Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 30 Sosialurin Kjak Bill Justinussen Fiskaloysi? Møguliga var fiskaloysi á Tiberiasvatninum. Ið hvussu er ta náttina. Men tá Kongur lívsins, uppruni og Skapari náttúrunar trein á pallin, varð fiskaloysi vent til rokfiski­ skap. Føroyingar hava í øldir livað í trúnni á hendan mátt. Óteljandi eru søgurnar um líknandi fyribrigdi, sum Símun og vinmenn upplivdu á Tiberiasvatninum hendan fyrrapartin. Guð hevur mangan og á mangan hátt svarað bønum føroyinga, tá á hevur staðið. Fyri skiparum, mann­ing og øðrum hevur hann bæði í dreymum og sjón­um víst á fiskileiðir. Hann hevur signað, har sign­ ing hevur trotið, og bæði leik og lærd hava staðið spyrj­­andi. Hvør megnaði at greiða frá ómetaligu broyt­ ing­ini í 1994, tá fiskurin aftur fylti grunnarnar, eftir óvan­ ligt fiskaloysi ár framman­ undan? Vísundin Lívfrøðiligu tilmælini hava onkursvegna fingið ser­ støðu í politisku skipanini. Frøðing­arnir eru komnir til heiður og æru, og nú hevur politiskur meiriluti fyri fyrstu ferð í føroyskari søgu lagt allan politikk í hendurnar á teimum. Ávegis er hetta helst skilagott. Men vísundin er avmarkað. Hon avmarkar seg sjálva til prógv­aða vitan. Veruleikin er størri enn tað, sum vit menni­skju vísindaliga kunnu avdúka. Hetta sann­ aðu læru­sveinarnir, tá teir ímóti øllum royndum og vís­ dómi vórðu bidnir um at seta nótina út høgrumegin. Teirra fongur gjørdi egnar royndir til skammar. Hann avdúkaði ein mátt, sum liggur uttan­ fyri mannavísund. Skriv­að stend­ur, at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Hansara. Skulu vit gloyma Hann, nú stórar av­gerðir skulu takast fiskivinnupolitiskt? Fiskidagarnir Politikkarar hava givið sær sjálvum eittans amboð at regulera veiðutrýstið: fiskidagarnir. Og gongdin hevur verið einvís, síðani skipan­in varð sett í verk mið­skeiðis í níti-árunum. Vísundin hevur einvíst mælt til meiri skerjingar. Ongantíð hesi 15 árini hava vísindaligu tilmælini gingið hinvegin. Hóast vit bæði hava havt góð og ring fiskiár. Gogdin er støðugt at minka um dagatalið. Síðani byrjan hava vit higartil skert dagatalið við út móti 50%. Útróðrarmenn bløða út Treytirnar fyri at vera út­ róðr­armaður eru vorðnar ótolandi. Tann, sum eftir 18. august framhaldandi verður útróðrarmaður, man vera borin uppi av ómeta­ lig­­um úthaldni. Ikki bara færri fiskidagar tyngja gerandisdagin. Á nógv­um økjum eru korini miðvíst versnað. Nú skal sjómað­ urin sjálvur fíggja inntøku­ trygdina. Nú skal hann gjalda munandi meiri fyri trygdarskeið. Og heilsu­ váttanir­nar má hann somu­ leiðis nú eisini gjalda sjálvur. Umframt hesi átøkini frá ABC-gonguni, eru trygdar­ krøvini mun­andi herd. Fyri at fylgja krøvunum, má ein útróðrar­maður gjalda nógvar 10.000 krónum í eyka útreiðsl­um, bara fyri at sleppa at flóta. Nakað bendir á, at oyðingin av útróðrarmonnunum er ein politisk ætlan. Ser­liga sæst tað aftur í uppskoti landstýrisins. Hóast lívfrøði­ ligu tilmælini siga, at upsin og harvið trolaraflotin skal skerjast meiri enn toskurin, hevur landsstýris­maðurin valt at pilka útróðrar­ menninar burturúr og skerja teirra dagatal tvífalt tað, sum aðrir bólkar verða skerdir. Religion? Nøkur eru farin at nevna vísundaligu tilráðingarnar religión. So ella so mugu vit leikfólk velja, hvørjum vit trúgva. Nøkur trúgva vísundini. Men vit føroyingar eiga at hava lært av søgu okkara. Hon sigur okkum, at annað og meiri er enn vísund, so góð sum hon nú kann vera. Tá politiskar avgerðir skulu takast, ber ikki til at avmarka heildarmyndina og gloyma náttúru og Skapara. Hann