Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 Sosialurin Ítróttarblaðið vodafonedeildin Rólant Waag Dam Arnbjørn sær út til at trívast væl í Klaksvík. Tveir dystir og fimm mál á nýggja undirlagnum, sum klaksvíkingar eru so ernir av, hevur hann fingið higartil. Fyrst tvey í steypafinaluni í móti ÍF á Summarfestivalinum, og nú trý aftrat í landskappingardysti í móti KÍ. Sostatt hevur harra Hansen skotið meiri enn tvífalt so mong mál í Klaksvík, sum klaksvíkingar hava gjørt sjálvir, síðani vøllurin í Djúpumýru varð skiftur út. Trý ymisk mál Dysturin í gjár var ein ógvuliga góð lýsing av Arnbjørn Hansen sum leikara. Fyrst eitt mál eftir frí­sparksinnlegg frá Alex José dos Santos, sum heldur ikki í gjár var serliga sannførandi og misti nógvar bóltar í uppspælinum fram eftir vøllinum. Men frísparksinnleggið legði hann lágt og hart inn fyri, og við fremru stong kom Arnbjørn leyp­ andi og prikaði í kassan. Hetta eftir, at hann sjálvur vann frísparkið, tá hann rak framvið verjuleikara, men varð feldur. Næsta málið átti hart arbeiðandi og vælleikandi Pætur Dam Jacobsen sín stóra lut í. Við stak góð­ari temjing og ógvuliga neyvari send­ing, spældi stríðsmaðurin Arnbjørn leysan og kollfirðingurin vísti neyðuga kynismu. Triðja málið var ein staðfesting av, hvussu Arnbjørn hugsar sum fótbóltsleikari. »Mál, mál, mál« æt einaferð ein sending í sjónvarpinum og mál, mál, mál, er tað, Arnbjørn Hansen hevur í høvdinum. Staddur skamt frá baklinjuni í vinstru hótti Arnbjørn Gunnar á Steig í málinum. Áleyparin dróg spakuliga inn í vøllin, samstundis sum Hans Pauli bjóðaði seg til í munandi betri støðu frammanfyri málinum. Hatta gjørdust bæði verja og málverji greið um – eisini Arnbjørn, sum sá, at Hans Pauli fekk nógv uppmerksemi. Tí handl­ aði hann skjótt, høgdi til og bólt­ urin sang í netmeskunum fyri triðju ferð! Trý ymisk mál, sum av sonnum staðfestu styrkirnar, Arnbjørn hevur. Røkkur 100 í ár Hóast tað finnast bæði størri og sterkari leikarar enn hann, so hev­ur Arnbjørn betri time’ing enn teir flestu og er tí ógvuliga vanda­mikil í deyðbóltsstøðum. Tí skoraði hann til 1-0. Arnbjørn er ógvuliga skjótur, men tað, sum er uppaftur meiri umráðandi, er, at hann dugir at renna rættstundis. Ikki ov tíðliga, ikki ov seint, men tá hann skal avstað. Tí skoraði hann til 2-0. Og so hevur Arnbjørn eitt máltev, sum eingin annar. 93 mál í 137 landskappingardystum siga tað mesta. Triðja málið í móti KÍ sigur alt um hví, málini eru vorðin so mong. Fyrst var Arnbjørn í eini truplari støðu, so stóð Hans Pauli í sera góðari støðu og Arnbjørn skuldi bara spæla. Men hann gjørdi tað, sum eingin roknaði við – og tó. Hann skeyt sjálvur. Tí skoraði Arnbjørn til 3-1. Hagtølini tala eisini fyri, at Arnbjørn fær fleiri mál aftrat. Síð­ani 2007 hevur hann ongantíð skotið færri enn níggju mál í seinnu lands­kapp­ingarhálvu. Arnbjørn vantar bert sjey fyri at røkka teim­ um 100. Arnbjørn kann gera tað Norðlýsið skrivaði um dystin, at mun­urin var Arnbjørn. Hetta er bara partvíst rætt. Mun­urin var Arnbjørn, tí at hann í EB/Streymi hevur nakr­ar lið­felagar, sum loyva honum at folda seg út. Hetta eru menn, sum hann hevur álit á og sum hava álit á hon­um. Tí broytt­ ist hans­ ara leiklutur ikki petti, tá Daniel Udsen varð vísturav vølli tí í fyrra hálvleiki. Arnbjørn skuldi bara hugsa frameftir. Tað gjørdi hann og tað gjørdi hann til lítar. rolant@sosialurin.fo Fótbóltur Trý mál í gjár og tilsamans 93 mál í landsins bestu fótbóltsdeild. Síðani Arnbjørn Hansen av álvara skeyt seg heitan í 2007, hevur hann ikki verið til at steðga. Hagtølini tala fyri, at ísakaldi kollfirðingurin rundar tey 100 málini í ár KÍ 1 EB/Streymur 3 Arnbjørn/Streymur – Vit hava ein nokk so vanda­ miklan áleypara, so har skal ofta ikki so nógv til hjá okk­ um, fyrr enn tað kann blíva vandamikið hjá okkum í hin­ um endanum, segði Egil á Bø, liðformaður hja EB/Streymi, millum annað, tá hann tók saman um dystin í móti KÍ í gjár. Egil er ikki ein maður, sum plagar at gera nógv av. Men liðformaðurin hjá EB/Streymi ásannaði tó, at uppskriftin við at lata Arnbjørn gera sum hann plagar, hóast ein maður í undirluta, eydnaðist væl. – Tað riggaði til fulnar í dag, so tað var útmerkað, segði hann. Tá Egil á Bø at enda varð spurdur, hvussu hann stutt vildi lýsa liðfelaga sín í álop­ inum, sigur hann soleiðis. – Arnbjørn er øgiliga kvik­ ur. Har skal lítið til hjá hon­ um, áðrenn hann er vanda­ mikil og hann prøvar upp á alt. Arnbjørn kann fáa nógv burtur úr ongum, so tað er gull vert at hava hann á lið­ num. Kanska var hann mun­ urin í gjár, sigur Egil á Bø, lið­formaður hjá EB/ Streymi. Fær nógv burtur úr ongum Hagtølini tala fyri, at Arnbjørn fær fleiri mál aftrat. Síðani 2007 hevur hann ongantíð skotið færri enn níggju mál í seinnu landskappingarhálvu Myndir: Álvur Haraldsen