eiði, tá tvíkiljan hjá Paul Watson sást koma siglandi – ella ”stor­m­andi” - inn gjøgn­um Eiðis­flógva, sam­­­stundis sum tyrlan hjá sama sást á flogi yvir stóra bátafylginum. Hetta sá eitt sindur undar­ ligt út, og flestu vóru á ein­ um máli um, at Paul Watson ivaleyst mundi hatta, at bát­ arnir róku grind. Tvíkiljan kom heilt fram í báta­fylgið og fylgdi við bátunum heilt suður móti Langa­sandi, tá hon vendi aftur og stevndi norður yvir aftur. Umframt teir mongu bát­ ar­nir, sum plaga at taka lut í slíkari bátasigling, vóru eisini einir 10 kapp­róðrar­ bátar mannaðir til hesa sigling og róðu allar teir 18 kilo­metrarnar av Eiði til Hósvíkar. Upprunin til regattasigl­ ingina er, at Róðrarsamband Føroya í sínari tíð skipaði fyri tiltaki í Sunda­lagnum, har kappróðrarfólk kundu rógva og hugna sær saman, eftir at FM-róðurin var av. Øll árini síðan hevur Róðr­ ar­­­felagið í Hósvík skipað fyri regatta­sigling fríggja­dag, sum síðan plagar at enda í Nóloy á ova­stevnu dag­in eftir, tá ova­ stevna er í hásæti. Tá bátafylgið og mann­ ingar komu til Hósvíkar fríggja­­kvøldið, var ábit í bygdar­­húsinum, har eisini var dansur seinni um kvøldið og til langt út á náttina. Regattasiglingin eydnað­ ist væl, og úr Hósvík verður sagt, at fólk hugnaðu sær umborð á bátum og uppi í bygdarhúsinum til langt út á náttina. Regattasiglingin hjá Hósvíkar Róðrarfelag eydnaðist væl, og fólk hugnaðu sær óført, bæði í bátum og uppi í bygdarhúsinum, har bólkurin Brigde spældi til dans Mynd: Álvur Haraldsen Bátar stevna hábærsliga suður gjøgnum Sundalagið Mynd: Álvur Haraldsen Endiliga grindaboð! Tað mundi Paul Watson ivaleyst halda, tá tvíkiljan hjá honum kom ”stormandi” úr Eiðisflógva og inn í bátafylgið, samstundis sum tyrlan hjá sama fleyg yvir fylginum Mynd: Álvur Haraldsen Paul Watson við á regatta Fáur mundi væntað, at bæði tvíkiljan og tyrlan hjá Paul Watson gjørdust partur av regattasiglingini hjá Hósvíkar Róðrarfelag av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøldið