Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 Sosialurin Tá móttøkan byrjaði fyri teim­um 20 gentunum og 13 dreingjunum í 1. flokki helt Marjun Holm, skúla­ stjóri eina lítla talu. Her nevndi hon m.a. at í skúlanum verður stór­ur dentur lagdur á felags­skapin og á tað at læra. Gongst sum ætlað, fara hesi næmingarnir so líðandi at bróta kotu­na fyri bæði lesing og rokn­ ing, og øðrum læru­grein­ um við. Hóast tann eini trí­ bur­ð­in, Dánjal var heldur smæð­in undir móttøkuni, so avdúkaði hann kortini góð evni at leggja tøl sam­ an. - Eg veit hvat 1000 + 1000 er. Tað er 2000, segði hann ikki sørt errin á máli­num. Tað er helst ikki tað ring­as­ta at kunna leggja tey stóru tølini saman longu nú. Aðrar og helst størri avbjóðingar mun­ nu standa teimum fyri framm­an, nú skúla­gongd­ in av álvara byrjar í dag. Men hetta er í øllum før­um ein góð byrjan! 1000 + 1000 FAKTA Skúlasøgan á Argjum Fyrr gingu argjabørn heim til Havnar í skúla, men eftir seinna heimsbardaga, tá ið barnatalið øktist munandi, varð farið undir at byggja skúla í bygdini. Fyrst í oktober 1952 varð nýggi skúlin vígdur og tikin í brúk. Tá vóru 51 børn millum 7 og 13 ár í skúlanum, og lærarin, ið var einsamallur ta fyrstu tíðina, var Olaf Sverri Petersen (1902-1980). So við og við vaks barnatalið í bygdini, og neyðugt gjørdist at byggja munandi út, og tað arbeiðið var liðugt í 1971. Í 1972 vóru 88 skúlabørn og 5 lærarar á Argjum. Tað var tó so skjótt, at tørvur gjørdist á uppaftur størri skúla, tá ið tann fyrsta stóra útstykkingin, Støðlafløta (ella Müllerstrøð), læt upp fyri stórari tilflyting og húsabygging miðskeiðis í 1970-árunum, og hetta sást beinanvegin aftur á barnatalinum. Síðan var farið undir at fyrireika og byggja heilt nýggjan og tíðarhóskandi skúla niðan fyri tann gamla. Nýggi skúlin varð alment tikin í brúk í 1978, og um sama mundið broyttist skúlin frá at vera vanligur bygdaskúli til skúla við framhaldsdeild, og flokkatalið vaks samsvarandi (8. fl. kom í 1980 og 10. fl. Í 1986). Í 2003 varð farið undir fyrireiking til bygging av nýggjum skúla á Argjahamri, og sum nú er tikin í nýtslu. Kostnaður: 199 mió krónur. Í SKÚLA Familjan er farin í skúlan á Argjahamri - tríburðarnir saman við Karl Erik Sigvardsen og Bjørg Danielsen Eg haldi, at tað gott kundu verið fleiri dreingir í flokkinum Hanus Danielsen Eg gleði meg at sleppa út í fríkorter Ria Danielsen Eg veit hvat 1000 + 1000 er Dánjal Danielsen FRÍKORTER Ria Danielsen er spent eftir at sleppa at læra seg at lesa og rokna. - Men eg gleði meg eisini at sleppa út í fríkorter, sigur hon