Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge KÍ var greitt við yvirlutan móti FC Mosta hósdagin. Í áleið 25 til 30 hitastigum vann KÍ 1-0 við máli, sum Sofía Purkhús skoraði. Tað var eftir hornaspark, sum Elsa Maria Simonsen sendi innfyri. Liðið úr Malta lá sum skilst langt afturi á vøllinum og var torført hjá KÍ at spæla seg ígjøgnum verjuna. Á odda, men taptu Mótstøðan í dystinum móti ZFK Spartak var ein heilt onnur enn í fyrsta dystinum. KÍ kvinnurnar blivu trýstar í botn og komu aftur um longu í fyrsta minutti. Tað var heitt í verðrinum og hitin lá um 30 stig. Hetta ávirkaði KÍ kvinnurnar, sum høvdu ilt við at fóta sær. Men í fyrstu royndini hjá KÍ at fáa mál eydnaðist. Una Joensen sendi bóltin innfyri, har Sofía Purkhús var fyrst á og stútaði bóltin í mál. Spartak helt fram at trýsta, men aftur gjørdi Sofía Purkhús tað ónda við serbisku kvinnurnar. Hon tvísporaði frá Spartak verjuni og legði KÍ á odda stutt fyri hálvleik. Orkaðu ikki meir Í seinna hálvleiki gekk orkan undan og Spartak skoraði trý mál, so endaliga úrslitið gjørdist 4-2. Kom­ andi dysturin er móti Glascow City úr Skotlandi. Hann verður týsdagin. So er spurningurin um tær megna at steðga Sofíu Purkhús. trondur@sosialurin.fo Í hesum døgum er FM í tennis í Gundadali. Leikararnir døma sjálvir og tað er langt til um­støðurnar í teimum stóru al­tjóða kappinginum, men tennis er í menning og fáa vit oyggja­leikirnar, so skulu fýra til seks nýggir vøllir gerast. Tað er komið gongd í aftur Havnar Tennisfelag, sum í hesum døgum skipar FM kapp­ing. Úr Havnar Tennis­ felag verður sagt, at limatalið er økt munandi í seinastuni. Tað hevur eisini verið venjing alt summarið. Tað er danin, Søren W. Mellemgaard, ið sam­an við Martin Simonsen, sum hava staðið á odda fyri venj­ingini. Søren hevur mill­ um annað spælt í donsku 1.deild, sum er næstbesta tennis deildin í Danmark. Ætlanin er at luttaka á oyggjaleikunum í 2013. Eisini vóna tey, at Føroyar fær oyggjaleikirnar í 2019 ella 2021. Hetta tí at tennis er eina av teimum ítróttargreininum, sum tørvar betri umstøður um Føroyar skal hýsa leik­ unum. Tennisfelagið vónar, at ein høll við fýra ella seks tennis­vøllinum verður gjørd í tí sambandi. Tað eru 22 luttakarar til FM og kappast verður í tveimum aldursbólkum – monnum og dreingir 16 ár. Til ber at fylgja FM á heimasíðuni hjá Havnar Tennisfelag. trondur@sosialurin.fo Tennis í Føroyum í menning KÍ í Champions League KÍ - FC Mosta 1-0 (0-0) 1-0 Sofía Purkhús, 60 KÍ-liðið: Randi Wardum - Paula Mikkelsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Una Joensen - Sofía Purkhus, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Sigrid Jacobsen(Tove Sólheyg, 90), Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Gunnrið Joensen, Vár Jenny Lydersen
 Venjari: Erik Nielsen Spartak - KÍ 4-2 (1-2) 1 - 0 Nevena Damjanović, 1 1 - 1 Sofía Purkhús, 14 1 - 2 Sofía Purkhús, 41 2 - 2 Marija Ilić, 55 3 - 2 Nevena Damjanović, 67 4 - 2 Jelena Čubrilo, 76 KÍ-liðið:
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen - Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen (Tove Sólheyg, 89’), Maria K. Thomsen - Eyðvør Klakstein, Sofía Purkhús. 
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Gunnrið Joensen, Vár Jenny Lydersen
 Venjari: Erik Nielsen Fótbóltur KÍ kvinnurnar eru í hesum døgum í Serbia og spæla Champions League fótbólt. KÍ vann fyrsta dystin móti FC Mosta úr Malta 1-0, men mátti lúta fyri ZFK Spartak 4-2. Seinasti dysturin verður í morgin Bæði føroyska U-16 og U-18 hond­bóltslandsliðini hjá kvinn­ um hava í seinastu verið í Ís­ landi og luttikið í kapping. Tað hevur gingið væl og vann U-18 sína kapping, meðan U-16 var akkurát ov stutt til at vinna sínna kapping og vann silvur. Hjá okkum er bara eitt at gera, og tað er at stríðast víðari. Vit sóu nógv gott frá liðnum í dag (uttan mun til, hvat viðmerkjarin í Kvf sigur), og tí trúgva vit eisini uppá tað. (www.hb.fo) Sjáldan – um nakrantíð – hevur eitt forkølað vinstrabeinsskot vakt so stóra gleði, sum tað gjørdi í dag, tá Lukasz Cieslewicz eftir góðum 88 minuttum sendi bóltin í netið. (www.b36.fo) Man kann velja at síggja dystin á fleiri mátar. Tá man tapir 3-1 við einum leikara í yvirtali í ein tíma, so kann man neyvan verða nøgdur. Hinvegin var mótstøðuliðið í dag EB/Streymur, sum er eitt nógv betri lið enn B68 og B71, sum KÍ hevur tapt ímóti seinastu vikurnar. (www.nordlysid.fo) Onki er at siga til at um vit vunnu aftur í ovurmorgin, so er ordiligur spenningur í og eitt greitt aftursvar til nei-sigararnar, ið høvdu avskrivað okkum fyri nøkrum mánaðum síðan. (www.b71.sandoy.com) Og, um tað vóru vantandi royndir ella svartasta óhepni og/ella ósketni, er ilt at meta um. Vit taptu í øllum førum aftur aftur aftur ein dyst í seinastu minuttunum. (www.07vestur.fo) Úrsliti av dystinum í Fløtugerði í dag gjørdist javnleikur 1-1. Sæð yvir allan dystin kunnu vit helst verða betri nøgd enn fuglfirðingar, sum í fyrra hálvleiki vóru klárt betra liðið. (www.nsi.fo) Vit kunnu heldur ikki siga, at tað var óuppiborið at B36 vann. Teir eru nr.1, og tað liðið hevur ofta tað, ið skal til fyri at vinna, og tað gjørdi B36 eisini. (www.b68.fo) Alt gott um úrslitatænastuna hjá HSF, men eg haldi, at vit skuldu venda aftur til at síggja hondbóltsstøður í bløðunum. Soleiðis var áður. Rokni við ikki við, at leiðslan í bløðnum hevur nakað ímóti, at úrslit og støður aftur eru at síggja í bløðunum. (www.neistin.fo) Magnus Jákupsson kunngjørdi fyri løtu síðani á Facebook, at hann er komin inn á studentaskúla í Danmark, og tí fer niður at ganga í skúla og venja í svimjifelagnum VAT, har bestu svimjarar sum venja heima eru til dømis Daniel Skaaning og Amalie Emma Thomsen. (www.svimjing.com) Vunnu gull og slivur í Íslandi U18 genturnar vunnu gull KÍ kvinnur í Serbia