mánadagur 15. august 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93
Sosialurin
Ítróttarblaðið
KÍ í fríum falli
Niðurtúrur Sjey tap á rað og trý stig seinastu tólv dystirnar.
Tað er syndarliga støðan hjá KÍ, sum stevnir beint í móti 1. deild.
Rólant Waag Dam
Tað er trupult at fáa greiði á, hvussu
skútan í Klaksvík skal vendast. Men
skútan skal vendast – ongantíð
ov skjótt. Tað er í roynd og veru
ótrúligt, at KÍ framvegis liggur
omanfyri niðurflytingarmarkið, so
leiðis sum gongdin hevur verið.
Seinastu stigini komu í hús síðst
í maimánaði, og síðani hevur liðið
tapt sjey dystir á rað.
Alt byrjaði annars so væl hjá
KÍ. Tríggir sigrar á rað og so ein
javnleikur gjørdu, at KÍ eftir
fýra umførum hevur tíggju stig.
Uppflytararnir vóru ósigraðir og
uppskriftin, KÍ nýtti, var tann
rætta.
Alt byrjaði væl
Aleksandar
Djordjvic,
serbiski
venjarin, kendi felagið væl. Sein
astu fimm árini hevur hann verið
knýttur at felagnum, og tað var
eisini hann, sum fekk felagið upp
aftur har, tað er stuttligast at vera.
Hópurin sá eisini hampiliga
spennandi út. Ein góð blanding av
stinnum leikarum við drúgvum
royndum, og lokalum, ungum kreft
um, sum vildu stríðast fyri felagið.
Gunnar á Steig, Hjalgrím Elttør,
Høgni Madsen og Nenad Stankovic
skuldu vera berandi kreftirnar og
vóru tað eisini.
12 mál teir fyrstu fýra dystirnar,
samstundis sum teir hildu egið
mál reint tvær ferðir av hesum
fýra. Alt gekk sum tað skuldi, men
so kom stígur í. Fyrst fýra tap á
rað, áðrenn ein lítlan upptúr við
sigri á javnaldrinum í Havn, hvørs
kreppa má vera uppaftur meiri
eyðmýkjandi, enn tann, KÍ er í nú.
So aftur ein sigur á ÍF, men síðani
hevur bara gingið ein veg – beint í
móti 1. deild.
Lætta loysnin
Lættasta loysnin hjá nevnd felags
ins hevði verið at koyrt venjaran.
Um tað er rættasta loysnin, er ógvu
liga trupult at meta um. Higartil
hevur nevndin í KÍ mett, at tað ikki
er rætt. HB hevur roynt hetta, men
tað hevur so ikki bøtt upp á støðuna
– enn. Hinvegin gjørdi 07 Vestur tað
sama, og har gav tað úrslit.
Í KÍ hava tey valt at hildið fast
við leistin, sum tey byrjaðu árið við.
Og onkursvegna er tað eisini djarvt,
tí nevndin er undir einum øgiligum
trýsti frá viðhaldsfólki og stuðlum.
Ja, støðan er so spent, at venjarar
sjálvir hava ringt og bjóðað seg
fram. Hesir hava fingið noktandi
svar.
Alt hetta staðfestir, at tey hava
eina ætlan, sum tey trúgva upp á og
ikki vilja víkja frá, tí felagið upplivir
mótgang. Ella eru tey bara óvan
liga tvør, men tað er tað lítið sum
bendir á. Tvørtur í móti ljóðar tað
á prátinum við formannin, at hann
er ómetaliga harmur um støðuna.
Tað hava eina ætlan og eitt konsept,
sum tey trúgva fult og heilt uppá.
Men tað riggar bara ikki í løtuni.
– Stigatalvan sigur nóg mikið
um støðuna hjá okkum. Vit arbeiða
altíð millum dystirnar, men vit
halda fram við sama leisti, hóast
trýst er á okkum, sigur Tummas
Lervig, formaður í KÍ, í stuttari
viðmerking.
Nenad nyttar einki
Tað er altíð lætt at peika út synda
bukkar. Venjarin, nevndin, einstakir
leikarar og so framvegis. Og her eru
eisini nøkur støð, tað als ikki riggar
sum tað skal og sum – at síggja til
– burdu verið løtt at broytt. Hug
burðurin er eitt. Tað tykist ikki sum
um at tað heilt er rinið við í hópi
num, at felagið kann flyta niður. Í
løtum stríðast menn væl, men bara
í løtum. Í móti B71 vóru hesar ómeta
liga fáar, men í móti EB/Streymi var
betri. Kortini var tað langt frá gott
nokk, tí at spæla við tíggju monnum
móti 11 og ikki fáa nakað sum helst
burtur úr, tað sigur nógv.
Ein av heilt stóru orsøkunum til
hetta er Nenad Stankovic. Maðurin
er næstan verri enn einki, soleiðis
sum hann spældi – ella ikki spældi
– í móti bæði B71 og EB/Streymi.
Maðurin eigur at ganga á odda,
geyla hinar upp, stríðast sum fyri
lívinum, tí tað er tað, KÍ skal gera og
hevur brúk fyri. Men tað ger hann
ikki. Tann annars so stinni serbiski
miðvallarleikarin sær út til at hava
tað best í miðsirklinum, har hann
kann spasera runt og hála ermarnar
niður um hendurnar. Hetta hevur
KÍ ikki ráð til – hvørki økonomiskt
ella ítróttarliga.
Tá Nenad annars tímir at spæla,
er hann gull verdur. Tá er hann ein
fongur fyri KÍ – og eitt hvørt annað
lið. Tí liggur ein stór uppgáva í at
fáa skil upp á hann, soleiðis at ungu
leikararnir hava onkran at lena seg
upp at.
Tað hevði verið eitt fet rætta
vegin og kanska eisini eitt fet upp
eftir stigatalvuni.
rolant@sosialurin.fo
Í KÍ hava tey valt at hildið fast við leistin, sum tey byrjaðu árið við. Og onkursvegna er tað eisini djarvt, tí nevndin er undir einum øgiligum trýsti frá viðhaldsfólki og stuðlum.
Myndir: Álvur Haraldsen
Stigatalvan sigur nóg mikið
um støðuna hjá okkum
Tummas Lervig