Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tað vóru ikki akkurát tvey av teimum formsterkastu Vodafone- liðunum, ið møttust í Fløtugerði í Fuglafirði í gjár, tá ÍF tók ímóti NSÍ í elstu eysturoyaruppgerðini, sum er. ÍF telist millum liðini, ið róta í botninum, og haraftrat ráddi nú um at fáa reist seg aftur eftir tapið í steypafinaluni. Hinvegin hevur NSÍ ikki víst ræðandi styrki leingi, tí í seks teimum síðstu dystunum var tað endað við javnleiki fýra ferðir – og tveir mánaðir vóru síðani síðsta sigurin. Nú endaði dysturin 1-1, og tað mundi vera eitt úrslit, ið hóvaði hvørgum av liðunum. Hjá ÍF var frægari at fáa eitt stig enn einki, nú so mong av hinum botnliðunum drógu svart, men annars var tað væl ikki meira enn næstbest. Og hjá NSÍ mundi tað mest kennast sum missur av tveimum stigum, heldur enn vinningur av einum. Fáa bara ikki mál NSÍ legði betur fyri ta allarfyrstu løtuna, men skjótt hevði ÍF yvir­ t0ikið tað mesta av spælinum og sat á restini av hálvleikinum. Í vind­inum royndu fuglfirðingar at spæla skjótt saman, og burtur úr tí fingu teir fleiri góðar møguleikar, ið saktans kundu givið okkurt. – Fyrra hálvleik áttu vit allan, sum hann var, tí tað var eitt langt álop ímóti NSÍ-málinum. Onkur segði aftaná, at vit í fyrra hálvleiki høvdu havt einar 11 málkjansir, meðan NSÍ hevði lítið og einki. Men vit høvdu ongan ordiliga stóran, tí teir fingu onkursvegna forðað fyri hvørja ferð, áðrenn tað gjørdist ordiliga vandamikið, segði Dánjal á Lakjuni, ið sjálvur átti onkran av møguleikunum hjá ÍF. Í øllum førum vóru fyrstu trý korterini enn eitt dømi um málturkin, ið hevur plágað í Fuglafirði leingi, tí hesa síðstu tíðina tykist ÍF onkursvegna hava mist evnini at skjóta málini, tá kjansirnir eru har. Soleiðis var tað í steypafinaluni herfyri og so aftur í gjár. Og fyrri hálvleikur var heilt greitt løtan, tá ÍF skuldi havt gjørt bart og vunnið sær avgerandi fyri­ munin, tí í seinna hálvleiki peikaði dysturin ikki longur saman veg. NSÍ legði bragdliga fyri og í triðju atsóknini eftir steðgin bragd­ aði, tá Christian Høgni Jacobsen fekk bóltin í góðari støðu, sneiddi ein fuglfirðing av sær og smekk­ aði til. Bólturin kom í bakið á Høgna Zachariassen og snýtti tí føðingardagsbarnið í ÍF-málinum, Jákup Mikkelsen, sum fylti 41 í gjár. Frægari enn einki Løtuna rundan um málið var NSÍ væl og virðiliga betra liðið og hevði eisini fleiri møguleikar at økja, men megnaði ikki at taka av. Kanska kunnu fuglfirðingar vera glaðir fyri, at runavíkingar eisini hava trupult við at finna málið, tí síðstu fýra dystirnar hevur NSÍ bara skotið tvey mál. Tá avtornaði, skuldi ÍF heldur ikki sita eftir við ongum, tí 10 minuttir fyri tíð kom møguleikin at javna. Kaj Ennigarð, sum fimm minuttir áðrenn var komin inn, fekk eitt skump í ryggin inni í NSÍ-brotsteiginum. Hetta gav brotsspark, sum Bartal Eliasen setti í netið. – Tá vit nú komu afturum, so var tað í lagi, at vit fingu javnleik, men vit vildu gjarna fingið øll trý stigini – ikki minst, tá hugsað verður um okkara góða fyrra hálvleik. Men eitt stig er so frægari enn einki, segði Dánjal á Lakjuni, sum aftur hesa ferð var at finna úti í síðuni, men ímóti endanum varð koyrdur fram í álopið. Ta síðstu løtuna royndu eisini báðir partar at leypa á og fáa avgjørt dystin til egnan fyrimun, men fleiri mál komu ikki, so ÍF og NSÍ fingu sostatt fyri aðru ferð í ár úrslitið 1-1 í sínamillum dysti. hilmarjan@sosialurin.fo vodafonedeildin Fótbóltur ÍF kendi ikki sína vitjunartíð í fyrra hálvleiki, tá fleiri møguleikar vóru til at fara frá NSÍ. Í staðin komu gestirnir á odda eftir steðgin, so fuglfirðingar at enda máttu taka til takkar við einum stigi. Og báðir partar høvdu væl fleiri kjansir enn mál Kjansir til fleiri mál ÍF 1 NSÍ 1 NSÍ er uttan síðustykki tað mest diplomatiska av øllum lið­unum í ársins útgávu av Voda­fone­ deildini, tí av teimum 16 dyst­ unum, sum higartil eru spældir, eru teir sjey endaðir við javnleiki. Serliga hevur tað verið teir síðstu nógvu dystirnar, at NSÍ ikki hevur megnað at avgjørt, og tí er NSÍ dottið frá einum plássi sum avbjóðari til eitt pláss í mestsum ongamannalandi á stigatalvuni. – Sjálvandi er tað ein ávís dygd at spæla onkran javnleik, men nógvar av hesum dystunum hevur tað ikki verið eitt gott úrslit, tí vit kundu fingið meira burturúr. Javnleikirnir geva heldur ikki tað stóra í posan, so høvdu vit kanska havt vunnið tveir ella tríggjar av hasum dystunum, hevði støðan hjá okkum verið munandi betri, staðfestir NSÍ-venjarin, Pauli Poulsen, ið allíkavæl ikki er blivin mótfallin av øllum javn­ leikunum: – Nei, eg haldi, at spælararnir royna at arbeiða væl og stríðast, sjálvt um vit altso hava nokk so ilt við at vinna dystirnar her og nú. Men so skal eisini sigast, at fleiri av hesum dystunum hava verið stak javnir, uttan at vit upp á nakran máta hava verið við undirlutan. Eg haldi kortini, at ikki skal so nógv til, áðrenn tað koppar okkara veg aftur. hilmarjan@sosialurin.fo Javnleikir geva lítið NSÍ legði betur fyri ta allarfyrstu løtuna, men skjótt hevði ÍF yvir­t0ikið tað mesta av spælinum Mynd: Álvur Haraldsen