Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 Sosialurin g nógvir kokkar hevur Eystur­oyar Sjálvstýrisfelag reist seg upp á bakbeinini og funnist hvassliga at Kára á Rógvi. Eisini norðoyingar hava havt at formanninum, ið tó stendur fast við sítt. Veljar­ar­nir spyrja av røttum, hvørj­um Sjálvstýrisflokkurin stend­ur fyri. Tjóðveldi - Sjúrður fór Meiningarnar eru mangan av­gjørdar í Tjóðveldinum og per­s­ónarnir treiskir. Høgni Hoy­dal sigst vera ein tann treisk­ asti, men tá onnur í flokki­num fara í víggj við for­mann­in, tapa tey sum oftast. Tann seinasti, sum al­ment átalaði formansins støðu í einum máli, var Sjúrð­ur Skaale. Ósemjan um stjórn­ar­skipanaruppskotið endaði við, at hann tók seg úr flokkinum. Tá hevði hann al­ment lagt formannin undir at lúgva. Tórbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal hava eisini ver­ið í opnum stríði, men teirra millum tykist friður at valda nú. Heini O. Heinesen kun­di fyri einum ári síðan kopp­að ABC-samgonguni, um hann at­kvøddi fyri fiski­vinnu­politikki­ num hjá sínum egna flokki, men gjørdi tað ikki, og hann tekur framvegis ikki undir við flokkinum í fiskivinnumálum, so hann gong­ur egnar leiðir. Høgni Hoy­dal hevur tó tryggjað sær ein ávísan frið, síðan hann fekk ávirkan aftur. Framsókn - Ongin stevna Enn hevur Framsókn ikki roynt seg á nøkrum vali, so ilt er at siga, hvørja undirtøku flokk­urin hjá Poul Michelsen hev­ur. Hvør stuðlar flokki­num? Ongin veit hetta við vissu, men á fyrireikandi fund­um í flokkinum hava ver­ið fleiri enn 100 fólk, so ivaleyst finnast veljarar, sum bæði eru hóvligari tjóð­skap­ar­fólk enn ótoln­ir tjóðveldismenn og liberal­ari enn konservativir fólka­floks­menn. Framsókn ætl­aði upprunaliga at skriva eina stevnuskrá, men gjørdi av at lata vera. Tað var ein merkilig avgerð. Ein flokk­ ur, sum ikki megnar at orða sína egnu stevnuskrá, kann fáa trupult við at siga veljaru­num, hvørjum hann stend­ur fyri, og skjótt má helst eisini koma undan kavi, hvør stillar upp fyri flokk­in. Eitt framstig er tað tó, at flokkurin hevur fing­ið egið ungmannafelag. Skipari í flokkinum er Poul Michel­sen, og øðrvísi verður tað ikki. Miðflokkurin - Góður tokki Friðsæl eru í andanum tey trúgv­andi, kundi verið sagt um Miðflokkin, tí har tykist full­kom­in friður at valda. Ongan­ tíð hoyrist øvugt orð al­ment millum Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Han­ sen. Miðflokkurin helt, at hann skuldi í samgongu, tá Fólka­flokkurin takkaði fyri seg, men onkur kúvending í minni­lut­a­ samgonguni hevði við sær, ­at flokkurin varð sett­ur uttanfyri, áðrenn hann hevði fingið hálvan fót­in innum. Miðflokkurin sit­ur tí langt frá valdinum, og hann er neyvan komin tættari at tí, síðan Bill Justinussen royndi at greina sveigg­ini í fiskastovnunum við átrúnaðarligum grund­gev­ing­um. Eitt er at røkja sín­ ar átrúnaðarligu veljarar við tílíkum útsagnum. Eitt ann­að er at styggja øll onnur burt­ur frá flokkinum við útsag­num, ið vekja illgruna um, at flokkurin als ikki virð­ir vísund, vit og skil. Men stúttur er Miðflokkurin og haraftrat samansjóðaður. Kanska neyðugt Saman­um­tikið eru flokkar­nir rættiliga slitnir, og nú út­lit eru til, at fleiri stórmál skulu avgreiðast, m.a. kommunu­ný­ skipanin, kann vænt­ast, at uppaftur fleiri ósemjur fara at taka seg upp á løgtingi og í landsstýri, har kokkarnir viðhvørt tykj­ast at vera líka nógvir sum talið á tingfólkum og lands­stýrisfólkum. Spurn­ing­urin er kortini, um sátt og semja altíð skulu valda, tí friður hevur ofta við sær ófram­ fýsna stillstøðu. Nú eru broyt­ing­ar­tíðir, og kanska er neyðugt, at ein ávís upploysn vald­ar bæði við­víkj­andi sam­gongu­møgu­ leik­um og innan­hýsis í flokku­num, áðr­ enn poltiska mynd­in aft­u­r verður greið­ari eftir eina spennandi ný­skipan­ar­tíð.