Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Leygardagin verður Føroya Sjómannadagur hildin í Klaksvík, men skráin fyri tiltakið byrjar longu seinna­ partin í hesi vikuni. Setanin og tær nógvu kappingarnar, sum eru í sambandi við til­takið, eru leygardagin, sum er tann stóri dagurin í Klaksvík. Fyri nøkrum árum síðan hevði undirritaði samrøðu við John William Joensen, ið hevur verið og framvegis er ein av monnunum aftan fyri Føroya Sjómannadag í Klaksvík. Í hesi samrøðu varð John William spurdur, hvør upprunin til hetta stóra tiltak er? Niclas og Olivur - Sum eg havi skilt, komu Niclas Heri Jákupsson og pápi mín, Olivur Joensen, at práta saman ein dagin, teir vóru á flogi saman. Tá komu teir at tosa um, at ymiskir býir og bygdir skipa fyri ávísum tiltøkum, sum onkusvegna hava tilknýti til staðið. Teir settu sær so spurningin, hvat Klaksvíkin hevur fram um – ella meira – enn aðrar bygdir og býir í Føroyum. John William segði, at hesir báðir, sum eisini hava verið stuðlar undir tiltakinum, komu til ta niður­ støðu, at Klaksvíkin í fyrsta lagi er kend fyri útróður og línuveiði annars. - Tað tók eini tvey ár, til hugskotið til Føroya Sjómannadag byrjaði at fáa skap, segði John William. Vaska og mála Í vikuskiftinum fara klaks­ víkingar fyri sjeyndu ferð at skipa fyri Sjómannadegi. Tá teksturin til VikuBlaðið varð skrivaður í síðstu viku, var endaliga skráin ikki liðug, og tí kendu vit ikki smálutirnar í skránni. Tey nógvu tiltøkini og kappingarnar eru á skránni leygardagin, men fyrstu tiltøkini byrja longu seinna­ partin í hesi vikuni. Vanligt er, at útróðrar­ menn, sum hava egningar­ skúrar á bryggjuni, stákast við at vaska og mála skúrar­ nar, tá dagurin nærkast og sum skilst, eru útróðrarmenn, sum hava sína dagligu gongd á bryggjuni, sera glaðir fyri hendan dagin. Føroya Sjómannadagur er ikki minst ætlaður útróðrar­ monnum, fiski­monnum, sjófólki annars og familjum teirra, sum hava sjólívið tætt upp at sær. Øll vælkomin - Fólk, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til vinnuna, eru sjálvsagt eisini vælkomin, tí dagurin er ætlaður at vera ein familjudagur burtur av – ein familjudagur fyri allar føroy­ ingar, siga fyri­reik­ararnir av Føroya Sjómannadegi. vilmund@sosialurin.fo Hugskotið birtist í einum flogfari Alt hevur sín uppruna, og tað hevur Føroya Sjómannadagur í Klaksvík eisini. Hvør eigur hugskotið, og hvussu byrjaði alt hetta, sum nú er ein stórur familjudagur í Klaksvík? Vilmund Jacobsen Tað ber saktans til, at meiri enn hin eini – ella hin eina – kann gerast borgari nummar 5000 í eini kommunu. Fólkatalið kann veksa og minka, sum tíðir og umstøður eru, og í Klaks­ vík búgva færri fólk nú enn fyri 23 árum síðan. Í 1988 fingu Karl Birgir Isaksen, sum er ein av fyrireikarunum av Føroya Sjómannadag og konan Henrikka, sítt fyrsta barn. Hetta var dóttirin Rannvá, sum tá gjørdist borgari nummar 5000 í Klaksvíkar kommunu. - Nú elsta dóttir okk­ ara er við barn, hevði tað verið ógvuliga stutt­ ligt, um barnið hjá henni eisini gjørdist borgari nummar 5000. Karl Birgir Isaksen er í skemtiliga horninum, tá vit hitta hann, og hann heldur fyri, at ikki minni stuttligt hevði tað verið, um næsti borgari í Klaksvíkar kommunu – nummar 5000 – hevði verið ein drongur. Henrikka og Karl Birgir eiga tríggjar døtur, Rannvá, ið sum nevnt er 23, Karlu, sum er 20 – og Tóru sum er 13 ár. Egndi sum ungur Áðrenn vit sleppa Karl Birgiri, spyrja vit hann, hvaðani áhugin hjá honum fyri Føroya Sjó­ manna­degi stavar, og hvussu tað ber til, at hann sum stjóri í fyri­ tøku á landi tímir at brúka so nógva tíð upp á hetta tiltak. - Ja, tað er so tað. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri fiskiskipa­ vinnu, men eg havi siglt lítið sjálvur. Havi kortini verið onkrar túrar á línu- og snelluveiði, bæði í føroy­skum og íslend­ skum sjógvi. Eins og nógvir aðrir dreingir í Klaksvík, byrj­ aði Karl Birgir at egna sum 9-10 ára gamal. - Í dag, nú eg havi eina fyritøku at taka mær av, havi eg rættiliga nógv við sjóvinnuna at gera, og hetta dámar mær ógvuliga væl. At eg eri virkin í Føroya Sjómannadegi, er ikki minst tí, at eg gjarna vil vera við til at geva børnunum nakrar hugnaligar dagar niðri á bryggjuni – saman við foreldrum sínum, sigur Karl Birgir Isaksen. vilmund@sosialurin.fo Tvær ferðir borgari nummar 5000 - Kona mín og eg fingu fyrsta barnið í 1988. Tað var Rannvá, sum tá gjørdist borgari nummar 5000 í Klaksvík. Síðan er fólkatalið minkað, men nú er 23 ára gamla Rannvá við barn, og kanska verður mítt abbabarn eisini borgari nummar 5000, sigur ein av fyrireikarunum av Føroya Sjómannadegi Tað tók eini tvey ár, til hugskotið til Føroya Sjómannadag byrjaði at fáa skap Tað var í einum flogfari, at hugskotið til Føroya Sjómannadag birtist Mynd: Dávur Winther Olivur Joensen - Eg vil gjarna vera við til at geva børnunum nakrar hugnaligar dagar niðri á bryggjuni, sigur Karl Birgir Isaksen