Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Spælilíkindini vóru einki at reypa av, tá B71 og 07Vestur møttust á tí nýggja undirlagnum á vøllinum í Traðardali á Sandi. Tað gekk eisini illa hjá liðunum at temja bóltin, og at fáa sendingarnar at liggja. Leingi sá út til, at dysturin skuldi enda við einum málleysum javn­ leiki, men so tendraði lívsneistin í B71, og við tveimum málum ímóti dystarenda eydnaðist tað sand­ oy­ingum at vinna seg uppá 10 stig í vodafonedeildini, og har­við signalera fyri øllum hinum lið­ unum, at tann sum vil koppa B71 sleppur veruliga at sveitta fyri tí. Eitt sjálvmál legði sigurskósina hjá tí nýflotaða bjargingarbátinum hjá B71, tá 9 minuttir restaðu av vanligu leiktíðini, og Mikkjal Hentze staðfesti sigurin stutt undan leikloki. Alt lagaði seg hjá B71 Málverjin hjá B71 stórfegnast um góðu gongdina, har B71 hevur fingið fleiri stig uppá tveir teir seinastu dystirnar, enn teir hava fingið í 14 teimum fyrstu dystunum í hesum kappingarárinum. – Hetta er heilt fantastiskt. Nú er líkt til, at tingini koppa okkara veg, greiðir ein fegin Símun Rógvi Hansen frá. – Allir mennirnir vóru ordiliga fegnir, og moralurin er í topp, og tað gjørdi bara støðuna betri, at tað lagaði seg soleiðis hjá okkum, at einki av liðunum, sum liggur framman­fyri okkum vunnu, stað­ festir Símun Rógvi Hansen. Størri kvalitet á liðið Símun Rógvi Hansen er eisini ivaleysur í hvat hevur gjørt mun hjá B71. – Eg haldi vit hava fingið størri kvalitet á liðið. Vit hava fingið fleiri spælarar, og vit hava fingið størri kapping um plássini. Tá vit so eisini fáa meira vind í seglini, so byrja menn veruliga at trúgva uppá, at tað letur seg gera at vinna. Tað eru bara fimm stig upp til HB, og bert sjey stig upp til nummar fimm. Vit hava vunnið tveir dystir á rað, og vit ætla at halda fast við gongdina, slær málverjin hjá B71 fast. Hann trýr uppá, at B71 saktans kann fáa eitt gott úrslit á Toftum ímóti B68 mikukvøldið. – Vit fingu ein javnleik ímóti NSÍ á útivølli, og vit trúgva uppá, at tað letur seg gera at fáa eitt gott úrslit á Toftum. Hans Jørgensen stóð aftur í málinum Unga málmanstalentið, Hans Jørgensen, sum hevur havt ein drúgv­an krossbandsskaða vardi mál­ið hjá 07Vestur í dystinum ímóti B71. Hann fegnast um, at hann er kom­in seg somikið aftaná skaðan, at hann aftur er førur fyri at standa sum málmaður í vodafonedeildini. – Tað vísur seg, at eg eri komin yvir skaðan, men eg má sjálvandi halda fram við at styrkja beinið, tí vøddarnir mugu megna tað, sum kross­bandið megnaði áður. Eg kendi veruliga, at tað gekk væl í dyst­inum ímóti B71 í dag, greiðir Hans Jørgensen frá. Veðrið darvaði Hans Jørgensen heldur ikki, at tað vóru serliga góð líkindi at spæla fótbólt. – Veðrið var sera vánaligt, tað var reint sagt ógjørligt at spæla fótbólt, og tí bleiv eisini talan um nógv gúpp. Tað bleiv meira talan um at stríðast, enn at spæla fótbólt. Vit ætlaðu at vinna dystin, og eru tí sjálvandi ógvuliga vónbrotnir um, at hetta miseydnaðist. Eg vil kortini viðganga, at B71-arnir vunnu fleiri nærdystir, enn vit gjørdu, og eitt ella annað stað av­gjørdi hetta dystin til teirra fyrimun. Vit satsaðu tá teir koma á odda 1-0, men tað er synd at siga, at vit fingu nakað serligt burturúr, staðfestir Hans Jørgensen. Hann er tó bjartskygdur um teir komandi dystirnar. – Vit hava eitt gott lið, og vit kunnu standa okkum ímóti øllum liðum, slær ungi málverjin fast við sjeytumma seymi. heris@sosialurin.fo Sand-stormur í seglini vodafonedeildin Fótbóltur Bjargingarbáturin hjá sandoyingum er flotaður, og hann hevur veruliga fingið vind í seglini. Ígjár vann B71 á 07Vestur, og er B71 nú bert seks stig frá at verða røttu megin niðurflytingarstrikuna Vit fingu ein javnleik ímóti NSÍ á útivølli, og vit trúgva uppá, at tað letur seg gera at fáa eitt gott úrslit á Toftum Símun Rógvi Hansen B71 2 07 Vestur 0 Sandoyingar vunnu annan dystin á tamb eftir summarsteðgin Savnsmynd: Álvur Haraldsen