mánadagur 15. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
– Sigurin móti KÍ var eins strævin og
hesir seinastu tríggir. Tað eru ongir
lættir dystir í Vodafonedeildini í
dag.
Soleiðis tekur Jógvan Martin
Olsen, venjari hjá Víkingi, til tá
hann skal seta orð á teir seinastu
tríggjar sigrarnar móti EB/Streymi,
NSÍ og HB. Víkingur hevur við seks
sigrum á rað lagt maksimalt trýst
á oddaliðið B36. Í nógva vindinum
í Sarpugerði megnaði Víkingur at
vinna á einum kreppuraktum HB
liðið, sum komandi dystirnar skal
møta liðnum rundan um seg.
HB á odda
Fyri HB var Fróði Benjaminsen
fluttur aftur í miðverjuna og 17-ára
gamli Magnus Egilsson spældi sín
fyrsta dyst fyri HB. Hann spældi
á vinstra bakki. HB kom á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir
frísparksinnlegg. Bólturin endar
hjá U-21 landsliðsmiðverjanum,
Rógva Holm, sum skorar sítt fyrsta
mál í ár.
– Vit eru eitt vet betri í fyrra
hálvleiki, meðan teir vóru væl betri
í seinna hálvleiki, soleiðis vil eg lýsa
dystin í stutt. Vit hava møguleikar
at koma upp á 2-0, men taka ikki av.
Tá vit so koma til hálvleiks við 1-1, so
er tað til fyrimus til teir, tí teir hava
vindin undan í seinna hálvleiki,
segði Sigfríður Clementsen, venjari
hjá HB, við Rás2 eftir dystin.
Víkingur svarar aftur
Tveir minuttir fyri tíð javnar
Víkingur. Eftir eitt ov langt inn
legg úr høgru verður bólturin
spældur útfrá til Sam Jacobsen,
ið meddar til fyrstu ferð. Bólturin
fer beina leið í HB málið og so er
javnleikur. Útiliðið vildi verða við,
at bólturin hevði verið uttanfyri í
uppbyggjandi spælinum.
– Tað er nógv, ið ikki koppar okk
ara veg í løtuni, so vit hava ikki brúk
fyri slíkum nú. Vit halda at bólturin
er eitt gott petti uttanfyri vøllin
í uppspælinum, segði Sigfríður
Clementsen eftir dystin.
Víkingur omaná
Víkingur setur seg alsamt meiri á
spælið í seinna hálvleiki og hevur
vindin eitt sindur í sín lut. Tá
dysturin er ein tíma gamal kemur
Víkingur á odda. Eftir eina røð av
hornaspørkum endar tað við at
hin U-21 landsliðsmiðverjin, Erling
Jacobsen, leggur Víking á odda.
Staðfestingin kemur ikki fyrr enn
í evstu løtu, tá Finnur Justinussen
slær sigurin fastan. Høgri bakkurin,
Hjartvard Hansen, leggur innfyri
til framherjan, ið stútar bóltin í
mál. Finnur Justinussen hevur nú
skotið 11 mál í ár.
– Hetta var ein strævin dystur,
tí HB er við í dystinum líka til vit
koma upp á 3-1 móti endanum av
dystinum. Vit høvdu møguleikar at
fáa fleiri mál, men málmaðurin hjá
teimum stóð væl. Tað er mær ein
gáta hvussu vit ikki kundi skora upp
á onkrar av hasum møguleikunum,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Víkingur seks á rað
Við seks sigrum á rað, millum ann
að móti bæði nummar trý og fýra,
hevur Víkingur staðfest, at teir
hava tað, ið skal til fyri at fylgja
B36 í oddinum. Eftir eitt torført
kappingarár er Finnur Justinussen
aftur at finna millum teir mest
skorandi í landinum. Umframt eitt
sterkt lið inni á vøllinum, so boðar
styrkin á bonkinum eisini frá at
Víkingur hevur fleiri strangir at
spæla upp á.
Í gjár blivu millum annað
Andreas Lava Olsen, Kaj Leo í
Bartalsstovu og Páll A. Klettskarð
skiftir inn. Tað eru tveir leikarar
við U-21 landsliðsroyndum og ein
við landsliðsroyndum.
Støðan í HB versnar
Fyri hvønn dyst HB ikki vinnur
versnar støðan hjá verandi FM
vinnarunum frá í fjør. At teir fóru
at hava tað trupult í gjár var greitt
undan dystinum, men komandi fýra
uppgávurnar eru móti ÍF, KÍ, B71 og
B68. Øll lið, ið liggja í bólkinum beint
omanfyri niðurflytingrstrikuna.
Skal HB yvirliva í besti deildini,
so eru tað hesir dystirnir, ið koma
at gera munin. Mikukvøldið er ÍF
á vitjan í Gundadali og tað er ein
lagnudystur fyri HB.
trondur@sosialurin.fo
Víkingur blásti HB umkoll
vodafonedeildin
Fótbóltur Við sínum sætta sigri á rað, staðfesti Víkingur í gjár, at teir eru sannir avbjóðarar til B36 um at
vinna meistaraheitið í ár. HB er framvegis í leikligari kreppu og er nú eitt stig longur vekk frá bjargingini
Tað er nógv, ið ikki koppar okkara veg í
løtuni, so vit hava ikki brúk fyri slíkum nú
Sigfríður Clementsen
Ljósabláu víkingarnir staðfestu rudduliga sína jakstran eftir oddaplássinum, meðan føroyameistararnir úr HB varðveita sína støðu undir niðurflytingarstrikuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Víkingur
3
HB
1