ferð aftur at fylla nótina og fáa okkum at undrast. Men skal nótin fyllast, skal hon fyrst setast. Vónandi standa vit ta royndina. Setið nótina út høgrumegin Símun, Tummas, Natanael og fýra aðrir av Jesu lærusveinum fiskaðu eina náttina á Tiberiasvatninum, men ta náttina fingu teir onki. Komnir aftur at landi í lýsingini stóð Jesus í fjøruni fyri teimum. Hann biður teir aftur leggja frá landi og seta nótina út høgrumegin við bátin, so skuldu teir fáa. Teir so gjørdu, og fingu tá so nógv í nótina, at teir orkaðu ikki at draga og máttu sleipa nótina at landi Eysturoyar Sjálvstýrisfelag Yvirlýsing 13. august 2011 Eysturoyar Sjálvstýrisfelag átalar framferðina hjá Kára á Rógvi, tá hann við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25 nevnd, at síggja til bert við tí endamáli at forða Kára P. Højgaard ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini. Eisini heitir felagið á landsnevnd floksins um at taka undir við fiskivinnuuppskotinum, ið fiskivinnubólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur latið úr hondum. Ein meiri­­luti – fýra av fimm nevnd­ar­limum - í Norðoya Sjálvstýris­felag stuðla Eystur­oyar Sjálvstýrisfelag í yvirlýsingini Eysturoyar Sjálvstýris­ felag hevur á fundi í dag viðgjørt politisku støðuna, flokkurin er í, nú tað vísir seg, at floksformaðurin, Kári á Rógvi, opið er í stríði við helmingin av tingmanning sjálv­stýrisfloksins, Kára P. Højgaard, sum í góð 10 ár hevur umboðað Sjálvstýris­ flokkin á Føroya Løgtingi. Kári P. Højgaard hevur umboðað flokkin í vinnu­ nevndini alt valskeiðið. Eyst­ur­­oyar Sjálvstýris­felag vil tí við hesum boða frá, at felag­ið átalar fram­ferðar­ hátt­in, ið floksformaðurin vísti á Føroya løgtingi, tá hann atkvøddi fyri eini grein 25 nevnd – at síggja til við tí enda­máli at frá­taka Kára P. Høj­gaard mandat í vinnu­ nevnd­ini. Eisini harm­ast felagið um vant­andi hegni hjá for­­manni­­num at finna semju við Kára P. Høj­gaard um fiski­­vinnu­­politikkin á tingi. Eysturoyar Sjálvstýris­ felag vil við hesum boða frá, at felagið er samt um, at seinastu árini hevur fiskivinnan kent alt ov stóran sviða av ymiskum átøkum, so sum niðurskurð av fiski­ døgum. Felagið heldur, at nú er tíð uppá at steðga hesum og geva fiskivinnuni frið til at gera egnar tillagingar. Eysturoyarfelagið stend­ur einmælt aftan fyri fiskivinnu­ politisku áskoðanini hjá Kára P. Højgaard, um at verja húkaflotan, soleiðis sum stevnuskrá floksins eisini sigur. Eysturoyar sjálvstýris­ felag tekur ikki undir við lógaruppskotinum, um at skerja fiskidagatalið við 10 og 20 prosentum. Heldur vil Eysturoyar felagið hervið heita á tingmanningina um at eftirlýsa eini nærri út­grein­ing av, hvussu nógv fíggjarligt avkast føroyski búðskapurin hevur fingið burtur úr, at fiskidagatalið seinastu árini stigvíst er lækkað. Eisini metir felagið vera alneyðugt at kanna, hvussu landsbúðskapurin fær nóg mikið av inntøkum, um fiski­dag­arnir verða skerdir. Somuleiðis vil Eystur­ oyar Sjálvstýrisfelag heita á landsnevnd Sjálv­stýris­ floksins at taka undir við fiski­vinnu­uppskotinum, ið fiski­vinnubólkurin hjá Sjálv­ stýrisflokkinum hevur latið úr hondum. Vegna Eysturoyar Sjálvstýrisfelag Anfinnur Garðalíð, formaður Kristina T. Larsen, næstformaður Ingvard Olsen, nevndarlimur Jørmund Juul, nevndarlimur Petur Olivar í Hoyvík, nevndarlimur Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur Vegna Norðoya Sjálvstýrisfelag Jógvan Skorheim, formaður Rúna Sivertsen, skrivari Sven Dahl, kassameistari Schumann Hansen, nevndarlimur Eysturoyar Sjálvstýrisfelag átalar Kára á Rógvi