Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge So byrjaði Premier League og nógv er við tað sama. Manchester United vinnur, Liverpool hevur høgar vónir, men avrikar ikki, Fernando Torres rakar ikki málið, áskoðararnir orka ikki fyri at menn tveita seg og Joey Barton er í trupulleikum. Vælkomin til Premier League 2011-12! Joey Barton bjóðar vælkomin Dysturin á St. James’ Park millum Newcastle og Arsenal var lítið hendingaríkur, men eitt korter fyri tíð kom mest umtalaða hendingin hetta vikuskiftið. Í eini roynd at fáa brotsspark letur nýinnkeypið hjá Arsenal, Gervinho, seg detta. Í staðin fyri at fara frammeftir við bóltinum, so velur Joey Barton heldur at fara yvir til Gervinho og taka í hann, og geva honum nøkur borgarlig orð um at lata seg detta í einum Premier League dysti. Tað gjørdist sjálvandi heilt millum leikararnar hjá báðum liðu­ num. Tað endaði við, at Grevinho sló eftir Joey Barton, sum lat seg detta alt ov lætt. Hvat moralurin í hendingini er, er ilt at siga, men staðfesting er, at Gervinho fekk reytt kort, meðan Joey Barton slapp við einum gulum korti. Joey Barton viðgekk eftir dystin, at hann læt seg detta ov lætt. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Manchester United heldur fram Tað var gamalt, at Manchester United spældi betri eftir jól. Í ár sær tað tó út til, at Manchester United kemur flúgvandi frá byrjan. Tað hevur gingið væl í venjingar­dysti­ num, og í Community Shield dysti­ num móti grannunum úr Man­ chetser City megnaðu teir at venda 0-2 til 3-2. Tað er ikki ókent millum tey, ið ikki halda við Manchester United, at tey halda at teir eru hepnir. Hetta er saman hepni, sum stóru liðini sum regul ganga undir at hava í øðrum londum. Hvussu er og ikki, so vann Manchester United aftur í gjár, sum tað einasta av teimum liðnum, ið kunnu væntast at enda í oddinum. Stutt fyri tíð royndi Ashley Young, sum er komin til í summar úr Aston Villa, seg við skoti úr spískum. Bólturin tók í ein verju­ leikara og snýtti málverjan og fór í mál. Hóast sigurin, so harmast Sir Alex Ferguson seg sikkurt um mál­ mansspælið hjá nýggja mál­verja­ num, David De Gea. Annan dystin á rað sær hann ikki gott út í støðum, tá mótstøðuliðið skorar. Eisini máttu Nemanja Vidic og Rio Ferdi­ nand út við skaða. Torres rakar ikki málið Tað er eftir hondini langtsíðani, at Fernando Torres hevur spælt ein góða dyst, men sunnudagin sóu vit nakað av tí hann vísti fyrstu árini í Liverpool. Hann tuskaði runt og fleiri ferðir máttu Stoke verjuleikararnir bæði hála og sparka hann niður fyri at steðga honum. Eitt er tó ikki broytt síðani skiftið til Chelsea. Hann rakar ikki málið og tí endaði dysturin við málleysum javnleiki. Liverpool niður at á jørðina Liverpool hevur keypt fleiri nýggjar leikarar inn og síðani eigara og venjaraskiftið hava vónirnar til Liverpool verið stórar. Tí sótu Liverpool viðhaldsfólk eftir við eini tómari kenslu, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í heimadystinum móti Sunderland. Liverpool fekk brotsspark longu aftaná fimm minuttir, men Luis Suarez brendi. Løtu seinni var sami Luis Suarez fyrstur á eitt frísparks innlegg frá Charlie Adam og legði Liverpool á odda. Góða spælið helt fram til hálvleik, men so kom Sunderland betri við. Eftir innlegg úr høgru flúktaði Sebastian Larsson bóltin í kassan til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrsliðið. Premier League er byrjað Tað gekk ikki sum øllum hevði vónað og væntað, men tað stutta av tí langa er, at Premier League 2011-12 er byrjað! trondur@sosialurin.fo Premier League Úrslit í Premier League um vikuskiftið Leygardagin 13/8: Blackburn – Wolverhampton 1-2 1-0 Mauro Formica, 20 1-1 Steven Fletcher, 22 1-2 Stephen Ward Fulham – Aston Villa 0-0 Liverpool – Sunderland 1-1 1-0 Luis Suarez, 11 1-1 Sebastian Larsson, 57 Queens Park Rangers – Bolton 0-4 0-1 Gary Cahill, 45 0-2 Daniel Gabbidon, 67 sjálvmál 0-3 Ivan Klasnic, 70 0-4 Fabrice Muamba, 79 Tottenham – Everton Útsett Wigan – Norwich 1-1 1-0 Ben Watson, 21 br 1-1 Wesley Hoolahan, 45 Newcastle – Arsenal 0-0 Sunnudagin 14/8: Stoke – Chelsea 0-9 West Bromwich Albion – Manchester United 1-2 0-1 Wayne Rooney, 13 1-1 Shane Long, 37 1-2 Steve Reid, 81 sjálvmál Mánadagin 15/8: Manchester City – Swansea (20:00) Vælkomin til Premier League Um vikuskiftið varð fyrsta umfar í Premier League spælt og nógvir nýggir leikarar royndu seg á fyrsta sinni í enskum fótbólti. Newcastle miðvallarin, Joey Barton, helt eisini at hann skuldi fortelja Gervinho hvat er lov og ikki í Premier League Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Bolton 1 1 0 0 4-0 3 2 Manchester United 1 1 0 0 2-1 3 3 Wolverhampton 1 1 0 0 2-1 3 4 Sunderland 1 0 1 0 1-1 1 5 Liverpool 1 0 1 0 1-1 1 6 Wigan 1 0 1 0 1-1 1 7 Norwich 1 0 1 0 1-1 1 8 Arsenal 1 0 1 0 0-0 1 9 Newcastle 1 0 1 0 0-0 1 10 Aston Villa 1 0 1 0 0-0 1 11 Stoke 1 0 1 0 0-0 1 12 Chelsea 1 0 1 0 0-0 1 13 Fulham 1 0 1 0 0-0 1 14 Manchester City 0 0 0 0 0-0 0 15 Everton 0 0 0 0 0-0 0 16 Tottenham 0 0 0 0 0-0 0 17 Swansea 0 0 0 0 0-0 0 18 West Bromwich 1 0 0 1 1-2 0 19 Blackburn 1 0 0 1 1-2 0 20 Queens Park Rangers 1 0 0 1 0-4 0