Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 Sosialurin Vilmund Jacobsen Við ovastevnu, sum varð hild­in í vikuskiftinum, eru fles­tu summarstevnur nú av. Leygarmorgunin, sum stevn­an skuldi setast av borgarstjóranum í kom­mu­ nu­ni klokkan 14, var veðrið rætti­liga ivasamt, men sum fyrra­part­urin leið, og tað nærk­að­ist til setanin, var av besta ovastevnuveðri í Nóls­ oy. Stór mannfjøld var savn­ að undir Mikkjalsveggi, tá borg­ar­stjórin setti stevnuna, nú 25 ár eri liðin, síðan Ove Joen­sen róði teinin úr Nólsoy til Keypmannahavnar. Havnar Hornorkestur set­ ti eisini sín hátíðarliga dám á hesa løtu. Eftir sjálva setanina, læt for­mað­urin í mentan­ar­ nevnd býráðsins, Jógvan Arge, upp framsýningina av bragdi­num hjá Ova. Henda fram­sýn­ing var í kjallaranum í Petersens Pakkhúsi. Tað setti eisini ein eyka dám á ovastevnuna hesa ferð, at dóttir Ova Joensen, Chris­tina Sylvia Joensen – van­liga rópt Christina - var kom­in heim úr Damark at hal­da stevnu. Ove rópti dóttir sína Sylvia, og undir røðuni hjá Jógva­ni Arge stóðu 90 ára gam­la Olevina Joensen, mam­ma Ova og dóttirin, Sil­ via, hond í hond. Eftir røðuna stillaði Jógv­an Arge eisini upp til myndatøku saman við teim­ um báðum. Aftur at regna Sum seinnaparturin leið, gjørd­ist ovastevnuveðrið aft­ ur eitt sindur ivingarsamt, og tá Ternan fór úr Havn klokk­ a­n 18, var rættiligt ælaveður eina løtu. Í Nólsoy eru fólk samd um, at ivasomu líkindini á ova­stevnu í ár, gjørdu, at held­ur færri fólk leitaðu sær út um fjørðin enn tey sein­nu árini annars. Talið av bát­um og bátsmanningum var eisini minni, enn eitt vanligt ár, og lítið er at ivast í, at fríska lot­ið, sum fylgdi við æla­ veðri­num, í ein ávísan mun helt fólki aftur í at leggja á fjørð­in. Tey, sum vóru í Nólsoy leygar­dagin og leygarkvøldið, fingu kortini eina góða ova­ stev­nu, og tá kvøldið kom, spældu Hjarnar til dans á flaka­virkinum – og nóls­oy­ ing­ar í Roynd­ar­húsinum. Nógv ymiskt var á skrán­ ni, og eitt nú framførdu nóls­ oy­ing­ar kabarett, sum hevur ver­ið fastur táttur gjøgnum fleiri ár. Sosialurin fer at venda aft­ur til ovastevnu í blaðnum miku­dagin. vilmund@sosialurin.fo Ovastevna í góðum og ivasomum veðri Eins og undanfarin ár, var hýrurin góður á ovastevnu í ár. Nógv fólk vitjaðu í Nólsoy, tó at ivasama veðrið leygarmorgunin og seinnapartin leygardagin helt fólki aftur í at fara um fjørðin. Men tá setanin fór fram tíðliga seinnapartin leygardagin, var av allar besta veðri í Nólsoy Borgarstjórin, Heðin Mortensen, setir ovastevnu í besta veðri í Nólsoy Mynd: Leo Poulsen Tvey av umboðunum í stuðulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy, Unn Sørinardóttir og Guðrun S. Hansen, saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen Mynd: Leo Poulsen Formaðurin í mentanarnevndini, Jógvan Arge, saman við mammu Ova, Olevinu – og dóttir Ova, Christinu Sylviu Joensen Mynd: Leo Poulsen Nógv fólk var samankomið til setanina, har eisini Havnar Hornorkestur setti sín serstaka dám á løtuna Mynd: Leo Poulsen