mánadagur 15. august 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011
5
undirvísir
Bárður DC hevur eisini undirvíst í málninga- og spraydósteknikkum á Margarinfabrikkini í Havn.
- Eg undirvísti í desember í fjør, og tað vóru tannáringar, sum ikki høvdu roynt at málað fyrr. Tey vórðu púra bitin av
tí, og vit høvdu eina søluframsýning undan jólum.
- Uppá ein dag fingu vit 10.000 kr inn, so tað sigur eitt sindur um stóra áhugan fyri hesum slagnum av list, heldur
Bárður. Allur peningurin, sum tá kom inn, varð latin tiltakinum »Í menniskjum góður tokki«. Væntandi fer Bárður at
undirvísa á Margarinfabrikkini aftur í heyst ella í vetur.
Fernisering fríggjadagin kl 16
Ferniseringin hjá Bárði Dal Christiansen verður fríggjadagin kl 16 í Gallery Focus,
sum nú er flutt úr Konradsbrekkuni og út í Lambagerð nr 4 - í kjallaran hjá
Amariel og Marionnu Norðoy.
Fróði Hansen og Bogi á Borg fara at spæla tónleik til ferniseringina.
Sýningin er opin inntil komandi fríggjadag.