Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 6 Sosialurin Uni Arge Áhaldandi siga fjølmiðlarnir frá innan­ hýsis ósemjum í før­oysk­um politikki. Hvørja ferð verða søgurnar lagdar fram sum skakandi, tí opin­lýs­ar ósemjur eiga ikki at vera í politiskum flokkum. Men tílíkar ósemjur eru nær­um gerandiskostur, og tí er lítið nýtt undir sólini, tá søgur­nar verða sagdar. Í hesi grein­ini fara vit á rundferð í flokku­num at kanna, hvussu ski­l­ið er, nú valfepur er kom­in á fólk. Fólkaflokkurin - Annika hóttir Flokkurin legði frá sær í landsstýrinum í vár og væntaði at fáa nýval bein­an­veg­in, men rak í staðin minni­luta­samgonguna í føvn­ing­in á Tjóðveldinum og Poul Michelsen. Hevur ver­ið í andróðri, síðan Poul Michelsen harðliga fanst at bloker­ andi minnilutunum í flokkinum og takkaði fyri seg. Kann missa atkvøður til Framsókn og fær ivaleyst eisi­ni stórar avbjóðingar innan­hýsis, um Annika Ol­ sen ger álvara av síni hál­v­kvøddu vísu um at bjóða Jørge­ni Niclasen av í stríðs­ vali um formanssessin. Hvus­su skal flokkurin sleppa fram at valdinum aftur? Má hann broyta kós og gerast meira broytingarhugaður, ella endar hann sum ein kon­server­andi flokkur, ið serliga fær stuðul í teirri siðbundnu fiski­vinnu­ni? Verður retorikk­ur­in um ov høga skat­t­in kanska sterkasta vápn­ið í valstríðnum? Sambandsflokkurin - Opið stríð um fisk Flokkurin situr á valdinum í Tinganesi og stjórnar minni­luta­samgonguni, ið fær andahjálp frá Tjóðveldi og Framsókn. Sjáldan er álvars­ligt rok í flokkinum, men Ed­mund Joensen og Magni Laksá­foss hava seinnu árini gjørt, sum teir hava hug, og Kaj Leo Johannesen hevur havt nógv høvuðbrýggj av teim­um. Í fíggjarnevndini var Magni Laksáfoss mestsum pottur og panna við Tórbjørn Jacobsen og An­finn Kallsberg. Seinastu mánað­ir­nar er opið stríð brost­ið á í flokkinum um fiski­vinnu­ politikkin. Bjørn Kals­ø og fleiri onnur tingfólk hava­ funnist at Jóhan Dahl fyri at skerja fiskidagarnar ov nógv, og Bjørn Kalsø hev­ur eisini funnist at løg­man­ ni. Flokkurin kann missa atkvøður til Fólka­flokk­in av stríðnum um fiski­vinnu­ politikkin, tí talan er um høvuðs­vinnu­na, har størstu virð­ini eru upp á spæl. Javnaðarflokkurin - John sjónligur Stríðsval var um for­mans­ses­sin, tá Jóannes Eides­gaard legði frá sær sum for­mað­ur. Aksel Johannesen, Heðin Mortensen og John Johannesen vildu all­ ir verða formenn, men Aks­el Johannesen vann læt­t­liga. Síðan gjørdist hann lands­ stýris­maður við fíggjarmál­um, og John Johannesen um­sit­ur heilsumál. John er nær­um sjónligari enn Aks­el. Pro­fil­er­ar seg við nýggj­um sjúk­linga­hotelli í Keyp­ man­na­havn og vil hava felags leiðslu á Sjúkra­hú­si Føroya, so meira kann fáast fyri min­ni, og fak­lig atlit heldur enn lokal áhuga­mál skulu gera av, hvussu sjúkra­ húsini verða rikin. Mangan kem­ur Ger­ hard Lognberg tvørt fyri í flokkinum, tí hann tekur ikki undir við humanistisku kós­ini hjá hinum. Málið um Levi Mørk, ið kortini slapp at stilla upp eftir útsagnirnar um muslimarnar í Noregi, góvu ábendingar um ein ó­av­gjørd­an formann. Sjálvstýrisflokkurin - Sum dagur og nátt Innanhýsis stríðið verður ikki nógv sjónligari og meira grundleggjandi enn í Sjálv­stýri­s­flokkinum. Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard eru sum dagur og nátt. Ann­ar er akademikari og vil frem­ja allar tær broytingar í fiskivinnupolitikkinum, sum fiskifrøðin mælir til, með­an hin er útróðrarmaður og skilir korini hjá verka­ manni­num til fulnar. Opið stríð er nú teirra millum. Yngri Kári skeyt upp at flyta viðgerðina av lógini um vinnuligan fiski­ skap úr vinnunevndini í eina serliga grein 25-nevnd, so Kári P. Højgaard ikki skuldi sleppa at viðgera mál­ið. Sum vera man Slitnir flokkar o Politisku flokkarnir hava stórar avbjóðingar, nú løgtingsvalið nærkast. Ósemjurnar í nærum øllum flokkum eru nógvar og áhaldandi, og viðhvørt eru tær so grundleggjandi, at ilt er síggja, hví fólk eru í sama flokki. Innanhýsis stríð eru nærum reglan heldur enn undantakið, men um flokkarnir verða revsaðir fyri hetta, gera veljararnir av