Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Stóra móttøkuskipið, Layfayette, hevur havt eitt mót­tøku­hámark á makreli á 38.000 tons, men um dagarnar gjørdi landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen eftir um­sókn av, at hámarkið verð­ur økt við 12.000 tonsum, soleiðis at skipið nú kann taka ímóti tilsamans 50.000 tonsum í hesi vertíðini. Tveir partar Aksel V. Johannesen sigur, at orsøkin til, at hámarkið hjá skipinum nú er økt, er, at vandi annars hevði verið fyri, at stór virðir kundu gloppið okkum av hondum. Tað segði landsstýris­ mað­urin í samrøðu við út­ varpið. Hann vísir eisini á, at umsóknin hjá Layfayette kann býtast upp í tveir partar. – Í fyrsta lagi verður søkt um, at hámarkið verður av­ tikið. Hesum vilja vit ikki ganga á møti, tí endamálið við makrelfiskiskapinum er sjálv­andi, at tað í fyrsta lagi skulu vera føroysk virkir og føroysk verkafólk, sum skulu arbeiða hetta tilfeingið. Hevði hámarkið verið avtikið, hevði vandi verið fyri, at ein størri partur – enn gott er – hevði verið virkaður umborð á móð­ur­skipum. Aksel V. Johannesen legði aftrat, at hann í øðrum lagi hevur valt at ganga um­ sóknini hjá Layfayette um at hækka kvotuhámarkið á møti, tí vandi annars hevði verið fyri, at ein partur av makrelinum hevði endaði í Fugalfirði sum ídnaður­ fiskur. Móðurskip skulu ikki taka arbeiði frá føroyingum Fiskur – Endamálið við makrelfiskiskapinum er sjálvandi, at tað í fyrsta lagi skulu vera føroysk virkir og føroysk verkafólk, sum skulu arbeiða makrelin, sum verður veiddur. Endamálið við móðurskipunum er, at tey skulu taka ímóti tí partinum av makreli, sum føroysk virkir ikki megna at taka ímóti, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur hækkað móttøkuhámarkið hjá Layfayette upp í 50.000 tons Tøl, sum vit um dagarnar fingu frá Fiski­veiði­ eftirlitinum, vísa, at tað eru 55.000 tons eftir at fiska, og umboð fyri vinnuna meta, at tað eru umleið 30 fiskidagar eftir til at fiska makrel í AKSEL V. JOHANNESEN – Hevði talan verið um eitt føroyskt móðurskip, sum bara hevði føroyingar umborð, hevði talan verið um fullkomiliga fría kapping, men soleiðis er tað ikki, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður Mynd: Jens Kristian Vang