mikudagur 17. august 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 93
Sosialurin
»Í skaldsligu og samstundis
hóttandi verkunum hjá Bárði
Oskarssyni er kroppurin í
brennideplinum.
Verkini tykjast at hoyra
til tað heimspekiliga rákið, ið
verður rópt fænomenologi,
har einasti møguleikin hjá
menniskjanum at skilja heim
in er við kroppinum. Menn
iskja er í heiminum sum ein
kroppur, og kann tí einans
skilja seg sjálvt kropsliga.
Hóast tað í verkunum
hjá Bárði Oskarssyni er
kroppurin sum er ein vegur
til ásannan, er hann eisini
knýttur at eini langari røð
av øðrum týdningum. Tí hjá
Bárði Oskarssyni er manna
kroppurin ikki eitt støðugt
fyribrigdi, hann broytist alla
tíðina, avlagast og avskeplast.
Hann er groteskur.
Bárður Oskarsson víðkar
hesa menniskjafatan eitt
sindur, tá hann gevur sínum
grotesku
mannakroppum
blíðkandi drøg og letur skald
skapin trína fram. Tí hóast
mannakroppurin er í brenn
ideplinum í verkunum hjá
Bárði Oskarssyni, er manna
kroppurin ikki einans ein røð
av kropsfunktiónum og eitt
savn av kropsvætu, húð, hári
og neglum.
Kroppurin er eisini grund
arlagið fyri menniskjaligum
kenslum, vónum, dreymum
og øllum tí, vit nú hava.«
Soleiðis
skrivar
Inger
Smærup Sørensen í bókini
»Livandi List«
Framsýningin verður opin
til 23. august, leygardagin
kl. 16 til 18, mánadagin og
týsdagin kl. 15 til 18
framsýing
Hóast tað í verkunum hjá Bárði Oskarssyni er kroppurin sum er ein vegur til ásannan, er
hann eisini knýttur at eini langari røð av øðrum týdningum, skrivar Inger Smærup Sørensen
bókaútgáva
David Johannesen, sóknarprestur í Miðvági er
óførur við penninum. Nú kemur út ein andakts
bók við lestrum til hvønn dag í árinum
Eitt lív
- hóast
deyða
Bárður Oskarsson
í Galerie Focus
Listaframsýning Fríggjadagin 19. august klokkan
16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Bárði
Oskarsson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn
andaktsbók Í hesum døgum
gevur David Johannesen, sóknar
prestur í Vágum út andaktsbókina
»Lív hóast deyða« - aftur
Snorri Brend
Her er talan um 2. og broyttu
útgávu, í mun til hana sum
kom út í 2003 við sama navni.
At bókin kemur út aftur nú
er av teirri einfaldu orsøk,
at tann fyrra varð útseld
nærum beinanvegin.
- Fleiri hava sagt mær,
at tey hava havt gagn av
andaktunum í hesi bókini,
og fleiri hava eisini spurt
eftir henni. Men hon hevur
ikki verið at fingið til keyps,
- ikki fyrrenn nú, sigur
David Johannesen, sum tók
gudfrøðiligt embætisprógv
í Århus fyri 35 árum síðani.
At Vágapresti dámar væl
at skriva, sæst aftur í langa
listanum av útgávum, hann
hevur latið úr hondum, síðani
hann gav fyrsta yrkingasavn
sítt út í 1980.
Men sum skilst, er hann
ikki í uppisetri fyri ætlanir
um komandi útgávur.
- Mær dámar væl at skriva,
og eg ætli at geva meiri út í
framtíðini - okkurt týtt, men
eisini okkurt upprunaligt,
sigur
David
Johannesen,
sum arbeiðir við eini ætlan
at geva út eitt stuttsøgusavn
einaferð seinni.
Í
nýggjastu
útgávu
hansara eru stuttir lestrar til
hvønn dag í árinum. Tað er
forlagið Vón í Miðvági sum
gevur út.
snorri@sosialurin.fo
Manskórið í Suðuroy
byrjar aftur
Suðuroyar Manskór hevur ligið í dvala í summar,
men fer nú aftur undir venjingar sínar.
Sagt verður, at arbeitt verður við nýggjum prosjekt
um, bæði konsertum og ferðum hetta komandi árið.
Nevnast kann, at manskórið í fjør var á vitjan í
London, veit Suðurrás at siga frá. Venjingarnar byrja
í kvøld kl. 19 í sangstovuni í Skúladeplinum, har enn
fleiri mans eru vælkomnir við.
Hjálpin
ger
góðan
mun
Føroyar hava
sett met í
innsavningini
til Somalia
Jóna Mortensen, sum
skipaði
fyri
loppu
marknaði
og
inn
savning til frama fyri
Somaliahjálpin, metir,
at umleið 110 túsund
krónur eru komnar
inn. Tær eru ikki heilt
lidnar at telja upp.
Peningurin verður
allur fluttur til Reyða
Kross í Danmark.
- Eg tosaði við tey í
Reyða Krossi í gjár, og
tey vóru ovfarin. Eing
in annar hevur savnað
so nógv inn, sigur Jóna
Mortensen.
Hon ger vart við, at
innsavningin
heldur
fram.
Prestastarvið í Hvalba
aftur lýst leyst
Føroya Stiftsstjórn ger nú aftur eina
roynd at fáa prest til Hvalbiar.
Í presta
gjaldinum eru fýra kirkjusóknir:
Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámjin.
Umleið 2.500 fólk búgva í prestagjald
inum.
Tænastubústaður er til starv
ið.
Prestagarðurin er í Hvalba, í Leirum.
Sóknarpresturin hevur skyldu at
búgva í prestagarðinum.
Umsøkjarar
skulu hava lokið prógv í gudfrøði og
lúka krøvini, ið lóggávan annars setir
fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í
Føroyum.
Umsøkjarar, ið verða lidnir við lest
urin komandi vár og kunnu taka við
kallinum 1. juli 2012, eru vælkomnir at
søkja.