Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011 4 Málningalist Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com myndir: Álvur Haraldsen Í eini lítlari íbúð á Amager hevur Bárður DC seinasta árið hildið til. Hann hevur verið heimagangandi, tí eitt ára gamla dótturin, Julia Rósa, ikki hevur fingið stovnspláss. Í lítla heiminum millum leikur, blæur og skúlating hevur verið ringt at málað, og tí hevur Bárður í stóran mun heldur teknað hetta seinasta árið. Men nú sær betri út við málningalistini. - Eg havi nú fingið eitt rúm inni hjá grannanum, sum leigar mær eitt kamar at mála í. Og tað er perfekt, tí nú kann eg mála, tá eg havi hug. Annars hevur tað ofta verið soleiðis, at eg havi arbeitt fram ímóti eini deadline, tá eg havi skula havt framsýningar. Men tað er kanska ikki heilt ideelt at arbeiða soleiðis, heldur 26 ára gamli havnarmaðurin. Landsløgini doyggja út Bárður er ikki bangin fyri at nýta sterkar litir og at eksperimentera. Serstøku málningarnir hava absolutt einki í felag við gomlu og eyðkendu føroysku landslagsmálningarnar. - Eg fái íblástur á gøtuni í Keypmannahavn. Tað eru eisini fleiri, sum mála á hendan hátt bæði í Danmark og aðrastaðni. Tey mála fólk og nýta nógvar og sterkar litir, sigur Bárður. - Eg havi ikki so ræðuliga nógv skil uppá list generelt, so eg veit ikki, hvat man skal kalla tað, sum eg geri. Men tað er nokk modernaður poppur av onkrum slagi. Rákið fer alsamt meiri frá landsløgum og yvir í eksperimenterandi list. - Um eg skal vera heilt erligur, so vænti eg, at landsløgini fara at doyggja út skjótt. Tí eg kenni ongan av mínum javnaldrum, sum málar landsløg. Tað er farið, staðfestir hann. Verkini, sum Bárður nú sýnir fram, eru gjørd til hesa sýningina. Tað eru í stóran mun ymisk andlit, umframt okkurt sjálvsportrett. Harumframt eru eisini fleiri tekningar. - Eg havi sitið í bussum og í metroini í Keypmannahavn og skitsað fólk, sum hava hugtikið meg á onkran hátt. Síðani havi eg nýtt skitsurnar sum grundarlag undir málningunum. Til nakrar av málningunum havi eg skrivað teir tankarnar niður, sum eg fekk av hesum fólkunum, og eg havi eisini diktað onkrar søgur um tey, greiðir Bárður frá. Hann gongur nýggjar vegir á fleiri økjum. Ikki einans við litum og motivum, men eisini við tilfari. Fleiri av málningunum eru nevniliga málaðir á papp og pappír. - Eg haldi bara, at tað sær feitt út, tá tað verður rammað inn, tí tað er meiri rátt enn eitt lørift, sigur hann. Ringt at fáa umtalu Gallari Focus hevur júst nú eina framsýningarrøð við ungum føroyingum. Í farnu viku var tað Silja Strøm, nú er tað Bárður DC, og komandi fríggjadag verður tað Bárður Oskarson, sum fer at sýna fram. Men hvussu er hjá ungum føroyingum, sum tíma væl at mála? Er tað torført at fáa fótin inn um listaelituna í Føroyum, tá man brýtur so nógv frá hinum í stíli? Bárður hugsar seg um áðrenn hann svarar. - Ja altso, sigur hann so, - Eg havi altíð fingið góða umtalu í miðlunum og aðrastaðni, og eg havi sum so ongantíð hoyrt nakað negativt. Men hinvegin verði eg sera sjáldan nevndur í ummælum, og tað er kanska ikki eitt serliga gott tekin, tá ummælarar ikki tíma at nevna meg. Hann hevur verið við á fleiri vár-, summar- og ólavsøkuframsýningum í Listaskálanum og hevur havt aðrar framsýningar við, men ikki fyrr enn á ólavsøkuframsýningini í fjør fekk hann á fyrsta sinni eitt gott ummæli. Og tað var hann glaður fyri. - Men eg veit ikki, umhvørvið er kanska eitt sindur snobbut, og eg havi bara roynt at hildið meg burtur frá teimum fólkunum, sum kundu hugsast at verið negativ ímóti tí, sum eg geri. Men hóast hann kanska ikki hevur fingið nógv góð ummæli, so hevur hann tó altíð selt væl. - Í seinastuni hevur tað verið eitt sindur ringt at selja, men tað hevur tað verið hjá øllum. Nú halda fólk eitt sindur fastari í pengapunginum, so sjálvt tey heilt góðu selja minni, vísir hann á. Inn á donsk gallarí 1. september byrjar skúlin aftur í Keypmannahavn, har Bárður lesur Multimediadesign. Hann hevur tó eisini annað at hugsa um, tí longu nú hevur hann avtalu við tvey ymisk gallarí í danska høvuðsstaðnum. So fólk uttanlands byrja eisini at fáa eyguni upp fyri verkunum hjá Bárði. - Annað er eitt stórt, modernað gallarí, og hitt er eitt pinkulítið gallarí á Amagerbrogade, har nógvir feitir danskir málarar hava byrjað sína karrieru. Nú hann hevur fingið eitt rúm at mála í inni hjá grannanum, verður tað munandi lættari at mála, og tí ætlar hann ikki at arbeiða við tíðarkrøvum longur. - Nú verður tað soleiðis, at eg fari at mála, tá eg havi hug, og sýna fram, tá eg havi nógv mikið til eina framsýning. Tað er kanska ein betri máti at arbeiða uppá, sigur hann smílandi. Tá hann verður spurdur, um hann er ein listamaður, gongur ein løta, áðrenn svarið kemur. - Listamaður ljóðar so fornemt. Eg veit ikki ordiliga; tú kanst kalla tað, tað tú vilt. Eg tími bara væl at mála, sigur lítillætni, men evnaríki málarin, Bárður Dal Christiansen, sum hevur fernisering í dag Prát - Eg tími bara væl at mála