Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað vóru feløgini, Fjord Fish­ing, Framherji, Næra­ berg og Thor, sum keyptu hesi seinastu 6.000 tons­ ini. Miðalprísurin var 4,56 krónur fyr kilo, og sølan gav soleiðis lands­ kass­anum tilsamans 27,3 miljónir krónur. Sølan byrjaði klokkan 15 seinna­ partin í gjár, og tað tók Fiska­marknaði Føroya ein lítlan tíma at selja hesi sein­astu 6.000 tonsini. Góður prísur Á fyrstu uppboðssøluni vórðu 7.000 tons seld fyri 11,9 miljónir krónur. Hetta gav ein miðalprís á 1,70 krónur fyri kilo. Men longu á teirri næstu upp­ boðs­søluni, sum var hin 9. august, var rættiligur grav­gangur eftir makreli, og miðal­prísurin fór tá upp á 4,68 krónur fyri kilo, so­leiðis at henda næsta sølan gav heilar 32,7 mijónir krónur. Í gjár vórðu so hesi sein­ astu 6.000 tonsini seld fyri miðalprísin 4,56 krónur fyri kilo. Orsøkin til, at prísurin gjørdist so nógv betri á teirri næstu og triðju søluni er ivaleyst, at fiskurin, sum heystið er liðið, er vorðin størri og betri, og tí hava keyp­arar vilja givið meiri fyri fiskin. Eftir sølurnar stendur, at landskassin er vorðin stívliga 70 miljónir krónur ríkari, og nógv tann størsti keyparin av hesum tilfeingi er felagið, Fjord Fishing við Ludvík við Stein, sum um­ boðar stóra útlendska mót­ tøkuskipið Layfayette. vilmund@sosialurin.fo Góður prísur á seinastu søluni Fiskur Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya tey seinastu 6.000 tonsini av makreli, sum skuldu seljast á uppboði, og enn einaferð var miðalprísurin góður – 4,56 krónur fyri kilo. Landskassin hevur nú fingið stívliga 70 miljónir krónur burtur úr makrelinum sum er seldur á uppboði Fiskamarknaður Føroya hevur nú selt tilsamans 20.000 tons av makreli fyri Fiskimálaráðið Fjord Fishing hevur keypt nógv tann størsta partin av teimum 20.000 tonsunum av makreli, sum eru seld á uppboði – Hevði hámarkið hjá Layfayette verið avtikið, hevði vandi verið fyri, at ein størri partur – enn gott er – hevði verið virkaður umborð á móðurskipum, sigur Aksel V. Johannesen, sum nú hevur økt móttøkuhámarkið hjá móttøkuskipinum upp í 50.000 tons – Tað er soleiðis, at tøl, sum vit um dagarnar fingu frá Fiskiveiðieftirlitinum, vísa, at tað eru 55.000 tons eftir at fiska, og umboð fyri vinn­una meta, at tað eru um­ leið 30 fiskidagar eftir til at fiska makrel í. Landsstýrismaðurin vísti á, at tað eru 2-3 skip, sum annað hvørt kunnu frysta ella virka fiskin umborð, og roknað verður við, at hesi klára at virka umleið 10.000- 12.000 tons teir næstu 30 dagarnar. – Sambært teimum upp­ lýsingum, sum vit hava, eru 43.000 tons eftir at fiska og virka. Faroe Pelagic klárar umleið 700 tons um døgn­ ið. Hetta gevur stívliga 20.000 tons teir næstu 30 dagarnar. Um vit ikki hækka kvotuhámarkið hjá Layfayette, hevði vandi verið fyri, at ein fittur partur av makrel­inum hevði farið til ídnað á Havsbrún fyri umleið 1,80 krónur fyri kilo. Aksel V. Johannesen vísti á, at skipini í dag fáa millum 5 og 6 krónur fyri kilo, tá tey landa til Faroe Pelagic ella Layfayette. – Høvdu vit ikki hækkað kvotuhámarkið, hevði vandi soleiðis verið fyri, at skip, manningar og samfelagið høvdu mist stór virðir. Ójøvn kapping Landsstýrismaðurin heldur, at við eini hækking á 12.000 tons, eigur hetta at merkja, at skipini kunnu landa all­ an makrelin til matna, sam­stundis sum støðugt virk­semi kann vera á Faroe Pelagic í Kollafirði, meðan makrel­urin verður veiddur. Aksel V. Johannesen vísir annars á, at hevði talan verið um eitt føroyskt móðurskip, sum bara hevði føroyingar umborð, hevði talan verið um fullkomiliga fría kapping. – Men støðan er hon, at hetta er eitt útlendskt skip, har bróður­parturin av mann­ingini er útlendsk. Tí kann tað skapa ójavna kapp­ing og kann soleiðis gera, at tað virksemi, sum kann verða í Føroyum av makrel­fiski­skapinum, hevði verið minni, um einki há­ mark var. Endamálið er ikki, at móðurskip skulu taka arbeiði frá føroy­ing­um, men endamálið er, at tey skulu taka ímóti tí part­inum av makrelinum, sum før­oysk virkir ikki megna at taka ímóti, segði lands­stýris­mað­ urin, Aksel V. Johannesen. vilmund@sosialurin.fo