mikudagur 17. august 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94
10
Sosialurin
Tá farið verður í 1. flokk kenna mangir næmingar seg rættiliga
einsamallar. Summir eru kanska hepnir og hava
ein tvíbura við sær. Men fyri tríggjar næmingar
í 1. flokki í nýggja skúlanum á Argjahamri
er støðan øðrvísi: Tey eru tríburar og
koma at fylgjast øll tey fyrstu árini í
skúlanum. - Tað er deiligt at vit eru
trý, sigur ein teirra, Dánjal Danielsen
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Klokkan 13 í gjár fóru 33 næming
ar á fyrsta sinni í nýggja skúlan.
Her er talan um ein sannan gentu
flokk, tí ikki færri enn 20 teirra eru
gentur.
Hetta er heldur øðrvísi enn
kring landið annars, har talið av
teimum sum fóru í 1. flokk hesa
ferð. Her er kynsbýtið rættiliga
javnt - 349 gentur og 349 dreingir.
Millum hesar spentu næming
arnar á Argjum sum av sonnum
høvdu sæð fram til henda dagin,
vóru tey trý - Dánjal, Hanus og Ria
Danielsen.
Frammanundan hesum fyrsta
skúladegi teirra, høvdu tey fyri
reikað seg so væl sum ein nú eina
ferð kann, tá ein fer undir hetta
nýggja kapitlið í eins lívi.
Nú vóru tey so klár til hetta.
Tey høvdu sjálvi valt sær sína
egnu skúlatasku, sum líktist burt
ur frá teirri hjá systkjunum. Alt
var pakkað og pyntað, og beint
eftir døgurða varð leiðin løgd úr
heiminum og niðan á Hamarin til
1. skúladag.
- Hetta verður spennandi, siga
tey trý við ein munn.
Hóast tey vóru fyrireikað og
klár til hesa stóru løtuna, gjørd
ist hon kanska í so stór fyri ein
teirra. Hesin megnaði líkasum ikki
at fara fram at heilsa uppá
skúlastjóran, Marjuna Holm,
tá tey øll vórðu presenterað
hvør fyri øðrum.
Sum frálíður man hesin
óttin fara at hvørva.
Gleði meg til fríkorter
Tað var ein øgilig rumlan í stóru
høllini í skúlanum, tá skúlagongd
in byrjaði hjá næmingunum.
Eitt og eitt vórðu børnini rópt
fram, - genturnar fyrst, sum
vanligt kurteisi leggur upp til.
Summar høvdu skúlatasku á baki,
meðan aðrar lótu tær liggja eftir á
beinkinum.
Onkur hevði kanska væntað,
at tey trý systkini - Ria, Dánjal og
Hanus - fóru at verða rópt upp
eitt eftir annað, men so var ikki.
Ria var rópt upp saman við gentu
num, og síðani teir báðir brøður
hennara.
Dánjal hevði ikki so góðan
hug at traðka fram soleiðis fyri
almenningin og tíðindatænastu
na, meðan Hanus, eins og systurin,
runnu fram móti hinum floks
felagum sínum.
Frammanundan hesum stóra
degi hava tey sjálvandi tosað
saman um hesa stórhending. Tað
er ikki frítt, at tríburarnir hvør í
sínum lagi, og helst eisini saman,
havt roynt seg í ymiskum av tí,
sum skúlagongdin fer at krevja av
teim
um tey
n æ s t u
m o n g u
árini.
Ria
var
øgiliga
spent
eftir at sleppa at
rokna og læra seg
at lesa.
- Men eg gleði meg
eisini at sleppa út í frí
korter, sló hon fast.
Dánjal hevði verið eitt
sindur burturi í rokningini,
meðan Hanus var kanska hann
ið hugsaði meiri um hinar næm
ingarnar.
- Eg haldi, at tað gott kundu
verið fleiri dreingir í flokkinum!
snorri@sosialurin.fo
FYRSTI SKÚLADAGUR
Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburar fara í skúla. Men
her eru trý teirra, sum nú eru farin í 1. flokk í nýggja
skúlanum á Argjahamri - Ria, Dánjal og Hanus Danielsen.
- Vit gleða okkum at sleppa í skúla, siga tey trý
- Gott
at vit
eru 3