Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 24 Sosialurin Hóast festivalarnir her heima eru farnir aftur um bak, so eru føroyskir tón­ leikar­ar í gongd á festivalum utta­n fyri klettar okkara. Teitur Lassen og The Dreams, tvey av okkara bestu og fremstu tón­leika­ umb­oðum úti í heimi, spældu bæði á Skanderborg Festi­ vali­num – ella Smukfest, sum hann eisini verður róptur – um vikuskiftið. Teitur hevur fyri kortum giv­ið út fløguna Let The Dog Drive Home, meðan The Dreams í løtuni arbeiða við at leggja seinastu hond á nýggj­u fløguna, sum kemur út í næstum. Teitur spældi fríggjadagin í sonevnda P3 tjaldinum. Stúgv­andi fult av fólki var til konsertina á Skanderborg Festi­vali­num. Á sama festivali, men dagin eftir, leygardagin klokk­an 16.00, spældu The Dreams. Sjálvsagt vóru nógv­ ir trúgvir Dreamers til stað­ ar, tá føroysku punk­ar­ar­nir spældu. Føroyskur country- heimur Tað var tó ikki bara á Skanderborg Festivalinum, at føroyingar spældu og undirhildu. Á Country Music Festival í Silkeborg spældi countrykongurin Hallur Joensen. Tað var ein rúgva av fólki til konsertina, har í millum nógvir føroyingar, sum við sangi og fløggum settu sín serliga dám á festivalin. Country Music Festival í Silkeborg gongur heili 25 ár aftur í tíðina. Hallur spældi seinnapartin sunnudagin klokkan 14.30. Alskyns føroysk tónleika sløg í Danmark Hetta vikuskiftið fingu danir høvi at hoyra føroyskan punk, tá hann er bestur, sjarmerandi countrysang úr Klaksvík og singer/songwriter tónar á altjóða støði Myndir: Palma Jacobsen Frá at spæla á Ó-festivalinum á Skálatrøð á ólavsøku, hava The Dreams um vikuskiftið spælt á Skanderborg Festivalinum Ein rúgva av føroyingum vóru til countri- festival og settu sín serliga dám á festivalin Teitur Lassen hevur ikki spælt í Føroyum í summar, men fríggjadagin fingu danir og føroyingar í Danmark, høvi at hoyra hann á Skanderborg Festivalinum Hallur Joensen spældi á Country Club Festivalinum í Silkeborg og var á palli sunnudagin seinnapart