Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 Sosialurin Ítróttarblaðið vodafonedeildin Dramatiskur endi Hilmar Jan Hansen At hepnið fylgir teimum góðu, er gamalt orðatak, ið veruliga er slopp­ið at standa sína roynd hjá B36 í síðstuni. Í ólavsøkudystinum ímóti 07 Vestur tryggjaði Lukasz Cieslewicz sigurin í 80. minutti, á Sandi skoraði Jákup á Borg í 90. minutti, eftir at B71 var farið frá 0-2 upp á 2-2, og í gjár var aftur Lukasz Cieslewicz upp á spæl og skoraði einasta málið í 88. minutti. Sjálvandi kann ikki undirmetast, hvussu stóran týdning hetta seina skotið hjá Lukasz hevði fyri B36 í gjár, men í veruleikanum hevði ein onnur hending ímóti endanum minst líka stóran týdning fyri, at 1-0 slapp at verða standandi á mál­ talvuni. Málið í 88. minutti setti brádliga eld í dystin, sum annars hevði verið sera linligur og rættiliga blottaður fyri tað stóra undirhaldsvirðið – í øllum førum hjá teimum, ið ikki hildu við øðrum liðinum. Men tá so hetta eina málið kom, noyddist B68 at saðla um og gera okkurt drastiskt fyri at fáa tikið tað mista innaftur. Tað gjørdu toftamenn eisini, tá teir sendu Ndende Adama Guéye úr mið­verj­ uni og fram í álopið. Í allarsíðstu atsóknini í dyst­ inum fekk Ndende bóltin á brots­ teigarmarkinum hjá B36, men fekk ikki fótað sær. Sitandi ella liggj­ andi fekk hann tó spælt bóltin út til høgru, har Dion Splidt var púra leysur fyri B36-málinum og smekkaði til. Men í hesi sera avger­ andi løtu var Meinhardt Joensen í B36-málinum knappur og fekk bjargað! B36 sat á tí nógva Undan hesum hevði tað annars verið starvsfelagin í B68-málinum, Tórður Thomsen, ið hevði útmerkað seg sum klárt besti maður á vøll­ inum. Við nøkrum avgerandi bjarg­ ingum og paradum hevði hann hildið B68 inni í dyst­inum til tað síðsta. Mitt í fyrra hálv­ leiki bjargaði hann góð­um skoti frá Lukasz, men so stóð Mein­hardt fyri tørni í hin­um endanum, tá hann fekk blokerað skot frá Jónleif Højgaard, áðr­enn Tórður gjørdi tað sama við roynd frá Símuni Joensen. Beinanvegin í seinna hálv­ leiki var B36 um reppið at fáa hol í sjógvin, men Tórður vardi fyri, eins og verjan hjá B68 hevði gott tamarhald á tí nógva. Hin­ vegin dugdi B68 eisini at fáa í gongd mótálop, sum allíkavæl góvu ov lítið, tí neyvleikin í sendingunum slett ikki var til staðar. Fyri tað nógva sat B36 á bóltinum í seinna hálvleiki, men ikki lá serliga væl fyri at skapa dystin og teir avgerandi kjansirnar, ið skuldu til. Hug­flogið vantaði, og hinvegin var B68 í einstøkum førum nær við at hótta. Sum dystinum leið, tóktist orkan hjá toftamonnum at ganga und­an, og tí hevði B36 bóltin sera nógv. Men kjansirnir lótu framvegis bíða eftir s æ r , og var tað ikki, tí Cieslewicz sjálvur skapti sær pláss og møgu­ leika og við vinstra beini sendi á stongina og inn, hevði dyst­urin óivað endað málleysur. B36 1 B68 0 Fótbóltur Hóast Lukasz Cieslewicz skoraði avgerandi málið tveir minuttir fyri tíð, mundi tað tó vera Meinhardt Joensen, sum í gjár var dagsins maður hjá oddaliðnum, tá hann fimm minuttir inn í yvirtíðina forðaði fyri, at B68 fekk stig í Gundadali – Síðstu tríggjar dystirnar hava vit ikki megnað at skorað, tá vit hava havt kjansirnar, men hava so tíbetur fingið mál í síðstu løtu. Vit blíva við til tað síðsta, tí sum venjarin sigur, at arbeiða vit 100 prosent allan dystin, fáa vit kjansir fyrr ella seinni, segði Jonas Flindt Rasmussen, sum spælir í miðverjuni hjá B36. – Í dystinum ímóti B68 bakk­ aðu vit ov nógv ta síðstu løtuna, eftir at vit høvdu lagt okkum á odda 1-1, tí tað eigur ikki at henda so seint, at teir sleppa innaftur í dystin. Men tíbetur bjargaði Meinhardt hasum skotinum. Danski miðverjin hjá B68, Christian Stokholm, var eins og hinir spælararnir hjá tofta­monn­ um sjálvandi sera vónbrotin eftir ósigurin í Gundadali: – Eg haldi, at vit saktans kundu fingið stig burtur úr hesum dyst­ inum. Um ikki øll trý, so eitt. Men í avgerandi løtuni ímóti endanum góvu vit Lukasz ov gott pláss, so hann slapp at skora, og í hinum endanum vóru vit ikki nóg kyn­ iskir, tá vit fingu okkara stóra kjans í yvirtíðini, segði Christian Stokholm. – Hjá okkum bleiv tað ov ofta til, at spælararnir ikki valdu røttu loysnirnar í framrættaða spæl­ inum, og tí endaði tað ofta við, at bólturin fór annaðhvørt útav ella til ein B36-ara. Men at vit brendu tann seinasta kjansin í dystinum, ið kundi givið stig, sveið hjá okkum. hilmarjan@sosialurin.fo Fáa kjansirnar Toppskjútti Toppskjúttin í Vodafonedeildini, Lukasz Cieslewicz, skeyt enn einaferð sigursmálið í evstu løtu, so hvíta havnarliðið varveitur fyrsta plássið Mynd: Álvur Haraldsen