mikudagur 17. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94
14
Sosialurin
Leo Poulsen
Landsbankin hevur niður
justerað væntaða vøksturin
í BTÚ. Í februar varð mett, at
vøksturin í BTÚ fór at ligg
ja um fimm prosent, men
eftirspurningurin hjá serliga
húsarhaldum
hevur
víst
seg ikki at vera eins stórur,
sum roknað var við, og
hetta saman við lítlum ílegg
ingarhugi hjá teimum priva
tu hevur ført til lækkanina í
metingunum.
- Tað eru kortini ábendin
gar um, at húsarhaldini fara
at brúka meiri pening. Um
vit hyggja eftir teimum vísu
tølunum, sum vit brúka –
MVG, millum annað – so var
ein ábending í 2010 fram til
triðja ársfjórðing, at vøkstur
var um at koma í nýtsluna
aftur, sigur Sigurð Poulsen,
landsbankastjóri.
Men vøksturin steðgaði
upp, og MVG-kurvan hevur
ligið fløt síðani tá, og tað
merkir, at húsarhaldini ikki
hava havt hug at økja nýtslu
na higartil.
- Nú eru kortini ábending
ar um, at húsarhaldini hava
hug at brúka meiri pengar.
MVG’ið er heldur størri í
mun til lønirnar nú enn fyrr,
hóast ikki nógv, og nýggjasta
konjunkturkanningin
hjá
Fíggjarmálaráðnum vísir, at
húsarhaldini hava heldur
betri álit á búskapinum, sig
ur Sigurð Poulsen.
Einki milliardalán
Eisini í mun til arbeiðsloysið
er landsbankastjórin rímiliga
positivur.
- Arbeiðsloysið var við at
minka í 2010, men hækkaði
nógv, fyrst og fremst tá
Fiskavirking fór á heysin,
og Eik Banki eisini fór av
knóranum, og tá hækkaði
arbeiðsloysið úr 5,7% upp í
6,9%, og tað er rættiliga stór
hækking í einum. Nú er talið
komið nakað niður aftur, tó
ikki so nógv, men vit meta,
at grundarlag er fyri, at tað
kann koma longur niður í ár,
sigur Sigurð Poulsen.
Hinvegin
var
lands
bankastjórin
rættiliga
avgjørdur, tá hann fekk
spurningin,
um
tað
er
skilagott av landinum at
taka eina milliard í láni til
Skálafjarðatunnilin.
- Eg haldi, at landið hevur
brúk fyri sínum kredittvirði
at fíggja tey hall, sum tað
kemur at hava í nøkur ár. Tað
kemur ikki væl við, um rent
an hækkar alt ov nógv, og tað
er vandi fyri tí, um landið
átekur sær størri lánibyrður,
sigur Sigurð Poulsen.
Í niðurstøðu síni sigur
landsbankin, at føroyski bú
skapurin er ikki illa fyri.
Góð fíggjarstøða
- Fíggjarstøðan sum so er
ikki vánalig. Føroyar eiga
pening til góða í útlondum
samanlagt, og tað almenna er
ikki illa fyri. Landið skyldar
ikki meir enn tað eigur, hóast
nøkur av virðunum ikki eru
løtt at selja, men um útbún
aðurin hjáq landinum verður
tikin við, er skuldin ikki so
stór, sigur Sigurð Poulsen.
Heldur ikki kommunur
nar eru illa fyri, tær skylda
kanska um hálva milliard.
- Tað, sum vit duga at
síggja
viðvíkjandi
húsar
haldinum, eru tey heldur
ikki illa fyri. Um vit sammeta
okkum við onnur lond, so
liggja vit um miðal sammett
við OECD-londini, so tað fær
ikki ávaringarlampurnar at
lýsa. Heldur ikki vinnulívið
sum so er illa fyri, tað hava
verið onkrir partar, sum eru
handlaðir
seinastu
árini,
sum hava verið illa fyri. Men
heildarmyndin er, at fíggjar
støðan er ikki so galin, sigur
Sigurð Poulsen.
Hann metir tí, at útgangs
støðið at koma burtur úr
kreppuni er hampiliga gott.
Lækkað sethúsavirði
Landsbankastjórin
sigur,
at virðið á føroysku set
húsunum seinastu árini er
lækkað umleið fýra milliard
ir, men hetta hevur tó ikki so
ovurhonds stóra ávirkan á
sethúsaeigarar.
- Fyri nøkur fólk hevur
tað ein týdning, og tað er
hjá teimum, sum hava stóra
skuld. Men fyri miðal hús
arhaldini er skuldin ikki so
stór, so hjá teimum hevur tað
ongan praktiskan týdning.
Tað merkir bara, at frívirðið
er minkað, og fyri flestu fólk
hevur tað ikki tann stóra
týdningin, men hjá summum
hevur tað, sigur Sigurð Poul
sen.
Hann sigur, at árini 2008
til 2010 minkaðu útlánini í
bankunum, meðan innlánini
vuksu.
- Tað merkir, at fólk í
stóran mun royndu at sleppa
sær av við skuld. Men ábend
ingar eru sum nevnt um, at
húsarhaldini aftur hava hug
at brúka meiri pengar, og tað
hevur eina positiva ávirkan á
búskapin, sigur Sigurð Poul
sen, landsbankastjóri.
leo@sos.fo
Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, legði í gjáramorgunin fram
búskaparmetingina hjá landsbankanum fyri 2011 og 2012
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyski
búskapurin
ikki illa fyri
Gjáramorgunin legði landsbankin fram sína búskaparmeting
fyri 2011 og 2012, og landsbankastjórin er ikki so
dapurtskygdur um búskaparligu framtíðina