mánadagur 15. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93
Sosialurin
Ítróttarblaðið
1. deild menn/kvinnur
Tróndur Arge
Úrslitini um vikuskiftið kundu illa
laga seg betri fyri FC Suðuroy enn
tey gjørdu. Á heimavølli hevði FC
Suðuroy lítlar og onar trupulleikar
av næstbesta liðnum hjá Víkingi.
FC Suðuroy var á odda 3-0
aftaná ein hálvan tíma. David
Asare legði FC Suðuroy á odda tá
dysturin var tíggju minuttir gamal.
Síðani økti John T. Poulsen til bæði
2-0 og 3-0 fyri hálvleik. Í seinna
hálvleiki minkaði Ingi Sørensen
fyri Víking, áðrenn David Asare
og Tóki Brattalíð øktu til endaliga
úrslitið 5-1.
Javnt á Argjum
Á Argjum var toppuppgerð millum
nummar tvey, AB, og nummar trý,
TB. Argjamenn hava strykt seg við
Ebba Kristin Thomsen, Stig-Roar
Søbsted og Bárði Olsen. Men síðani
summarferiuna er tað blivið til tveir
javnleikir og ein sigur. Javnleik á
útivølli móti NSÍ og leygardagin á
Argjum móti TB.
TB kom á odda longu eftir 11
minuttir við máli, ið Dan Mortensen
skoraði. Í seinna hálvleiki javnaði
Milan Kuljic fyri AB til endaliga
úrslitið 1-1. Úrslitið merkir, at AB
nú liggur trý stig aftanfyri FC
Suðuroy, sum eisini hevur spælt ein
dyst færri. TB hevur eitt stig færri á
triðja plássi, men hevur eins og FC
Suðuroy spælt ein dyst færri enn
argjamenn.
FC Hoyvík vann í evstu løtu
Í Gundadali vann FC Hoyvík 2-1
á teimum næstbestu hjá HB. Tað
var annars HB, ið kom á odda við
máli, sum Jákup Slættalíð skoraði
eftir hornaspark. Eyðun Højgaard
javnaði tá dysturin var ein tíma
gamal. Innskifti Jan M. Laursen
rak seg leysan í brotsteiginum og
legði bóltin fyri føturnar á Eyðuni,
sum javnaði úr stuttari fjarstøðu.
Avgerandi málið kom ikki fyrr enn
í evstu løtu, tá Eyðun Højgaard var
fyrstur á eftir horna.
NSÍ vann á EB/Streymi
Teir næstbestu hjá NSÍ vunnu 4-2
við Løkin móti teimum næstbestu
hjá EB/Streymi. Jóannes Hansen
legði heimaliðið á odda tíðliga í
fyrra hálvleiki. Lítla løtu seinni
javnaði Arnar Dam fyri Eb/Streym.
Tveir minuttir fyri hálvleik legði
Arni Gregersen NSÍ á odda 2-1. Aftur
javnaði EB/Streymur innanfyri
heilt stutta tíð. Hesa ferð við máli,
ið Andru Poulsen skoraði.
Í seinna hálvleiki skoraði Viggo
Johannesen tvey mál og avgjørdi
dystin til fyrimuns fyri NSÍ.
Skála vann uttan dyst
Á Skála vann heimaliðið uttan
dyst, tí 07 Vestur ikki megnaði at
manna lið. Teir næstbestu hjá 07
Vestur hava einki stig fingið í ár og
liggja einsamallir á niðasta plássi.
Hetta er fyrstu ferð í ár, at eitt ikki
megnar at manna lið til ein dyst í
1.deild. Skála liggur á fimta plássi.
trondur@sosialurin.fo
FCS - Víkingur 5-1 (3-1)
1-0 David Asare, 10
2-0 John T. Poulsen, 18
3-0 John T. Poulsen, 30
3-1 Ingi Sørensen, 48
4-1 David Asare, 51
5-1 Tóki Brattalíð, 81
HB - FCH 1-2 (1-0)
1-0 Jákup Slættalíð, 18
1-1 Eyðun Højgaard, 60
1-2 Eyðun Højgaard, 90
Skála - 07 Vestur 3-0
(Uttan dyst)
AB - TB 1-1 (0-1)
0-1 Dan Mortensen, 11
1-1 Milan Kuljic, 52
NSÍ - EB/Str. 4-2 (2-2)
1-0 Jóannes Hansen
1-1 Arnar Dam
2-1 Arni Gregersen
2-2 Andru Poulsen
3-2 Viggo Johannesen
4-2 Viggo Johannesen
FC Suðuroy við kós móti Vodafone
Fótbóltur FC Suðuroy greiddi sína skyldu á heimavølli móti Víkingi, meðan AB og TB spældu javnt á
Argjum. Í botninum vann FC Hoyvík ein kærkomnan sigur á HB og leitar vekk frá niðurflytingarstrikuni
Myndir: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Í einsamalla dystinum í bestu
kvinnudeildini vann B36 3-2 á Skála
í Gundadali. Katarina K. Saxov legði
B36 á odda bæði 1-0 og 2-0 í fyrru
hálvu av fyrra hálveiki. Fyrra málið
kom eftir tíggju minuttir, meðan
seinna málið kom sjey minuttir
seinnni. Stutt fyri hálvleik økti Vár
Næs til 3-0 og so var ongin í iva um,
at B36 fór við sigrinum.
Í seinna hálvleiki kom tó vend
í. Tjúgu minuttir fyri tíð minkaði
Birna T. Johannesen um munin
til 3-1. Bara fýra minuttir seinni
minkaði Skála aftur um munin.
Hesa ferð við máli, sum Fríðrún
Danielsen skoraði. B36 megnaði tó
at halda fast um leiðsluna og vinna
dystin 3-2.
HB fær ikki mannað lið
Víkingur skuldi eisini taka móti
HB um vikuskiftið, men dysturin
varð avlýstur, tí HB ikki megnaði at
manna lið. Hetta er annar dysturin
í teimum fremstu føroysku kapp
inginum um vikusiftið, ið varð av
lýstur, tí feløg ikki megna at manna
lið. Víkingur vinnur dystin 3-0 uttan
at hava spælt.
trondur@sosialurin.fo
B36 heldur fast um bronsuna
Fótbóltur Bara ein dystur var um
vikuskiftið í bestu kvinnudeildini.
KÍ er í Serbia og spælir Champions
League, meðan HB ikki fekk mannað
lið til útidystin móti Víkingi
B36 - Skála 3-2 (3-0)
Katarina K. Saxov, 10
Katarina K. Saxov, 17
Vár Næs, 43
Birna T. Johannesen, 70
Fríðrún Danielsen, 74
Víkingur - HB 3-0
(uttan dyst)